Fía í Túni av Toftum er nýggjur formaður í Lymfødemfelagnum.
Á aðalfundi felagsins 29. mars stóðu 2 nevndarlimir, Henny Biskopstø og Ásla Stenberg, og tiltakslimurin Minna á Hædd, fyri vali. Henny Biskopstø tók ikki við afturvali, meðan Ásla Stenberg og Minna á Hædd halda fram í nevndini. Nývald í nevndina er Elsa Wolles.
Henny Biskopstø hevur verið formaður seinastu 5 árini og annars verið nevndarlimur, síðani felagið varð stovnað í 1996.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Fía í Túni, formaður, Harriet Nybo, næstformaður, Arnhild Johannesen, kassameistari, Ásla Stenberg, skrivari, og Elsa Wolles, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Minna á Hædd og Eyðbjørg Djurhuus.