Oddagrein: Ógvuliga stór hækking

Fíggjarlógin hækkar eftir øllum at døma útvið 190 mió.kr. næsta ár, men hon fer kortini at hava eitt yvirskot, sjálvt um tað verður heilt lítið. Hetta er tað, sum fjølmiðlar higartil hava verið førir fyri at fáa fram, áðrenn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mánadagin fer at leggja uppskotið fyri løgtingið.

Hetta uppskotið til fíggjarlóg er tað fyrsta hjá hesum landsstýrinum, men hetta er kortini tað fimta uppskotið til fíggjarlóg hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og Anfinni Kalsberg, løgmanni.

Fíggjarlógirnar eru hækkaðar nógv, síðani teir tóku yvir í 1998, men landið var afturúrsiglt á mongum økjum í allari krepputíðini. Tí varð neyðugt við nógvum samfelagsligum ábótum eins og lønarlagið hjá teimum alment løntu var afturúrsiglt. Men tað hevur latið seg gera at økja fíggjarlógirnar, tí tað hevir vignast so væl búskaparliga.

Fiskiveiðan hevur verið góð og prísirnir á okkara fiskavørum hava ongatíð verið so høgir, sum í undanfarnum árum. Rentan hevur ongatíð verið so lág í eini 40 ár, og so var oljuprísurin eisini eitt skifti sera lágur. V.ø.o. hevur samgongan havt góðar fyritreytir at virka undir.

Men útlitini eru ikki so góð. Alivnnan, sum er ein týðandi útflutningsvinna, hevur verið fyri stórum bakkøstum og prísurin er framvegis lágur, hóast hann kvinkar uppeftir. Harafturat er líkt til, at fiskaprísirnir á vanligu botnfiskasløgunum, heldur fram at lækka, og tað merkist skjótt í føroyska samfelagnum.

Tí er at vóna, at landsstýrið hevur víst varsemi, tá tað hevur mett um búskaparligu gongdina, so fíggjarligi boðin ikki verður spentur ov hart.

Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at tað eigur ikki at fáa avleiðingar fyri eitt nú heilsumál og almannamál, at ríkisveitingin er lækkað 360 mió.kr.

Heilsumál eru afturúrsigld og vit vita, at innan alt heilsu- og sjúkrahúsøkið er neyðugt við bæði hægri rakstrarjáttan og størri íløgum til tól, umvælingar og annað, umframt ta stóru útbyggingina, sum fer fram á Landssjúkrahúsinum.

Harafturat er neyðugt at hækka f´ólkapensjónina nakað afturat og seta munandi meira pening av til búpláss til eldri. Nýggja kanningin vísir, at tørvurin á búplássum er 250. Skal raðfestast mugu hesi málsøki raðfestast fremst. So má heldur okkurt annað svíða og bíða.

Er tað veruliga so, at fíggjarlógin hækkar útvið 200 mió.kr., so er tað nógv og nógv meiri enn prísvøksturin í landinum er og tað er órógvandi.

Sosialurin