okkum - konuna og børnini, so vit fingu 1000 krónur hvør. Hetta var í 1978, og tá var henda peningaupphædd eitt sindur meira í virði enn í dag. Umframt hetta so varð eg biðin um at gera uppskot til veddingar [...] viku. Síðan gjørdu teir rokningina upp av og á. So er tað kanska lættari at spáa um verðurvánirnar, hóast tað eisini er torført? Tað er lættari at spáa um veðrið enn at fáa vinning í vedding, sigur Petur [...] sigur Petur Skeel. Hann var minni enn so heppin í veddingini hvørja ferð. Hann veddaði antin heilt av leið, ella eisini hevði hann nógv rætt. Tá tað eydnaðist, so fekk hann puljuna, sum var 1000 krónur
Á vári 1995 legði Miðflokkurin eisini uppskot fram á ting um at seta mjólkarprísin niður, men tað fall, og nú hevur so Jenis av Rana vegna Miðflokkin aftur gjørt eina roynd at fáa prísin á føroyskari mjólk [...] avgerðin grundað á meting um, at ovasta mark var nátt fyri teirri nøgd av føroyskari drekkimjólk, ið kundi seljast. ? Henda avgerð hevur ført til stíg í teirri menning, sum fór fram á hesum týðandi vinnuøki [...] vinnuøki okkara, sigur Jenis av Rana. Innflyta 500.000 l Víðari vísir hann á, at sentralt í spurninginum um mjólkarframleiðsluna er prísurin. Í løtuni kostar 1 litur av mjólk góðar 9 kr. úr handlinum. Í sjálvum
ymsum slag tiknar fram, og tað er so væl fráfarið, at tað verður til søguna um føroyska leiklist frá áhugaleiki til yrkisleik. Tað riggar væl«. Beate L. Samuelsen skrivar í Dimmalætting: »Um at verða besettur [...] gamla gandakallin ódeyðiligan, so hann er eins áhugaverdur í dag, sum í síni samtíð, ikki minst fyri yngra ættarliðið, sum kring allan heim fyllir leikhús og biohallir dag um dag at síggja leikir hansara [...] komandi viku afturat. Tað verður ongin sýning eftir 22. mars, tá skal húsið riggast til onnur tiltøk, so tey sum bíða til seinastu løtu og vænta, at tey fara óivað at spæla longri, kunnu lættliga verða við
at trupulleikar við súrevnistroti kunnu stinga seg upp. So skulu vit siga nakað gott um veðurlagið í Føroyum, so má tað verða, at tað er so vælsignað sjálvdan liggjandi góðveður, at tað kemur næstan [...] ætlanin at seta tiltøk í verk, so at dálkingin ikki tekur seg uppaftur. Ein skipslast av óruddi Kári Højgaard, sum er formaður í nevndini fyri Kongshavnar Havn, sigur at tað er so heilt ótrúligt, hvat kann [...] heldur ikki lítið. Eg haldi, at hetta sigur eitt sindur um, hvussu ófatiligar nøgdir av ruski, hópa seg upp í mølini á Skálafjørðinum. Taka um rótina Kári Højgaard sigur, at nú hevur bygdarfólkið í Skálabotni
Æðuvík Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl. 20 verður fundur við luttøku av Toftum. Sørin Steinhólm leggur fyri. Sunnudagin kl. 11 er gudstænasta við Jónsvein Bech og um kvøldið kl. 18 er fundur við [...] 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag [...] l. Onki møti verður sunnukvøldið vegna missiónsviku á Leiti. Kirkjan á Leiti Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl 20 tala Arni Kjærbæk og Jacob Midjord. Sunnukvøldið kl. 18 tala John Hammer og Karl Kenning
hava ikki lært so nógv, hava kanska ikki fingið so gott í beinini málsliga sum vit gomlu osfr. Men grannin stendur við sítt: - Teir eru nakrir lúshundar. Fáa løn fyri at duga at benda, og so bekla teir annaðhvørt [...] tað, at teir duga ikki at benda. Útvarpsmenninir hava eisini gingið í skúla, og teir snakka dag um dag um fleiri lús. Og hvar hava teir lært tað? Í skúlanum sjálvandi! Grannin sessast og fær sær ein sukurmola [...] tá ið tað eitur lýs? Skal tað so eisini eita ein mús, fleiri mús? Ella skal tað eita ein gás, fleiri gásir? Ella eitt hús, fleiri húsir? Nei, leggja vit av at benda, so er deyðin í durunum. Teir eru nakrir
heild, sum t.d. »Tornið á heimsins enda« hjá Williami Heinesen. Lesarin hoyrir um alskyns spøl, kráku- og skurapisur, um jólahald og hjemmelavara á nýggjárinum og mangt, mangt annað. Einahelst Jákup kemur [...] søgurnar ikki gera eina heild, og tí lætt kundu kenst lesaranum at flákra í allar ættir, so fortelur Sólrun Michelsen so sjarmerandi, at undirritaði læt seg tøla. Og eg ivist ikki í, at børn halda tað vera [...] einari eyðsæddari tíðarrøð - tú kanst saktans býta tey flestu brotini um, uttan at tað nervar heildina - »Útiløgukattar« fer fram í tíðarrøð, har frásøgukvinnan eldist og tilvitskan veksur. Anna sigur
stuttsøgan »Maður kemur aftur at húsum« hjá Martini Joensen fyri, og hon heldur fram: »Á sjónum var hann eitt satt Guds barn«. Men so títt og knapt sum Tístram setir fótin á land, umskiftist hann: »Tá var tað [...] mamman, sum gongur heima, pápin, sum er bankamaður og so tær yngru systrarnar upp á fimm og tvey. Líka frá søgubyrjan gerst tað greitt, at mamman er um at kvala ikki bara sonin, men alt húskið í umsorgan [...] amast ov nógv upp á hann. Tá ið teir fylgjast, gongur Símun í takt, men hvussu Niklas so roynir at bróta taktina, so fylgir Símun við. Lesarin fær rættiliga tíðliga varhugan av, at hetta við Niklasi og
Fólkaflokkinum,blkv.) og at Nyrup stjórnin slapp at halda fram! Kvinnan sigur, at fegin var hon um herðaklappið, og fór til slaktaran. Hesin spyr eisini um hundin, og er eins fegin og takksamur mótvegis føroyingum [...] Eg haldi hetta vera so stuttligt, og tí helt eg at tit skuldu hoyra søguna, sigur kvinnan í telefonini. gaard varð valdur í Fólkatingið, og væl nøgd við tað, sum hann hevði ført fram í donsku fjølmiðlunum [...] samstundis, hvat slag av hundi hetta var,og tá eg segði, at hann var føroyingur, gjørdist grønthandlarin so ovurfegin. Bilsin var eg, tá hann fór rennandi inn í handilin, og kom út aftur við fullum føvningi
Dann West beinleiðis ovfarin av spurningum, um Framtaksgrunnurin fór at seta pengar í virkið fríggjadagin ? í gjár. Á JFK-trol er heldur ongin hugur at práta um møguliga íløgu í Kósina. Stjórin Hanus Hansen [...] Páll ført fram. Tað er onki dulsmál, at virkandi stjórin hevur ynskt, at Kósin bleiv sanerað, og á tann hátt aftur gerast kappingarfør. Men stjórin í Norðoyar Sparikassa hevur víst tankanum um sanering [...] ongin loyna, at tað er ein ósemja millum Norðoyar Sparikassa og teir báðar Jóhanarnar Páll og Dávid, um hvussu Kósin best skal standa seg frameftir. Jóhan Páll Joensen hevur ofta í fjølmiðlunum víst á, at