Lærarar duga føroyskt

Málhirðin, Jóhan Hendirk Winther Poulsen, hevur fleiri ferðir verið próvdómari í føroyskum á Læraraskúlanum. Hann heldur næmingarnar duga væl føroyskt

? Tað er torført hjá mær at siga, um fólkaskúlanæmingar duga væl føroyskt, tí eg havi so lítið við fólkaskúlan at gera. Men eg haldi, at tey, ið fáa prógv frá Læraraskúlanum duga væl føroyskt. Tað havi eg í hvussu so er lagt til merkis, tá eg havi verið próvdómari har.

Jóan Hendirk Winther Poulsen heldur ikki, at tað ber til at skjóta skuldina á lærararnar, um føroysku børnini ikki duga nóg væl føroyskt. Hann vísir á, at lærarin bert hevur børnini ein part av degnum, meðan heimini, lofmiðlarnir og bløðini hava ávirkan á børnini meginpartin av degnum.


Mugu standa saman

Mæti málhirðin málhirðin heldur tað hava stóran týdning, at vit standa saman um málið. Hann heldur tað í vissan mun vera neyðugt við lyftu fremstufingrunum hjá málhirðunum. Men hann heldur ikki, at málhirðar skulu leggja seg eftir at vera dømandi móti teimum, ið ikki orða seg rætt.

? Eg haldi, at vit skulu vera ráðgevandi og ansa eftir, at vit ikki styggja fólk burtur. Men vit mugu leggja okkum eftir at hava tilvit við, hvat er danskt og hvat er føroyskt, somuleiðis, sum vit skulu vera varin fyri ikki at lata okkum ávirka ov lætt av fremmanda málinum innan tøknina.

Jóhan Hendrik Winther Poulsen vísir á, at fleiri av hinum Norðurlondunum hava sagt, at málið skal vera opið fyri árinum. Men nú hava nøkur av hesum londunum uppdagað, at neyðugt er við málrøkt. Ov nógv av fremmandum máli er nevniliga komið inn í hesi mál. Jóan Hedrik vísir í hesum sambandi á, at sviar hava havt trupulleikar av hesum.


Slag er eingin vandi

Jóan Hendrik Winther Poulsen heldur ikki slang vera nakra hóttan móti føroyska málinum. Hann heldur tvørturímóti, at slang er við til at gera málið livandi.

? Málið er nakað nakað dýrabart og stórt, ið vit hava fram um djórini. Tað er eitt amboð til list, skaldskap og skemt, og tað er júst hetta, ið ger málið livandi. Somuleiðis er við slangi. Eg kann vísa á, at sjálvt íslendingar, ið eru ógvuliga varnir við málinum, hava slangorðabók.