Á vári 1995 legði Miðflokkurin eisini uppskot fram á ting um at seta mjólkarprísin niður, men tað fall, og nú hevur so Jenis av Rana vegna Miðflokkin aftur gjørt eina roynd at fáa prísin á føroyskari mjólk niður.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jenis av Rana, at 1. januar 1993 varð kvota sett á føroyska mjólkarframleiðslu, og varð avgerðin grundað á meting um, at ovasta mark var nátt fyri teirri nøgd av føroyskari drekkimjólk, ið kundi seljast.
? Henda avgerð hevur ført til stíg í teirri menning, sum fór fram á hesum týðandi vinnuøki okkara, sigur Jenis av Rana.
Innflyta 500.000 l
Víðari vísir hann á, at sentralt í spurninginum um mjólkarframleiðsluna er prísurin. Í løtuni kostar 1 litur av mjólk góðar 9 kr. úr handlinum. Í sjálvum sær er hetta ein ørandi prísur fyri henda heilsufremjandi drykkin, væl meiri enn í Danmark, og heilt burturvið verður tað, um vit meta saman við handilsprísin av sodavatni sum fæst fyri heilt niður í 5 kr. liturin og saftin sum kann keypast fyri 2 kr. liturin.
? Ei undur í, at nógvar føroyskar barnafamiljur í hesum kreppudøgum freistast at keypa tað bíliga, og harvið spara kærkomnar krónur, sigur Jenis av Rana. Og hann vísur eisini á at vit innflyta ikki smáar nøgdir av útlendskari mjólk - uml 500.000 litrar árliga.
Niðurgreiðslustuðul
Uppskotsstillarin vísir eisini á, hvussu vit kunnu fáa mjólkina niður í prísi. Mest víttgangandi sigar hann vera at taka framleiðslukvotuna av. Ein annar er at hækka barnafrádráttin ella veita serstakan mjólkarfrádrátt, men hetta hevði neyvan tryggjað, at peningurin verður brúktur til endamálið.
? Ein skilagóð loysn hevði verið at veitt sokallaðan niðurgreiðslustuðul til mjólkarframleiðaran, stuðul, sum varð oyramerktur til lækkan av drekkimjólkarprísinum, vanligari mjólk, hálvskúmað og skúmað, meðan parturin, sum fer til aðra framleiðslu, verður undantikin, sigur Jenis av Rana at enda í viðmerkingunum til uppskotið.