fólkatingið longu í dag. Valið verður so um einar tvær vikur. ÁHUGAVERT verður at vita, hvørja kós teir føroysku politisku flokkarnir fara at leggja seg á, um fólkatingsvalið verður nú umleið eitt ár, [...] hava havt fund við danir um skuldina. EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein gott barometur fyri undirtøkuna teir einstøku flokkarnir vilja fáa til eitt komandi løgtingsval um minni enn eitt ár. Sjálvandi [...] harvið eina skeiva javnvág. NÚ er føroyska fólkatingsumboðanin oftani meira ein spurningur um persónsval enn um politiskar ideologiur ella ávísan politikk. Eitt nú hevur Óli Breckmann fingið undirtøku frá
SKELKANDI tíðindi, sum sjónvarpið hevur borið fram í seinastuni um støðuna hjá Strandferðsluflotanum. TAÐ sær ikki mætari út, enn at hol er við at koma á hesa fyri føroyska samfelagslikammið so týðandi [...] trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol her og der, men at fara so langt sum at skifta út alla meginlívæðrina, tí hon er niðurslitin [...] stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið
taka ímóti eini innbjóðing, og at síggja sama Nyrup nú ongar sum helst viðmerkingar hava til útviklingin í bankamálinum taka vit bert sum eitt dømi um tað sama, nevniliga at danski forsætisráðharrin ynskir [...] fyri Tinganes. Men enn er bert talan um óváttað orð í einum samráði í fólkatinginum, har Frank Jensen umframt at beklaga, at danskir embætismenn ikki høvdu tikið málið um inhabilitetin hjá skrivaranum í b [...] leggja prógv fram, sum vísa, at Tinganes hevur verið kunnað um málið. OG er tað so, at politikarar og embætismenn í Tinganesi hava vitað um hetta, tá er spurningurin, hvørjar fylgjur tað eigur at fáa.
n fer fyri bakka. NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin [...] andstøðu til viks, tá henda hevur brúk fyri, at løgmaður livir upp til sama demokratiska anda í somu lóg. TAÐ kundi sæð út sum um vit fáa eina styrkiroynd í tinginum og í Tinganesi, nú løgmaður er farin [...] Spurningurin um eina misálitisváttan á løgmann hevur verið frammi áður. Tað hevur ljóðað, at onkur hevur umhugsað eina slíka, nú meðan hann er burturstæddur. Vit ivast tó stórliga í, um tingmenn tora
undir samráðingum við danir um yvirtøku og loksins viðurkenning dana, at undirgrundin er okkara. Sum upprunafólk mugu vit tvíhalda um henda rætt og líka mikið um talan er um delegatiónsteoriir ella ikki [...] bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frá dønum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini [...] Føroya løgting og Føroya landsstýrið eiga nú í felag at viðgera málið um bankakanningina og avleiðingarnar av henni. Nú ræður um at standa saman. Fara vit nú út við fleiri signalum kann hetta seta fót
Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð [...] og í semju fara undir samráðingar við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini [...] kunnu kortini seta spurnartekin við, um føroysku politikararnir hava dugað nóg væl at fylt karmarnar innan Heimastýrislógina. Á tingborði liggur í løtuni uppskot um setan av stjórnmálanevnd. Edmund Joensen
møgleikar fyri lobbyarbeiði - fyri at kunna sannføra bretar um týdningin tað hevur fyri okkum, at undirgrundarmark og fiskimark eru tað sama og eru ein ella onnur miðlinja. VIT eru ikki ósamd við løgmanni [...] gleðiligt at hoyra, at hægsti danski politikarin vil hjálpa okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er førur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er tað [...] rmaðurin og nú løgmaður, var hart ímóti, at danir lótu okkum samráðingarleiðsluna. Spurningurin er um ikki júst henda avgerðin var skilagóð, tí neyvan hevði ein donsk samráðingarleiðsla hildið so fast
Føroyum um, at so má verða. Trý uppskot eru á borðinum. Fyri tað fyrsta er »loysing her og nú« frá tjóðveldisflokkinum. Tað hevur ongan meiriluta. Fyri tað næsta so er tað sambandsuppskotið um E.U.-limaskap [...] byggir á samstarv, har arbeiðsbýtið er sambært heimastýrislógina. Lógin er leyst orðað og virkar bert, um álit er ríkispartarnar ímillum, har føroyska landsstýrið og danska ríkisstjórnin í felag taka ábyrgd [...] n, og danska Schlüterstjórnin røkti ikki sínar skyldur sambært heimastýrislógini, tá hugsað verður um eftirlit við peningaverðini. ÚRSLITIÐ kenna vit. Kreppuloysnirnar hava afturlítandi verið sømuligar
niður á onnur. Løgmaður átti at skammast. Hesin sami maður, sum annars við stoltleika tosar um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd, tekur við nýggjársrøðum sínum grundarlagið undan hesum sínum vøkru [...] Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar. Vit eru ein [...] og vilja vera partur av umheiminum við tí virðing og ábyrgd tað ber í sær. TAÐ er ein misskiljing, um verandi løgmaður heldur, at nýggjársrøða hansara skal vera ein valtala fyri egna flokk sín. Tíanverri
talan um eina sera álvarsliga álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Tí hvussu vit enn venda hesum og royna at skilja donsku tiltøkini, so verður ilt at koma uttan um, at danir hava gloymt alt um virðing [...] uppskot fyri tingið um eina broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Nakað, sum er alneyðugt - uttan at adressan skal eita loysing her og nú. Heimastýrið fyllir 50 ár í apríl, uml. um sama mundið sum vit skulu [...] kanska býta hetta upp í tveir høvuðspartar. Annar er spurningurin um eina komandi oljuvinnu og marknatrætuna við bretar. Hin er spurningurin um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í tí fyrra