Dygdin á føroyskum bókum er góð

- Eg ynski mær bókina, sum Jóan Pauli Joensen hevur skrivað, “Í stovuni sofu, í køki komfýr”, sigur Jóhanna Petersen, sum hevur verið lærari alt sítt lív.

 

 

Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt? 

- Eg lesi nógv, serliga føroyskt, men eisini útlendskt.

Tað sigur Jóhanna Petersen á Toftum, sum alt sítt arbeiðslív hevur verið lærari.

Hvørja bók lesur tú júst nú?

- Beint nú lesi eg “Den skjulte vestkyst”, sum Stine Troldtoft Andersen hevur skrivað.

Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?

- Eg ynski mær bókina, sum Jóan Pauli Joensen hevur skrivað, “Í stovuni sofu, í køki komfýr”. Bókin lýsir, hvussu vit hava búð og búleikast í Føroyum frá miðøld til 1960, har serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960.

Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?

- Eg haldi, at dygdin í føroyskum bókum er góð, sigur Jóhanna Petersen.