Norðurlendskir stjórnarleiðarar: Mette Frederiksen, Danmark, Katrin Sjögren, Áland, Aksel V. Johannesen, Føroyar, Ulf Kristersson, Svøríki, Petteri Orpo, Finnland, Kristrún Frostadóttir, Ísland, Jonas Gahr Støre, Noreg, og Jens-Frederik Nielsen, Grønland. Myndin er tikin í sambandi við summarfundin hjá stjórnarleiðarunum í Paimio Sanatorium í Paimio í Finnlandi mánadagin. Roni Rekomaa/AFP/Ritzau Scanpix

Svøríki og Finnland forða Føroyum fullgildugt pláss í Norðurlondum

Krøvini hjá Føroyum og Grønlandi um javnstøðu í norðurlendska samstarvinum argar tey bæði nýggju norðurlendsku NATO-londini. Tey vilja heldur fokusera á hóttanina frá Putin

Norðurlendskir stjórnarleiðarar: Mette Frederiksen, Danmark, Katrin Sjögren, Áland, Aksel V. Johannesen, Føroyar, Ulf Kristersson, Svøríki, Petteri Orpo, Finnland, Kristrún Frostadóttir, Ísland, Jonas Gahr Støre, Noreg, og Jens-Frederik Nielsen, Grønland. Myndin er tikin í sambandi við summarfundin hjá stjórnarleiðarunum í Paimio Sanatorium í Paimio í Finnlandi mánadagin. Roni Rekomaa/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Martin Breum, danskur journalistur og rithøvundur við serligum áhuga fyri Norðurlondum og Arktis, í eini greining í Sosialinum hesaferð.

 

Hann vísir í greiningina á, at Føroyar eru mitt í skund­andi politisku savningini í norði, sum stendst av á­gang­i­num hjá Russlandi og forð­ing­u­num hjá Trump. Fyrst vóru tað norð­ur­lendsku verju­mála­ráð­harr­ar­nir, og mánadagin 12. mai slapp Aks­el V. Jo­hann­e­sen at bjóða Mette Frederiksen, for­sæt­is­ráð­frú, pol­it­isku leið­ar­u­num í Íslandi og Grønlandi á fund í Havn – og norska for­sæt­is­ráð­harr­anum, Jon­as Gahr Støre, vælkomnum um­vegis netið.

 

Men Føroyar hava ein trup­ul­leika í Norð­ur­øki­num - har tað gongur serliga skjótt. Eftir at Finn­land og Svøríki eru kom­in upp í NATO, flúgva nú finsk, svensk, norsk og donsk jag­ar­a­flogfør sam­an tætt við markið til Russlands. Verju­út­veg­an, vápn­a­fram­leiðsla, sam­skift­is­linj­ur, und­ir­støðu­kervi og komm­ando­bygn­aðir eru gjørdir greiðari og lagd­ir sam­an. Verju­sam­starv­ið í Nor­d­e­fco, norð­ur­lendski karmurin, víð­k­ast og am­bi­ti­ón­ir­nar vaksa. Troels Lund Poulsen, verju­mál­a­ráð­harri, hevur verið í Finn­landi fýra ferðir í bert eitt ár, og dag­in eftir Norðuratlantiska topp­fundin í Tórshavn, segði fyrr­ver­andi utt­an­rík­is­ráðharrin í Danmark, Jeppe Kofod, á Altinget.dk, at Norð­ur­lond skulu hava síni egnu kjarn­orku­vápn í eini norðurlendskari verju­sam­gongu.

 

##med2##

 

Nei til Føroyar og Grønland

 

– Ukraina-stríðið hevur givið Norð­ur­øki­num nýggjan týdning, men í and­søgn til hetta er tað júst henda norð­ur­lendska sameiningin, sum nú forðar Føroyum og Grøn­landi vegin til kjarnuna í Norð­ur­londum.

 

– Eingin politikari tosar hart um tað, men tað ger Johan Strang, finskur professari, sum eg hitti í Helsinki herfyri, með­an eg ferðaðist við danska utt­an­rík­is­pol­it­iska fel­ag­num í Keyp­mann­a­havn, skrivar Martin Breum.

 

Strang er granskari í norð­ur­lendskum samstarvi á Center for Nord­iske Studier á Lærda Há­sk­úlanum í Helsinki.

 

Føroyar og Grønland hava verið illa kroyst millum trygd­ar­pol­it­isku raðfestingarnar hjá Finn­landi og Svøríki, greiðir hann frá.

 

»Í Finnlandi verður norð­ur­lendska samstarvið tikið í størsta álvara. Tað snýr seg um at vísa bæði Putin og Trump, at vit standa saman. Finnland hevur eitt sera langt mark til Russland og hev­ur tí brúk fyri at knýta seg tætt at so nógvum øðrum lond­um sum gjørligt - og ynskini hjá Grøn­landi og Føroyum verða fat­að sum álvarsliga órógvandi,« sig­ur hann. Strang fylgir væl við. Hann var í Tórshavn so seint sum í mars, tá Norðurlandadagur varð hildin í Norðurlandahúsinum.

 

##med3##

 

– Og hvar endar alt so?

 

Martin Breum vísir í greiningi á, at Johan Strang ivast, áðr­enn hann svarar:

 

»Grønland og Før­oyar fara heilt sikk­urt at fáa størri ávirkan í fram­tíð­ini, men fulla og javna støðu sum tey fimm Norð­ur­lond­ini? Tí eru eg ikki vís­ur í, at tíðin er tann rætta til tað,« sigur hann.

 

Lesið greiningina hjá Martin Breum um hetta áhugaverda málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.sos.fo

 

##med4##

##med5##

 

Frá vitjanini í Tinganesi (Myndir: Álvur Haraldsen):

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

 

 

 

Norðurlendskir stjórnarleiðarar: Mette Frederiksen, Danmark, Katrin Sjögren, Áland, Aksel V. Johannesen, Føroyar, Ulf Kristersson, Svøríki, Petteri Orpo, Finnland, Kristrún Frostadóttir, Ísland, Jonas Gahr Støre, Noreg, og Jens-Frederik Nielsen, Grønland. Myndin er tikin í sambandi við summarfundin hjá stjórnarleiðarunum í Paimio Sanatorium í Paimio í Finnlandi mánadagin. Roni Rekomaa/AFP/Ritzau Scanpix

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og Friedrich Merz, samveldiskanslari í Týsklandi, sum var serligur gestur hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum á fundinum í Finnlandi mánadagin Roni Rekomaa/AFP/Ritzau Scanpix

Finski forsætisráðharrin Petteri Orpo tekur í móti Aksel V. Johannesen á toppfundi millum norðurlendskar stjórnarleiðarar í Paimio í Finnlandi í síðstu viku