Frægast at hava tey smæstu børnini heima

Trygdin hjá børnunum er fremst í huganum, siga foreldur at børnum í Hoyvíkar skúla

Foreldrafelagið í Hoyvíkar hevur aftur havt fund um støðuna í fólkaskúlanum, nú lærararnir hava lagt arbeiðið niður.

Fundurin týskvøldið var fyri øll foreldur at børnum í skúla í Hoyvík og mesta prátið snúði seg um tað óskipaðu skúlagongdina, sum hevur verið í kjalarvørrinum á læraraverkfallinum. Og ikki minst varð tosað um tað ótryggu støðuna, sum børnini eru komin í eftir, at teir sáttmálasettu lærarnir fóru í verkfall.

Verkfallið ger, at børnini hava rættiliga nógvar frítímar inn ímillum og hesar millumtímarnar ganga tey fyri vág og vind tí lærararnir, sum eru til arbeiðis, hava ikki umstøður at ansa eftir børnunum.

Og tað dámar foreldrunum í Hoyvík lítið, tí skúlin liggur ein høvuðsveg við nógvari ferðslu, sum hartil gongur skjótt.

Endamálið við fundinum var at lýsa støðuna og, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri børnini, bæði viðvíkjandi undirvísing og tryggleikanum.

Bæði Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Fíggjarmálastýrið, Lærarafelagið, Skúlaráðið og Barnaverndin í Havn vóru boðin við á fundin, men bara Skúlaráðið møtti. Lærarafelagið gav avboð, tí tað lá ikki fyri.

Á fundinum upplýsti foreldrafelagið, at Undirvísingar og Mentamálastýrið hevði ikki enn svarað áheitanini, sum felagið sendi 13. mars. Í áheitanini varð stýrið mint á, at tað hevði yvirumsjónina við skúlanum og heitt varð á tað um at ansa eftir, at galdandi reglar verða hildnar.

? At stýrið ikki hevur svarað má tulkast sum líkasæla og vit mugu spyrja, hvat fólkaskúlalógin er verd tá ið myndugleikarnir ikki taka hana í álvara, sigur foreldrafelagið.

Felagið sigur, at við verkfallinum er rættiligt óskil komið á undirvísingina.

Men mist undirvísing kemur ikki aftur, hugburðurin hjá børnunum mótvegis skúlanum verður niðurbrotin, uppmøtingin versnar og sostatt eisini áhugin og næmingarnir ganga fyri vág og vind í millumtímunum.

Foreldrini heita tí staðiliga á myndugleikarnar um at greiða ósemjuna, so at undirvísingin kemur í rættlag aftur.

Tey siga eisini, at trygdin hjá børnum er fremst í huganum og tey flestu foreldrini halda tí, at tað er frægast at hava tey smæstu børnini heima, sum støðan er.