Fía í Túni av Toftum er nýggjur formaður í Lymfødemfelagnum. Á aðalfundi felagsins 29. mars stóðu 2 nevndarlimir, Henny Biskopstø og Ásla Stenberg, og tiltakslimurin Minna á Hædd, fyri vali. Henny Biskopstø [...] Biskopstø tók ikki við afturvali, meðan Ásla Stenberg og Minna á Hædd halda fram í nevndini. Nývald í nevndina er Elsa Wolles. Henny Biskopstø hevur verið formaður seinastu 5 árini og annars verið nevndarlimur [...] Johannesen, kassameistari, Ásla Stenberg, skrivari, og Elsa Wolles, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Minna á Hædd og Eyðbjørg Djurhuus.
sendingina Bátaradio frá Bátafestivalinum á Toftum. Reportarar vóru Petur Asbjørn Lervig og Vilmund D. Jacobsen. Hoyr samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi umborð á “Bellu”. Vilmund prátaði við Jens Mortan [...] kokkin, Ronnie Svalbard, ið siglir í Noregi. Vilmund prátaði eisini við Andrass Magnussen umborð á Bellu. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Vilmund gjørdi við Jens Mortan Rasmussen, Ronnie
at viðmerkja. Men tað var tað gjáramorginin, tá ið løgreglan kannaði ferðsluna við skúlan á Toftum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at har fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava [...] hampiliga, um børn sita í trygdarbelti, og um smáu børnini eisini sita á barnasetri. Løgreglan kannar eisini um børnini sita við tasku á rygginum, tí tá hava tey onga nakkastuðul, skuldi eitt óhapp hent.
báturin Gadus, sum er heimahoyrandi á Toftum, meðan hann lá bundin á Skipanesi. Gadus, sum er ein 20-tonsari, rak inneftir og fór á land einar 250 metrar longri inni á fjørðinum. Báturin fekk ikki stórvegis [...] stórvegis skaða. Eingin var umborð á bátinum, og Tjaldrið kom og tók Gadus avaftur. Sum skilst, so er hesin báturin ikki í drift longur, og báturin verður helst skrottaður skjótt. Eitt ferðsluóhapp hendi henda [...] maður koyrdi av Kambsdali til Fuglafirðar, tá tað eina hjólið punkterar. Førarin missir tamarhaldið á bilinum, sum endar í autoverjuni. Maðurin fekk ongan stórvegis skaða. Friðarligt í Havn Løgreglan í
Mánamorgnar framyvir verður nýggj fyrrapartssending á FM1 nevnd "10.05". Vertur verður Óli G. Samuelsen. Evnini í sendingini verður um alt møguligt, og ætlanin er, at gestir skulu vitja Rásarúmið í Krosslíð [...] Krosslíð 2 í Havn hvønn mánadag fyrrapart. Gestir mánamorgunin 6. mai verða Jack Højgaard av Toftum, Magni Mohr í Havn, og Jákup Súni Berg í Havn. 80 ára gamli Jack Højgaard er ein knassi, og hann hevur [...] Rynkeby. Samrøðan við Magna Mohr og Jákup Súna Berg kemur at snúgva seg um heilsu og venjing. TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI , og hoyr vertin, Óla G. Samuelsen greiða frá sendingini.
klokkan 19. Hóskvøldið 30. juni tekur NSÍ ímóti hvítarussiska liðnum, Shakhtyor Soligorsk á Svangaskarði á Toftum. Talan er um dyst í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini. [...] ein maður í undirtali. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Helgi L. Petersen var viðmerkjari. NSÍ vann seg upp á annað plássið í effodeildini, og hava runavíkingar nú 30 stig, fimm stig færri enn [...] TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásagnirnar hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum, sum komu í dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík, sum NSÍ vann, hóast teir í yvir 70 minuttir vóru ein
taka í nýtslu hjá toftafólki. Nes Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at bygdaráðið tann 22. juni samtykti at fara undir bygging av vøggustovu á Toftum. Vøggustovan, sum verður í kjallaranum í nýggja b
ið 12. juni klokkan 19 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum við einum donskum manskóri, sum kallast Horne Manskór. Kórið kemur úr Horne á Suður Fjóni, sum liggur seks kilometrar vestan fyri Faaborg [...] kórið vitjar í Føroyum. Kórið vitjar í døgunum 11.-15. juni. Tað verður bert tann eina konsertin, men á ferðini í Føroyum fer kórið eisini at gera ymiskar útferðir. - Horne Manskór, sum telur 45 mans, syngur
nýggjárshaldið, sum Tofta ítróttarfelag skipar fyri á hvørjum ári, verður útsett. Ætlanin var at hava nýggjársbál og at skjóta fýrverk inni við Rætt á Toftum nýggjársaftan, men vegna vánaligar verðurforsøgnir
ella útlendskt? - Eg lesi nógv, serliga føroyskt, men eisini útlendskt. Tað sigur Jóhanna Petersen á Toftum, sum alt sítt arbeiðslív hevur verið lærari. Hvørja bók lesur tú júst nú? - Beint nú lesi eg “Den [...] hvussu vit hava búð og búleikast í Føroyum frá miðøld til 1960, har serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum? - Eg haldi, at