Leygarmorgunin sleit báturin Gadus, sum er heimahoyrandi á Toftum, meðan hann lá bundin á Skipanesi.
Gadus, sum er ein 20-tonsari, rak inneftir og fór á land einar 250 metrar longri inni á fjørðinum. Báturin fekk ikki stórvegis skaða. Eingin var umborð á bátinum, og Tjaldrið kom og tók Gadus avaftur. Sum skilst, so er hesin báturin ikki í drift longur, og báturin verður helst skrottaður skjótt.
Eitt ferðsluóhapp hendi henda sama morgunin. Ein maður koyrdi av Kambsdali til Fuglafirðar, tá tað eina hjólið punkterar. Førarin missir tamarhaldið á bilinum, sum endar í autoverjuni. Maðurin fekk ongan stórvegis skaða.
Friðarligt í Havn
Løgreglan í Havn hevur havt eitt friðarligt vikuskifti. Tríggir bilførarar vórðu tiknir við kenning, og tríggir svóvu rúsin av sær á støðini.