kann tykjast løgið at nakar tímir at sita í bili í 33 ár. Pápi, eg veit, um eg spurdi teg, um tú hevði valt okkurt annað, so svaraði tú kortanei, tú hevur nevniliga tað viðfødda, at tú vilt koma í samband [...] fór sjálvt at koyra. Seinastu 17 árini hevur tú trúfastur koyrt skúlabørnini í Àrnafirði. Hetta at børn skulu stundisliga í skúla, man liggja tær nær. Altíð fert tú so stundisliga frá húsum, at lagt er uppfyri [...] øllum blaðsølunum 15 minuttir seinni, ja pápi, sum tú plagar at taka til, fær ein ábyrgd - so má álit vera í. Eg kundi hugsað mær at hildið fram at hugleitt um tykkum bæði, mamma og pápi. Tað hevði blivið
barnaárum. Eitt, sum eg minnist frá barnaárum mínum, var, at eg slapp við babba, tá ið hann saman við øðrum monnum fór at halda møti, t. d. við “Sendiboðnum”, einum báti, teir høvdu tá til at sigla til aðrar bygdir [...] Jacobsen, gekk vakt í turkihúsinum hjá teimum og passaði ketilin. Seinni fór hann at arbeiða sum borari. Hann var við at gera Oyggjarvegin og bæði bergholini norður gjøgnum fjøllini til Árnafjarðar og [...] skilligt, sjálvt um tú ikki longur kanst siga okkum tað við orðum. Tað verður ikki so leingi, til vit øll vera har, sum mamma, Elsebeth og Ejler eru. Har verður gott at vera. Birgir og eg ynskja tær so hjartaliga
landoddar at fáa fong! - So hoyrist á másarøddum upp í Vatnsdali í mai. Flúgva másafuglar upp í loft og lógvin syngur um Skorðatind hátt! ?Sigurd á Gutta, hjartaliga til lukku, nú tú ert áttati ár! Satt at siga [...] blankum vatni í mai. Læt ein so fródliga frótt: Sigurd á Gutta verður áttati ár! - Nei, ikki er tað satt, tað var sum í gjár, hann reikaði her, sum óviti, unglingi - í mandómsins fagrasta skrúð,- fór upp [...] siga var tað sum í gjár, tú fórt um Fuglafjarðarskarð! So brosmubardur mangan vart, áv útróðri komst, og legði til brots um Fjallarust til Oyndarfjørð - til tína heimajørð! - Her hevur tú búð, her hevur
vónandi hevur henda vitjanin birt undir tankan hjá onkrum at færa við skipinum eina tíð, tað verður ein tíð, tit ongantíð fara at gloyma. Minnist til at Logos Hope er ikki eitt skip hjá nakrari ávísari kirkju [...] árið, uttan at hesin túrurin hevur verið umrøddur. Av tí at arbeiðið við at umbyggja skipið dróg so nógv út, vórðu tað mong, sum máttu fara heim og kundu tí ikki verða við á ferðini til Føroyar. Hetta [...] sum ikki reiðiliga skiltu hetta, at Føroyingar skuldu verða so blíðir og fyrikomandi, men tað fingu tey so sjálvi at sanna undir hesi vitjanini í Føroyum. Trúgvi neyvan at skipið hevði verið komi so langt
til og hava roynt seg. Latið tað vera so, at fortreytirnar kunnu vera soleiðis, at tað kann vera hugaligt at royna seg, og ikki so, at allir kveppa seg fyri at leggja til brots. Tá kann koma rot í tað beinið [...] eisini broyttar, og tey, sum høvdu áræði til at virka, máttu aftur royna at laga seg til nýggju umstøðurnar. Nú bar aftur til at selja saltfisk, hóast mangir hildu, at tað var ein farin tíð með alla, men nú [...] men tað ráddi um aftur at leggja á annan bógv, og tá eydnaðist at fáa sild í Norðsjónum. Hetta hjálpti væl uppá búskapin. Men tað var annað at fáa í Norðsjónum, og nakrir byrjaðu at veiða fiskasløg til ídnað
tit ofta um tann góða 1924-árgangin. At gerast hundrað ár? Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal. Tað fær meg og okkum øll at hugsa um, hvat tað man hava at siga at hava livað í heili 100 ár – eina heila [...] er mær ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og tað takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga [...] Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum
so plagdi tú at tala at við tínum vakra eystanmáli. Jógvan´sa partur lá ikki eftir, tá tað umráddi at útvega skip til oynna, saman við bygdamonnum úr Dali, og má sigast at væl gekk. Minnist serliga væl [...] trivna á arbeiðsplássinum. Serliga minnist eg dreingirnar, hvussu spentir teir vóru, tá Jógvan hevði lova at fortalt teimum ymist søguligt. Hann kundi siga so væl frá, at børnini sótu við føtur í spenni. [...] helt hann seg ikki aftur, at verða verja fyri okkara økið. Tá ið kreppan var størst í Føroyum, var Jógvan ein sum kempaði fyri Sandoyarætlanini, og má sigast, at tað var eitt satt bragd, hóast ikki teir stóru
Á Viðareiði var gott at vera, og nóg mikið var at taka hond í, bæði hjá foreldrum og hjá børnunum, so hvørt tey vuksu til, og kundu taka hond í við arbeiðinum - tí tað vita øll, at á einum bóndagarði er [...] føddur og uppvaksin í Havn, í Gundadali, har eg sum smádrongur vitjaði, við tað at mamma og Birta vóru vinkonur, og minnist eg væl hesi fryntligu fólkini Niels Johannes og Birtu, sum búðu í hesum vøkru hvítu [...] á Gerðagøtu. Men tá Daisy var 12 ára gomul flutti húskið til Havnar at búgva, og har lærdu tey bæði, Daisy og Ásbjørn hvønn annan at kenna, og skjótt rann saman, tí kærleikin og kemiurin var 100%. “Mi
útróðrarmann at passa, og 10 børn í húsinum, við so at siga ongum hentleikum at ráða yvir, so var altíð so skínandi reint og ruddiligt í heiminum. Hvussu ófør og arbeiðsom mamma okkara er, gav at bíta, tá [...] ung til Klaksvíkar at arbeiða og eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937 fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen, trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyingahavnina at arbeiða á føroyska [...] og altíð er hon líka blíð og tekur hjartaliga væl ímóti okkum. Sjálvt hevur hon eisini verið ófør at vitja síni nærmastu. 70 ára føðingardagin helt hon hjá elsta soninum í Noreg. Í 1994 var hon í Bretlandi
góðskuni. Eg má bara siga, at tað skuldi ein rættiliga góð pera til at hava skil á øllum teimum tølum og data, sum tú bara hevði í høvdinum á ein slíkan hátt, sum bara tú kanst tað. Eg plagdi at arbeiðaa har í [...] dagar, sum tú sjálv pagar at taka til. Sum føðingardagurin nærkaðist, gjørdist eg bráddliga so nostalgisk og fór at minnast gamlar dagar. Sum barn havi eg manga góða løtuna at minnast aftur á í ommusa húsi [...] skúlagongd ella útbúgving, tú ynskti tær, men hetta hevur ikki forða tær í at hjálpa mær við millum annað at skriva stílar ? minnist tú tað? Væl gekst mær, tá eg tók við tí vegleiðing, ið tú gav. Eg lærdi