³Tit bjargaðu okkum undan Piu3

Ein føroysk kona, sum býr í Keypmannahavn, ringdi hugagóð til Sosialin ígjár. Hon var so fegin um at Jóannes Eidesgaard Til stuttleikar segði hon frá, hvusu danir taka ímóti nýggju støðuni hjá føroyingum í Fólkatinginum.

Aftaná arbeiðstíð í gjár, fór hon ein túr við hundinum, sum hon hevði við sær, tá hon flutti til Danmarkar fyri stuttum.

­ Tá vit komu framvið grønmetishandlinum á horninum har eg búgvi, kom keypmaðurin, sum er úr Turkalandi út, og bað meg ansa eftir at hundurin ikki sletti á vørurnar.

­ Tá spurdi hann samstundis, hvat slag av hundi hetta var,og tá eg segði, at hann var føroyingur, gjørdist grønthandlarin so ovurfegin. Bilsin var eg, tá hann fór rennandi inn í handilin, og kom út aftur við fullum føvningi av frukt.

Hann rópti upp í saman: Takk fyri at tit bjargaðu okkum undan Piu (Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum,blkv.) og at Nyrup stjórnin slapp at halda fram!

Kvinnan sigur, at fegin var hon um herðaklappið, og fór til slaktaran.

Hesin spyr eisini um hundin, og er eins fegin og takksamur mótvegis føroyingum og grønmetishandlarin. Hann nevndi eisini, at vit høvdu bjargað dønum, við tað at Pia Kjærsgaard ikki fekk ávirkan á donsku stjórnina.

- Eg haldi hetta vera so stuttligt, og tí helt eg at tit skuldu hoyra søguna, sigur kvinnan í telefonini.

gaard varð valdur í Fólkatingið, og væl nøgd við tað, sum hann hevði ført fram í donsku fjølmiðlunum hóskvøldið.