er. Samstundis havi eg boðað frá, at eg eri sinnað til at spara og laga til, so nógv sum til ber. Men eg vil eisini hava mínir samgoingufelagar at skilja, at talan má vera um at gera tað yvir eitt ávíst [...] neyðugt at hava góða tíð til at fremja tær, so at ikki alt skal henda so brádliga, sum tað hevur verið hesi árini. ? Ein partur av hesum verður eisini at gera eina heildarætlan fyri heilsuverkið m.a. at gera [...] lítið til at vit kunnu hava tær í Føroyum. At leggja stór øki av aftur landinum verður ikki bíligari. Men tað fer hinvegin at gera tað minni áhugavert at arbeiða í føroyska heilsuverkinum. Eitt er at spara
men eg haldi, at tað er sera umráðandi at koma fram við sínum tonkum og meiningum. Tað er eisini av stórum týdningi at læra seg, at tað onnur halda og meina um ein, er nakað tey halda. Lær teg at skyna [...] ikki siga tað sama sum, at man ikki er góður við hvønn annan. Tað hevur tí stóran týdning, at vit frá heilt ungum fáa at vita, at vit hava virðið, bara tí at vit eru til. Vit eiga at vera elskaði fyri tann [...] tíðarskeið. Heri Kragesteen vísir á, at tað er gott at vera fyrireikaður uppá, at ein avvísing ikki nýtist at merkja, at tú verður avvístur eina aðru ferð. Hann tekur í hesum sambandi eitt dømi sum forelskilsi
Men hann er vísur í, at tað fer at styrkja floksskrivararnir, játtaðir eru á fíggjarlógini, fara at styrkja um politiska arbeiðið. Somuleiðis heldur hann, at ein umboðsmaður fer at betra um arbeiðið. L [...] nakað meira við málið. Eg taki útsagnirnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt slag av eftirmeting av stýrisskipanini, og haldi eg, at vit eiga at viðgera hetta víðari. Misálit størsti trupulleikin Sambært [...] metir hann ikki, at tað er landsstýrinum, nakað er galið við. Hetta heldur hann eisini, at Tórbjørn Jacobsen sigur í viðtaluni við Sosialin. ? Eg meti atfinningarnar hjá Tórbirni at vera móti tinginum
lisið hetta savnið. Eg hevði líkasum eina kenslu av, at eg dró andan lættari. Hetta hevur ivaleyst lutvís nakað at gera við stíl og myndamál. Skuldu vit útnevnt ein herovasta at standa á odda í krossferðini [...] in. Sjálvur haldi eg, at hesin flokkur ? sum hansara skylda er ? hevur megnað at veitt samgonguni kvalifiserað politiskt mótspæl í týðandi málum. Samstundis vil eg geva Jóanesi rætt í, at flokkinum tykist [...] Nielsen er ein tann fyrsti at gera vart við tað merkiliga, at politiskar kreftir, ið ætla at fylkja eina tjóð til at fara undir eitt nýtt og glæsiligt politiskt tíðarhvarv, leggja fyri við at skipa eina
sostatt ikki fyri at hjálpa hvørki harra Peder ella føroyingum, at teir vilja leggja seg út í viðurskiftini, men fyri at fella Gabel. Á einum stak spennandi lýstum tingfundi lukkast tað at enda at fáa føroyingar [...] greidliga valt at savna hendingarnar innan ein stuttan tíðarkarm fyri at styrkja tað dramatiska í bókini, sum nettupp kundi verið fyri vanbýti í eini brævaskaldsøgu. Leggjast skal aftrat, at íblástur til [...] ætlað fútanum. Brævið sigur í stuttum søguna hjá honum, at hann kennir miklar menn - Peder Schumacher er ein - men at honum dámar væl tað váta slagið, at hann í summum hevur høgar tankar um seg sjálvan og ikki
Tá ið eg kom heim aftur, hugsaði eg, at eg átti at gjørt okkurt við handritið. Tað var skrivað á donskum. Mær fellur tað lættari at skriva á donskum, orðavalið er størri og eg fái betur sagt tað eg vil á [...] gin hjá børnum, happing og onnur viðkomandi evni, men eg haldi eisini, at teimum tørvar spenning og drama. Eg trúgvi ikki, at eg nakrantíð fari at skriva bøkur, sum ikki eru dramatiskar. Alt betri enn [...] spratt. - Eg var á einum styttri skriviskeiði, og ein av uppgávunum var at skriva eina søgu út frá eini ævintýrmynd. Eg gjørdist so góð við henda drongin, eg skrivaði um, og søgan gjørdist ein framhaldssøga
mentasál, og tá ein løta er farin, eri eg longu í batningi. Hætti mær út aftur, haldi eg, so eg rindi fyri kaffi og eri uttanduraður. Tí nú veit eg, hvat eg fari at gera. Eg fari heim at skriva eitt lesarabræv [...] fyri henni, má eg siga. Eg fái uppí aftur og leggi beinini upp á borðið. Royni at summa meg, meðan eg haldi um mín eyma afturpart. »Eg fari at skriva eitt lesarabræv um málið,« sigi eg álvarsamur við konuna [...] C. Svabos gøtu leggi eg at einum handli at keypa okkurt lítið. Handilsmaðurin er fryntligur og fær mær vøruna, og útafturkomin fylli eg lunguni við deiligari jólaluft og haldi, at lívið er fínar greiðir
og tað haldi eg vera heilt burturvið, sigur Sámal. Tað er eisini ein av orsøkunum til, at hann er givin at ganga á teir fundir, sum Ferðaráðið skipar fyri. ? Eg havi sagt mína meining so ofta, at fólk gerast [...] orsøk. ? Ja, eg haldi, at vit heldur enn at sikta eftir einum lítlumbólki av ferðafólki í Danmark eiga at fevna meira breitt, soleiðis at vit fáa fleiri fólk til Føroya. Hetta nýtist ikki at kosta so nógvar [...] stóð: »Trúgva tit mær nú?« og tað er á leið soleiðis eg kenni tað. Eg havi í fleiri ár ávara ímóti at tað verður siktað omanfyri málið, og tað haldi eg at hendan kanningin ber tíðuliga boð um, sigur Sámal
torført hjá mær at siga, um fólkaskúlanæmingar duga væl føroyskt, tí eg havi so lítið við fólkaskúlan at gera. Men eg haldi, at tey, ið fáa prógv frá Læraraskúlanum duga væl føroyskt. Tað havi eg í hvussu so [...] tað í vissan mun vera neyðugt við lyftu fremstufingrunum hjá málhirðunum. Men hann heldur ikki, at málhirðar skulu leggja seg eftir at vera dømandi móti teimum, ið ikki orða seg rætt. ? Eg haldi, at vit [...] merkis, tá eg havi verið próvdómari har. Jóan Hendirk Winther Poulsen heldur ikki, at tað ber til at skjóta skuldina á lærararnar, um føroysku børnini ikki duga nóg væl føroyskt. Hann vísir á, at lærarin
ikki góðtaka, at málið broytist við tíðarinnar ráki. ? Eg haldi als ikki føroyska málið vera fyri hóttafalli. Tað er ikki rætt, at øll fjølmiðlafólk duga illa at málbera seg á føroyskum. Eg kenni nógv f [...] við, at teir duga at skriva føroyskt, og tí verður ikki gjørt so nógv við at læra læraraskúlanæmingar at stava føroyskt á Læraraskúlanum. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum heldur, at um næmingar [...] ávirkan ? Eg haldi, at lærarar gera nógv burturúr at læra næmingarnar føroyskt, og málburðurin millum ung er eisini nógv betri nú enn fyrr, sigur Signar á Brúnni. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at gjøgnum