Havnar Róðrarfelag hevur mangan verið betri fyri, enn tað hevur verið tey seinnu árini. Nú sær framtíðin út til at vera bjørt.
Dreingirnir vunnu barnaróðurin í nýggja bátinum, Ingibjørg, og nú hava genturnar eisini vunnið barnaróðurin.
Ingibjørg vann eisini á norðoyastevnu barnaróðurin hjá gentum. Tá var Sílið næstfremst. Í dag gekk ikki so væl hjá Sílinum, sum endaði á sjeynda plássi.
Næstfremst í dag var Firvaldur av Tvøroyri, sum var eitt stórt sekund aftanfyri Ingibjørg. Falkur endaði á triðja plássi.
1 Ingibjørg 02.37.28
2 Firvaldur 02.38.48
3 Falkur 02.39.47
4 Frúgvin 02.40.16
5 Svalan 02.42.20
6 Spógvin 02.43.88
7 Sílið 02.45.33
8 Fípan Fagra 02.47.30
9 Knúkur 02.54.00
10 Pílur
11 Havfrúgvin










