Veðurlíkindini í kvøld eru rættiliga vánalig, og av tí sama gjørdi Runavíkar kommuna í gjár av, at framskunda nýggjársbálið, og tí varð brent nýggjársbál í gjár kl. 19.
Kommunan boðar tó frá, at kyndlagongan verður sum ætlað. Kyndlagongan byrjar kl. 21. frá Æðugøtu, Ærgirsbrekku og frá Glyvra skúla, haðani gingið verður til ráðhúsið, har Jonhard Hansen heldur røðu.
Samstundis boða eisini Nes kommuna og Tofta ítróttarfelag, at nýggjárshaldið, sum Tofta ítróttarfelag skipar fyri á hvørjum ári, verður útsett.
Ætlanin var at hava nýggjársbál og at skjóta fýrverk inni við Rætt á Toftum nýggjársaftan, men vegna vánaligar verðurforsøgnir er nýggjárshaldið útsett.
Eftir ætlan er nýggjárshaldið útsett til eitt av fyrstu kvøldunum í komandi ári.