Løgreglan havt nógvar blandaðar uppgávur í nátt

Tað hava verið túsundtals fólk í býnum í nátt, men rættiliga friðarligt kortini

Í gjárkvøldið og í nátt hava tvey stór tiltøk verið, jóansøka á Tvøroyri og tónleikastevnan, Voxbotn, í Havn, men løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt.

 

Kortini hevur løgreglan havt nógvar blandaðar uppgávur í nátt, eitt nú hava tey í fleiri førum hjálpt fullum fólki, sum ikki hava klárað seg sjálvi. Talan er bæði um fólk, sum eru dottin og hava fingið smærri snuddir, ella fingið snuddir upp á aðrar mátar og fólk, sum hava ligið avfollin. Nógv fólk eru koyrd til húsar og nøkur eru send undir læknahond.

 

Men løgreglan sigur, at samarittarnir, sum, til dømis, vóru til staðar á Voxbotni, gera eitt stórt arbeiðið, og avgreiða ein stóran part av tí arbeiðnum, sum løgreglan gjørdi fyrr.

 

– Samarittarnir lætta munandi um arbeiðsbyrðuna hjá løgregluna. Tað er rættiliga stórur munur á, at vit hava havt minni at gera, síðani samarittarnir vórðu ein fastur partur av slíkum tiltøkum, sigur vakthavandi á løgregluni.

 

Annars er ein tikin fyri at bróta rútar á Vinnuháskúlanum í nátt. Ein maður var farin upp ígjøgnum rýmingartrappurnar uttan á húsinum, heilt upp á brúnna, har hann hevði brotið rútar. Brúgvin er rokað við ógvuliga dýrari útgerð, men fyribils heldur løgreglan ikki at nakað er oyðilagt.

 

Men árvaknir grannar varnaðust tilburðin og meldaðu, og tey fingu eisini givið løgregluni eina so nágreiniliga lýsing av gerningsmannninum, at tað gekk ikki long tíð, so var hann tikin. Og hann fekk illa forklárað seg burtur úr tí, tí hann hevði skorið seg í hondina undir herverkinum.

 

Ein maður varð eisini tikin við eini lítlari nøgd av rúsevnum uppi á sær, sigur vakthavandi hjá løgregluni. Og somuleiðis hevur løgreglan skuldsett ein mann fyri harðskap við tað, at hann hevði sparkað ein mann í búkin.

 

Á jóansøku hevur eisini verið friðarligt, men har er eitt herverk meldað eftir at onkur ikki gjørdi mætari enn at tveita ein akkumolator inn ígjøgnum bakrútin á einum bili, sum stóð parkeraður.