Á Skálafjørðinum eru tey troytt at at ganga upp til kníggja í ruski, burturkasti og óruddi.
Men tað er ikki tí, at tey eru burturúr ótrivalig, tey sum búgva framvið Føroya longsta fjørði, at tað er so óruddilgt harinni.
Tí tey royna sannliga at rudda, tað tey kunnu. Men tað ger ongan mun, tí nakrar fáar dagar seinni er akkurát sama skili aftur.
Tað er serliga inni í sjálvum Skálabotni, at tað er galið.
Og har inni eru tey nú æviga troytt av, at fyrsta fatanin, fólk - og ferðafólk- fáa av hesum vælsignaða, friðsæla bletti, er alskyns óhumska, sum liggur og sløðist, allastaðni.
Men nú ætla tey at taka betri partar fyri seg.
Tí nú ætlar stýrið fyri Kongshavnar Havn at brúka nógvar kreftir uppá at rudda framvið øllum fjørðinum.
Men ikki minst er ætlanin at seta tiltøk í verk, so at dálkingin ikki tekur seg uppaftur.
Ein skipslast av óruddi
Kári Højgaard, sum er formaður í nevndini fyri Kongshavnar Havn, sigur at tað er so heilt ótrúligt, hvat kann liggja og rekast av óruddi í mølini, at við hvørt skuldi ein trúð, at Skálafjørðurin var blivin køstur hjá øllum Føroyum.
Men tað er hann kanska eisini.
Kári Højgaard sigur, at partvís er ógvuliga nógv virksemi á Skálafjørðinum.
Har er skipasmiðja, flakavirki, og ikki minst uppboðssøla. Tað førir alt við sær, at so nógv skip sigla út og inn eftir fjørðinum, sum onga aðrastaðni í landinum.
Eg skuldseti ongan ávísan fyri at dálka meiri enn onnur. Men ein sannroynd er tað helst, at báði skip og virki eiga sín lut.
Hinvegin liggur Skálafjørðurin soleiðis fyri, at nógv rekur inn á fjørðin aðrastaðni frá úr Føroyum eisini. Ikki minst á landssynningi er tað ongin íð trýr, hvussu nógv kann leggjast í mølina av øllum handa slagi.
Kári Højgaard sigur, at sum er, nyttar onki at rudda, tí tað er so skjótt, at alt er líka óruddiligt aftur, at tað er valla ómakin vert.
Kemur hann av lágætt, ikki minst av landsynningi, er heilt ótrúligt, hvat rekur á land. Og tað ber ikki til annað, enn at hetta er rusk allastaðni frá - ikki minst av skipum.
Tá er mølin framvið øllum fjørðinum avtakla av plasti, dunkum, íløtum, boyum, ella, hvat tú annars kann finna uppá at nevna.
Men nógv ringast er støðan sjálvsagt heilt inni í Skálabotni.
Tað er báði forargiligt og synd, at hesin køsturin skal vera tað fyrsta, eyga sær av hesum vakra bletti.Men sigur hann. Eitt er, at tað er ófantaligt fyri eyga. Eitt annað er, at alt hetta ruddingararbeiðið er sera dýrt
Kári Højgaard sigur, at tað verður gjørt eitt stórt arbeiðið at rudda. Báði fólkið í teimum einstøku kommununum, og Kongshavnar Havn.
Kongshavnar Havn hevur ruddað tríggjar ferðir framvið øllum fjørðinum nú í nítiárunum.
Men harafturat, hava fólk í teimum ymsu kommununum eisini ruddað óteljandi ferðir.
Ikki minst hevur fólkið í Skálabotni gjørt eitt stórt arbeiði at halda sandin.Kári Højgaard sigur, at seinast Kongshavnar Havn stóð fyri ruddingini, kostaði tað teimum yvir 70.000 krónur at fáa IRF at beina alt ruskið burtur.
Vit savnaðu heilar 543 rúmmetrar av ruski og burturkasti, sum alt skuldi til IRF at verða burturbeint.
Talan var um 388 rúmmetrar av ruski, sum kundi verða brent og 155 rúmmetrar av ruski, sum ikki brendi.
Men afturat tí kom alt óruddið, sum hvør kommuna sær tók upp inni á sínum havnalagi, og tað var heldur ikki lítið.
Eg haldi, at hetta sigur eitt sindur um, hvussu ófatiligar nøgdir av ruski, hópa seg upp í mølini á Skálafjørðinum.
Taka um rótina
Kári Højgaard sigur, at nú hevur bygdarfólkið í Skálabotni, umframt Skála Kommuna beinleiðis heitt á stýrið fyri Kongshavnar Havn um taka stig til at rudda økið.
Og tað ætlar stýrið at taka til eftirtektar.
Kári Højgaard sigur, at nú er ætlanin at fara undir eitt miðvíst arbeiði fyri at rudda mølina aftur.
Men ikki minst er ætlanin at seta tiltøk í verk sum skulu forða fyri, at mølin, yvirhøvur verður dálkað.
Kári Højgaard sigur, at tað er lítil nytta í at rudda, um tað ikki verður hildið viðlíka. Tí ætlar Kongshavnar Havn at skipa fyri regluligari rudding. Men Kári Højgaard sigur, at tað einasta ið varar í longdini, er fyribyrging.
Og tað er ætlanin at gera nógv meiri við tann partin.
M.a. er eitt uppslag gjørt, sum skal hongjast umborð á øll skip við forskriftum um, hvussu tey skulu fyrihalda sær.
Men ætlanin er eisini at skráseta burturkast fyri at finna fram til, hvaðani tað kemur, fyri á tann hátt at forða fyri, at dálking endurtekur seg.
Nýggja reglugerð
Kári Højgaard sigur, at í løtuni verður arbeitt við at endurskoða reglugerðina fyri Kongshavnar Havn, gamla reglugerðin er frá mitt í trýatiárunum. So skjótt tað arbeiðið er fingið frá hondini, og tað er staðfest, at eisini dálkingin er arbeiðsøkið hjá kommununi, verður farið í holt við ruddingar- og skrásetingararbeiðið.
Men eitt er tað óruddið, sum sæst. Øðrvísi, og nógv hættisligari, er við øllum tí, sum ikki sæst, og tað hevur mangan verið frammi um, hvussu nógv frárensl renna út í fjørðin við ymsum eitrandi evnum.
Men Hetta heldur Kári Højgaard ikki er tann stóri trupulleikin í løtuni.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan tekur regluligar royndir, og tey tølini eru ikki órógvandi høg, sigur hann. Tað er mest táið liggjandi góðveður er leingi, at trupulleikar við súrevnistroti kunnu stinga seg upp.
So skulu vit siga nakað gott um veðurlagið í Føroyum, so má tað verða, at tað er so vælsignað sjálvdan liggjandi góðveður, at tað kemur næstan ikki fyri, at trupulleikar eru við súrevnistroti, sigur Kári Højgaard.
Fimm kommunur eru framvið Skálafjørðinum: Sjóvar-, Skála-, Gøtu Runavíkar- og Nes Kommuna.