Ein heilsa til pápa mín Edvin Danielsen á 85 ára degi hansara 2. des. 2010

Pápi var føddur 2. des.1925. Foreldur hansara vóru Lisa og Samuel Johannes Danielsen, vanliga nevndur Sammajóannes, úr Kollafirði. .

Pápi var bert ein lítil smádrongur, tá hann misti mammu sína, og kom hann tí at búgva hjá familju í Rituvík í eina tíð. Hann var eisini eitt skifti hjá stóra Martin á Vatnsoyrum, men kom so til Klaksvíkar, har hann búsettist. Hann giftist við mammu, Lenu Danielsen, úr Fuglafirði, í 1952. Tey vórðu gift í Fuglafirði, men settu búgv í Klaksvík beinanvegin í húsum á Selheyggi (tvíhúsum), sum hann hevði bygt saman við ungdómsvini sínum, Elieser Jóhannesen, vanliga nevndur Essa.

Tey fingu trý børn. Eg sjálv Lis eri elst, síðani systir mín Elsebeth og so beiggi okkara Ejler. Vit fingu ta stóru sorg fyrst at missa Elsebeth 1.jóladag 1965, bara 6 ára gamla, og síðani Ejler í mars 1993, bara 27 ára gamlan. Hann hevði júst sett búgv, var giftur við Eyðbritt, og tey áttu tvær fittar smágentur og vóru farin í nýggju prýðiligu hús síni, sum standa undir Hálsi. So hetta vóru dyggir smeitir fyri okkum. Í 1998 høvdu vit ta stóru sorg at missa mammu eisini, tað var ógvuliga tungt fyri pápa og okkum øll, men Harrin, sum vit hava sett okkara álit á, hevur ført okkum ígjøgnum alt hetta. Lovað veri navn hansara.

Pápi hevur verið ein raskur arbeiðsmaður. Í yngri árum fekst hann m.a. við málaraarbeiði. Hann arbeiddi eina tíð hjá firma J.J. Jacobsen, gekk vakt í turkihúsinum hjá teimum og passaði ketilin. Seinni fór hann at arbeiða sum borari. Hann var við at gera Oyggjarvegin og bæði bergholini norður gjøgnum fjøllini til Árnafjarðar og Norðdepils. Ta seinastu tíðina av arbeiðslívi hansara var hann kranførari hjá Klaksvíkar kommunu.

Vit høvdu eitt gott og trygt heim, har vit vórðu lærd upp í øllum góðum dygdum, og best av øllum, foreldrini leiddu okkum til trúnna á Jesus í okkara barnaárum. Eitt, sum eg minnist frá barnaárum mínum, var, at eg slapp við babba, tá ið hann saman við øðrum monnum fór at halda møti, t. d. við “Sendiboðnum”, einum báti, teir høvdu tá til at sigla til aðrar bygdir við og boða hin góða boðskapin fyri fólkinum.

Góði babba! Takk fyri alt, sum tú hevur verið og ert fyri okkum, eisini fyri abbabørnini og langabbabørnini. Nú gongur sólin vesturum hjá tær og stendur lágt, men tú ert treystur, tú hvílir í trúnni. Tað er skilligt, sjálvt um tú ikki longur kanst siga okkum tað við orðum. Tað verður ikki so leingi, til vit øll vera har, sum mamma, Elsebeth og Ejler eru. Har verður gott at vera.

Birgir og eg ynskja tær so hjartaliga tillukku við degnum og eitt stilt og friðfult lívskvøld.
------
Lis