Táið man skal tala um ein, sum hevur føðingardag ella jubileum, og enntá ein 100 ára dag, so plagar man at taka tað positiva fram, og tað ætli eg mær eisini at gera.
Eg vil ikki tala so nógv um felagið sjálvt, men heldur um nakað av tí, sum limir tess hava útint ígjøgnum eina øld. Hvussu teir hava megnað at leggja á annan bógv, táið fortreytirnar eru broyttar, og eisini at royna nakað nýtt, sum onnur ikki hava fingið eyga á.
Salt- og klippfiskurin var álitið
Táið felagið varð stovnað, var sluppfiskiskapurin komin í hæddina, og skipini royndu mest undir Føroyum og Íslandi, og tað var toskur, sum varð flaktur og saltaður, sum kom í lastina og varð síðani útfluttur, antin sum saltfiskur ella klippfiskur, meginparturin til Spania. Óivað var hetta tað, sum útvegaði næstan allan valutan til Føroyar.
Tað gingu mong ár, áðrenn annað enn toskur, veiddur við snøri og nakað við línu, útvegaði føroyingum útlendskt gjaldoyra. Táið búskaparkreppan byrjaði fyrst í 1930árunum, og spanska borgarakríggið eisini breyt út, bleiv torført at koma av við saltfiskin. Hetta var ein ring tíð fyri føroyingar, og mong reiðarí fóru av knóranum.
Vesturgrønland kemur inn í myndina
Aftan á Fyrra Heimsbardaga vórðu nýggjar leiðir troyttar, m. a. Vesturgrønland og Barentshavið. Undir Vesturgrønlandi vóru tað mest sluppirnar og skonnartirnar, sum fóru tann vegin, meðan trolararnir fóru upp til Norðurnoregs. Hetta vóru nýggjar avbjóðingar, og serstakliga var tað vandamikið at royna undir Vesturgrønlandi, tí har var ofta nógvur ísur og vánalig land- og sjókort, og forboð fyri at koma inn til lands, men tað bar til at troyta leiðirnar har, hóast umstøðurnar vóru vánaligar.
Seinni Heimsbardagi broytir fortreytirnar
Seinni Heimsbardagi kom við sínum avbjóðingum, og føroyingar vórðu noyddir at leggja á annan bógv. Saltfiskamarknaðurin var burtur, men bretar høvdu brúk fyri feskum fiski, og tí varð nú siglt til bretskar havnir við veiðini. Íslendingar góvust mitt undir krígnum at sigla til Bretlands vegna krígsvandan, men føroyingar hildu fram, men tá varð lagt um til at keypa fisk í Íslandi og føra hann til enskar og skotskar havnir. Ein kann siga, at nú var tað ein farmavinna, sum flutti vørur úr Íslandi til Bretlands. Hetta kostaði Føroyum mong mannalív og eisini skip, men í krígstíðum er altíð vandin størri, og teir, sum lógu eftirá, gjørdu, at tey, sum yvirlivdu, kundu lívbjarga sær. Hetta eiga vit ikki at gloyma.
Gomul skip og dýrt kol
Táið heimsbardagin var av, áttu Føroyar pening í útlondum. Tíðirnar vóru eisini broyttar, og tey, sum høvdu áræði til at virka, máttu aftur royna at laga seg til nýggju umstøðurnar. Nú bar aftur til at selja saltfisk, hóast mangir hildu, at tað var ein farin tíð með alla, men nú vantaðu skip, tí tey, sum vóru eftir, vóru gomul og fá, og tí máttu onnur skip útvegast. Tað var torført at byggja nýggj skip. Tey vóru fyri tað fyrsta dýr, og tað vóru ikki bert føroyingar, sum høvdu mist nógv skip, og m. a. skuldu bretar byggja teirra flota uppaftur, so tað var trongligt á skipasmiðjum. Úrslitið varð, at gamlir trolarir vórðu keyptir, mest úr Bretlandi. Hesir vóru kolfýrdir og óøkonomiskir, og tað bøtti ikki um, táið Koreakríggið byrjaði fyrst í 1950árunum, og eftirspurningurin eftir koli øktist so nógv av tí orsøk. Vit kenna støðuna aftur, nú ið oljan gjørdi eitt skarvslop og mundi kollrent alt vinnulív. Tað endaði við, at flestir av trolarunum fóru á heysin, og føroyingar sótu aftur eftir við einum ómodernaðum og lítlum flota.
Enn var einki annað hent í 20. øld, sum hjálpti til at útvega valuta frá útlandinum.
Nýggir fíggingarmøguleikar
Fyrrapartin í 1950árunum var flotin so lítil í mun til teir sjómenn, sum vóru tøkir, at fleiri túsund føroyingar sigldu við útlendskum skipum. Bara í Íslandi vóru upp til 1.500 mans okkurt árið. Men so var Ognarfelagið stovnað, sum var ein forleypari til Realkreditstovnin, sum, so vítt eg minnist, varð stovnaður við einum grundkapitali uppá 40 milliónir krónur, og sum skuldi nýtast til at fíggja ein nýggjan føroyskan fiskiflota. Hetta setti gongd í at útvega nýggj skip, og frá seinast í 1950árunum og fram ígjøgnum 1960árini var veruliga gongd komin á at endurnýggja fiskiflotan.
Aðrar leiðir og onnur fiskasløg
Nú varð aftur lagt á annan bógv. Framvegis vórðu nýggjar leiðir royndar. Tað var farið til Nýfundnalands, og sildafiskiskapurin norðanfyri Føroyar tók seg upp. Nú var tað ikki bert toskur og eitt sindur av hýsu, men sild, sum varð fingin við gørnum og varð saltað umborð. Seinni kom kraftblokkurin, og tá tók nótafiskiskapurin seg veruliga upp. Í nøkur ár varð tað roknað sum eitt ævintýr, tí væl var at tjena hjá bæði manning og skipaeigarum.
Teir allarflestu, sum áttu og róku hesi skip, vóru limir í Reiðarafelagnum, og sum útvegaðu vøruna til at fáa valuta til landið, og tað var so neyðugt, tí so lítið er, sum kann framleiðast í Føroyum til heimabrúk. Tó skal verða sagt, at útróðrarflotin, sum hevði sítt egna (síni egnu) feløg, hevur eisini havt sín leiklut í at fáa pening til landið.
Men framvegis er tað fiskurin, sum stendur fyri meira enn 95 % av útflutningsvinnuni.
Norðsjógvurin
Sildin norðan fyri Føroyar var góð, so leingi tað vardi, men í 1968 hvarv hon, og tað verður enn umrøtt, hví so var, men tað ráddi um aftur at leggja á annan bógv, og tá eydnaðist at fáa sild í Norðsjónum. Hetta hjálpti væl uppá búskapin. Men tað var annað at fáa í Norðsjónum, og nakrir byrjaðu at veiða fiskasløg til ídnað, sum ikki var veitt av føroyingum áður. Ein stórur partur varð avreiddur í Føroyum, og tað mundu vera einir 30 ídnaðartrolarir, táið teir vóru flestir.
Hemari og laksur
Tað vóru tvey onnur fiskasløg, sum komu at hava týdning fyri nøkur skip. Tað var hemari og laksur. Hetta var fiskur, sum sveimaði víða; hemarin veiddur við línu frá Føroyum og vestur móti USA strondini, laksurin mest við gørnum og nakað við línu norðanfyri Føroyar og upp móti Svalbard, men eisini við Vesturgrønland. Hetta vardi ikki so leingi, men gav nøkrum skipum og monnum útkomuna nøkur ár. Laksafiskiskapurin endaði við at verða keyptur av íslendingum, tí teir vóru ræddir fyri at missa sín sportsfiskiskap í teirra áum, sum gav teimum nógvan pening frá ríkum útlendingum.
Rækjur
Fyrst í 1970árunum kom eitt fiskaslag inn í fiskiskapin, sum var væl øðrvísi enn onnur, og sum ikki so mong høvdu stóra tiltrúgv til. Tað var lítla krabbadýrið rækja, sum kom at vera eitt slag av ævintýri nøkur ár, tí táið pionerarnir høvdu sett spónin í greytin, og aðrir komu aftrat, bleiv tað ein vinna, sum gav manningunum sera góða hýru nøkur ár, og eigarunum so mikið, at teir hildu fram við at gera íløgur í hana, men hetta sum so mong onnur ævintýr fánaði burtur, og fá skip eru eftir, sum royna at halda fast í hesa vinnu, mest tí at leiðirnar trongdust, tí havið bleiv býtt upp millum tjóðirnar.
Heimaleiðir
Heimaleiðirnar hava mest verið troyttar av útróðrarflotanum, men táið sjómarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. január 1977, fóru onnur før at royna undir Føroyum. Tað gekk ikki bara gott at byrja við, men sum tíðin gekk, so eydnaðist tað betri og betri. Tað bleiv ein rættiliga stórur floti til endan, bæði trolarir og línuskip, garnaskip sum royndu eftir svartkalva og blálongu, so tað kom fitt av fiski av heimaleiðunum frá seinast í 1970árunum og út eftir. Sáttmálar vórðu gjørdir við onnur lond um at fiska á teirra leiðum, móti at teir kundu fiska í okkara sjógvi, og tað gjørdi, at tað ikki bleiv ein fullkomin kollvelting í veiðimynstrinum. Ein av oljukreppunum kom samstundis, sum henda umleggingin fór fram, og gjørdi hon støðuna munandi verri, men tá var tað, at trolararnir fóru í parlag, og spardi harvið munandi av olju.
Enn var útflutningurin av fiskavørum omanfyri 95 % av samlaða útflutninginum.
Svartkjafturin og annað
Svartkjafturin var í fyrstani mest nýttur til at býta um við russar fyri at fáa tosk í býti frá teimum, so saltfiskatrolararnir, sum seinni partvís vórðu broyttir til flakatrolarar, kundu halda fram í eystara parti av Barentshavinum. Svartkjafturin var ikki nógv umhildin av mongum føroyingum, men so við og við, sum kunnleikin til at fiska hann øktist, kom hann at hava størri týdning, og nú, ið hann varð nógv niðurskorin í kvotuparti til føroyingar, var tað næstan katastrofalt.
Tað kunnu nevnast onnur ting, sum eisini hava havt týdning, t.d. bátarnir í Eystursjónum, sum róðu út frá Bornholm, ídnaðarskipini og garnaskipini undir Føroyum, skeljafiskiskapurin, støð í Dakar í Senegal, Namibia, Suður Afrika, Mauretania, Surinam og í Suður Kyrrahavinum. Búrfiskur á Atlantsrygginum. Alt hetta hevur havt týdning, og menn hava lagt nógv fyri, og ikki hepnaðist tað væl hvørja ferð, og teir mistu nógvan pening og við hvørt eisini skipini.
Samanumtikið
Um vit so taka samanum, so hava hesir persónar, sum hava myndað Reiðarafelagið gjøgnum hundrað ár - eg vil ongan nevna, tí tá hevði talan verðið alt ov long – teir hava havt skil fyri at leggja á annan bógv, táið ein møguleiki er fánaður burtur. Teir hava roynt aðrar leiðir, farið eftir øðrum fiskasløgum, roynt nýggjar fiskihættir, hava ment nýggj sløg av skipum, hava ofta verið undangongumenn í øllum hesum, og hava harvið skaffað pening til at reka tað føroyska samfelagið fyri, og enn er einki munandi bein komið í staðin. Tó, eitt bein kom aftrat, og tað var eisini eitt fiskabein. Alingin tók seg upp í 1980árunum, men visnaði burtur aftur. Tað beinið var bókstaviliga sjúkt, men tað grøddist og er komið fyri seg aftur, og er sterkari nú enn tá. Onnur bein hava havt ilt við at vaksa seg út, men gott hevði verið, um nakað annað kom, tí tað er ótrygt, táið bert hálvtannað bein er at standa á, serstakliga táið fiskivinnan mangan verður umtalað so negativt sum livigrundarlag fyri modernaði menniskjur, men eg haldi, at vit skulu ikki undirmeta, at vit hava umleið 500.000 tons av fiski, sum kunnu veiðast hvørt ár, og vit eiga at gera brúk av tí, og ikki sleppa tí – um nakrantíð - fyrrenn nakað annað er komið ístaðin, sum veruliga munar.
Ein áminning
Vit føroyingar hava verið tengdir at fiskivinnuni í meira enn 100 ár, og vit hava tillagað okkum til broyttar tíðir og broyttar umstøður. Vit hava livað eitt rímiliga gott lív, materielt sæð, av okkara fiskivinnu. Tað liggja stórar byrðar óbeinleiðis á henni, og eg vil ráða til, at ikki verða lagdar beinleiðis byrðar á hana, tí hon kann hokna undan. Um pilkað verður við fortreytirnar, so eigur at farast varliga fram, tí tað kann hava stóra ávirkan á okkara samfelag. Nakrir persónar hava staðið fram at gagnnýta hana til frama fyri seg og mong onnur. Nakrir av teimum hava fingið teirra útkomu frá henni, aðrir hava tjent væl eina tíð, meðan aftur aðrir ikki hóraðu undan. Men uppaftur aðrir eru komnir til og hava roynt seg. Latið tað vera so, at fortreytirnar kunnu vera soleiðis, at tað kann vera hugaligt at royna seg, og ikki so, at allir kveppa seg fyri at leggja til brots. Tá kann koma rot í tað beinið, sum vit hava styðja okkum mest til í eina øld.
Tillukku við teimum hundrað, og góða eydnu í komandi øld.
Olaf Olsen