Letur ein lógv frammi í Skarð
á skarðlendisleið,
og másafuglur heldur fund uppi í Vatnsdal'
millum svimjandi eyðrriðar og síl
á blankum vatni í mai.
Læt ein so fródliga frótt:
Sigurd á Gutta
verður áttati
ár! -
Nei, ikki er tað satt,
tað var sum í gjár,
hann reikaði her,
sum óviti, unglingi -
í mandómsins fagrasta skrúð,-
fór upp um skørð, -
legði til brots
út um nes og flúr,
og reið av sær mangan skúr
og mangt eitt nos og bylgibrot
á ytstu miðjum við Grønlandsfjørð
og Íslands kørgu jøkulsjørð. -
Frintligur, blíður og skemtingarsamur
ert tú altíð.
Vaksin upp á Gutta,
har mansevnið
millum brøður so sterkar
spældi í vøddum og spong
millum Nestanga og Stong
í Guttabáti -
út um landoddar
at fáa fong! -
So hoyrist á másarøddum upp í Vatnsdali í mai.
Flúgva másafuglar upp í loft
og lógvin syngur um Skorðatind hátt!
?Sigurd á Gutta,
hjartaliga til lukku,
nú tú ert áttati ár!
Satt at siga var tað sum í gjár,
tú fórt um Fuglafjarðarskarð!
So brosmubardur mangan vart,
áv útróðri komst,
og legði til brots
um Fjallarust
til Oyndarfjørð -
til tína heimajørð! -
Her hevur tú búð,
her hevur tú virkað,
her stendur tín kirkja
her stendur títt skrúð!
Heilsan
Frits