støðuna og, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri børnini, bæði viðvíkjandi undirvísing og tryggleikanum. Bæði Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Fíggjarmálastýrið, Lærarafelagið, Skúlaráðið og Barnaverndin [...] rættiliga nógvar frítímar inn ímillum og hesar millumtímarnar ganga tey fyri vág og vind tí lærararnir, sum eru til arbeiðis, hava ikki umstøður at ansa eftir børnunum. Og tað dámar foreldrunum í Hoyvík lítið [...] hjá børnunum mótvegis skúlanum verður niðurbrotin, uppmøtingin versnar og sostatt eisini áhugin og næmingarnir ganga fyri vág og vind í millumtímunum. Foreldrini heita tí staðiliga á myndugleikarnar um
Egilstoft Nielsen og Bernhard Augustinussen vunnu á ávikavist 2.-, og 4. borði á Rana Nolsøe og Janusi Skaale, meðan Rógvi Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen á 1. borði, og Torkil Nielsen og Steintór Rasmussen [...] Streymur er fremst og hevur 21½ stig, Tofta Talvfelag hevur 19½ og Sandavágur 18½. Telvað verður í øllum deildum í dag. Dystirnir í 1. deild verða hesir: Havnin - Klaksvík, Kollafjørður - Sandavágur og Gøta - [...] uppflyting millum Klaksvík, Sandavág og Vestmanna. Klaksvíkar Talvfelag hevur 20½ stig, Sanadvágur 20 og Vestmanna 19. Innanhýsis dystir millum odaliðini eru eftir bæði í morgin og í síðsta umfari. Í 3. deild eru
Nykøbing Sjælland, barnasjúkur og oyra/nøs og háls á Sundby Hospital. Síðani komu vit heimaftur og tóku tað endaliga prógvið. Alt hetta sjóvaði okkum saman, og hava vit nógvar glaðar og ógloymandi løtur saman [...] íklæddar stríputum (blátt/hvítt) bummulsbúnum við flipp og sloyfu, fyriklæð og kappa. Har lærdu vit tað praktiska arbeiði í sjúkrarøktini, og at hava umsorgan fyri sjúklingunum, sum vit bert høvdu lisið [...] Allar so ymiskar av lyndi og lagnurnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí viðráki og mótrákið, sum tað nú einaferð hevur at bjóða. Tvær eru tíverri ikki millum okkum meira, og minnast vit tær við sakni
nú heilsumál og almannamál, at ríkisveitingin er lækkað 360 mió.kr. Heilsumál eru afturúrsigld og vit vita, at innan alt heilsu- og sjúkrahúsøkið er neyðugt við bæði hægri rakstrarjáttan og størri íløgum [...] málsøki raðfestast fremst. So má heldur okkurt annað svíða og bíða. Er tað veruliga so, at fíggjarlógin hækkar útvið 200 mió.kr., so er tað nógv og nógv meiri enn prísvøksturin í landinum er og tað er órógvandi [...] ábótum eins og lønarlagið hjá teimum alment løntu var afturúrsiglt. Men tað hevur latið seg gera at økja fíggjarlógirnar, tí tað hevir vignast so væl búskaparliga. Fiskiveiðan hevur verið góð og prísirnir
fríspark beinleiðis í málið. Seinasta partin av dystinum var heimaliðið aftur omaná, og og tá fyrst Brian Jensen og síðani Finnbjørn Zachariassen sendu skot í netmeskarnar, var allur ivi um úrslitið ruddaður [...] sigur, og hóast B36 í løtum var væl við, so mundi sigurin sum so vera í lagi. Heimaliðið hevði betra spælið meginpartin av fyrra hálvleiki, og teir fingu eisini tvey mál, sum Jón Sigurd Gleðisheygg og Knút [...] steðgurin í bestu deildin ivar tó stuttur, og í 1995 var felagsliðið aftur at síggja í aðru deild. Ringa byrjan Síðani tá hava teir verið fastir fúsir í næstbestu deildini, og stríðið hevur snúð seg meira um at
Í hesum sambandi vóru gestir komnir úr Íslandi. Fyrst og fremst var tað sonur skiparan, Kristinn Petursson. Hann verður 51 ár tann 20. juli og hevur tí ikki verið hálvt ára gamal, tá ið hann misti pápan [...] seinni til Reykjavíkar og fekk har fýra børn afturat. Kristinn varð verandi hjá ommuni og abbanum í Neskaupstaði, har hann býr enn. Hann gjørdist trolaramaður eins og pápin og hevur verið fiskimaður [...] íslendingum og føroyingum, har báðar tjóðirnar hava livað av tí, sum havið gevur, og sum eisini máttu lata, tá ið havið tók. Minnissteinurin varð avdúkaður av soni og beiggja skiparan, og aftaná vóru
Athletes, ROA, og tey verða í allar mátar við á OL á jøvnum føti við øll hini, og sostatt skulu tey bæði kappast og búgva saman við hinum itróttarfólkunum. Tey verða eisini undir somu dopingreglum, og annars undir [...] liðleiðarum, hjálparfólki og útgerð og IOC útvegar teimum eisini búnarnar, tey skulu kappast í. Og IOC rindar eisini allar ferðaútreiðslur, allar útreiðslurnar til fyrireikingarnar, og aðrar útreiðslur fyri [...] landslið at umboða, onki flagg at umboða og ongan tjóðsang at umboða, og tí bjóða vit teimum vælkomnum undir olympiska flagginum og undir olympiska eyðkennislagnum, og tey fáa eitt heim saman við 11.000 øðrum
fløgg og gott lag við. Ellisakfør eru vælkomin við og koyra fremst. Kostnaður er 50 kr børn 4-14 ár Vaksin og børn 0-3 ár ókeypis Kl 14.15 Innritan av kassabilum til kappkoyringina, røða og sangur [...] árum síðani, og tá var undirtøkan sera góð. Fleiri bilar kappaðust, og nógv fólk vitjaðu. – Tað er eingin tilmelding til tiltakið. Tað var tað heldur ikki seinst. Tá visti eg um fýra bilar, og tað komu 14 [...] felagsangur og grilling
Kappingarnar verða hesar: 1 SKJÓTASTI BILUR 2 KREATIVASTI BILUR 3 TRYGGASTI BILUR Treytin er at: kassabilurin skal vera heimagjørdur, hava róður og bremsur, og førarin skal
Erlu Kongsdóttir, sum er fremst. Erla Kongsdóttir hevur vunnið í Hvalvík og Runavík við tveimum sekundum, og í Vági vann Erla við næstan 4 sekundum. Teistin vann í Klaksvík og í Sørvági. - Tað, at vit [...] spentar og vilja gera alt fyri at vinna í morgin. Vit taka onki fyri givið, og vit vita, at tær á Erlu Kongsdóttir fara at gera alt fyri at vinna. Vit hava fyrireikað okkum væl alla vikuna og eru klárar [...] Vit hugsa um okkara egna róður og kenna einki trýst á okkum, sigur 23 ára gamla Anna Katrina Larsen, bátsforkvinna á Teistanum. Hon hevur róð í 6 ár, harav 4 við Teistanum, og hon var við, tá ið Teistin í
krónur í 2015 og tvær miljónir krónur í 2016. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur, at FarGen er ein verkætlan, sum ber í sær stórar møguleikar. Hon kann draga bæði íløgur og fólk til Føroya og lyfta Føroyar [...] karmarnar, og etisku atlitini hava kravt djúptøkna viðgerð. Men, vit hava nú greiða lóggávu á økinum. Verkætlanin skal samskipast av ílegusavninum, og hon skal vera undir dyggari, royndari og føroyskari [...] telving, men tryggu, føroysku lógarkarmarnir og fakliga leiðslan øðrumegin og altjóða áhugin hinumegin gjørdu, at danska stjórnin at enda vildi leggja navn og pening til, sigur Sjúrður Skaale. Hann leggur