Seinnapartin mánadagin var fundur á Hafnia har partar av kanningini hjá ferðaráðnum um ferðandi í Føroyum var løgd fram.
Har var niðurstøðan, at summarmánaðirnar vóru 21 túsund ferðandi í Føroyum, og tá eru teir føroyingar, sum eru fastbúgvandi uttanlands, og handilsferðandi eisini tald við.
Eitt vónbrot fyri onkran, men fyri onnur ein staðfesting av, at vit í ferðavinnuhøpi eru ikki komin longri enn so.
Stjórin í Ferðaráðnum segði við Sosialin aftaná, at hetta var á leið tað talið tey høvdu arbeitt út frá, og at henda kanningin var góð sum grundarlag undir framtíðar arbeiðnum hjá Ferðaráðnum.
Gongur øvugtan veg
Sámal Bláhamar er kortini ikki heilt samdur við stjóranum í Ferðaráðnum.
Hann heldur, at tað eru greið tekin innan føroyska ferðavinnu, sum siga, at tað bara er gingið aftur á hond.
? Eg havi tað á ein hátt, sum hypokondarin á sinni. Á gravsteini hansara stóð: »Trúgva tit mær nú?« og tað er á leið soleiðis eg kenni tað. Eg havi í fleiri ár ávara ímóti at tað verður siktað omanfyri málið, og tað haldi eg at hendan kanningin ber tíðuliga boð um, sigur Sámal Bláhamar, sum kortini ikki var við á fundinum.
Sámal heldur, at um vit bara hyggja at hvussu nógv gistingarhús eru horvin í Føroyum, so ber tað greið boð um, at ferðavinnan her á landi hevur tað ikki so gott, sum hon átti, og at hon als ikki gevur tað í samfelagskassan, sum hon bæði kundi gjørt, og átti at gjørt.
Sum dømi nevnir hann gistingarhúsini í Norðoyggjum, í Sandoynni og í Norðstreymoy. Nøkur teirra eru púra burtur, meðan onnur eru byrjað aftur við nýggjum eigarum
Selja okkum betur
? Eitt, sum eg havi lagt til merkis er, at tað er ein nógv minni spjaðing í talinum av ferðafólki í mun til hvat tað var fyrr. Vit síggja næstan ikki »krabbagoggurnar« longur, og tað haldi eg er spell, sigur Sámal.
Og orsøkin til at gongdin er sum hon hevur verið er, at vit duga ikki nóg væl at selja okkum, heldur Sámal Bláhamar.
? Vit eiga at fara út og selja okkum í vetrarhálvuni og gera tað við okkara egna fólki. Eg haldi, at okkara fólk veit best hvussu vit selja Føroyar, og tí haldi eg at vit skulu brúka tey, sigur Sámal Bláhamar, sum vísir á, at vit hava nógv fólk her á landi, sum duga væl at selja okkara vøru, og tí høvdu tey verið uppløgd, sum leiðbeinarar.
Og hetta beinir okkum inn á ein annan trupulleika, sum Sámal heldur at føroyska ferðavinnan hevur.
? Tað verður ikki tosað saman. Ferðaráðið ger tað, sum tey halda vera best, og tosar milt sagt ikki við okkum, sum hava verið í vinnuni í nógv ár, og tað haldi eg vera heilt burturvið, sigur Sámal.
Tað er eisini ein av orsøkunum til, at hann er givin at ganga á teir fundir, sum Ferðaráðið skipar fyri.
? Eg havi sagt mína meining so ofta, at fólk gerast troytt altíð at hoyra meg brúka meg um okkurt, og tí haldi eg meg bara burtur, sigur Sámal Bláhamar.
Men tað er fatan hansara, at pengarnir sum ferðavinnan fær frá tí almenna, verða brúktir skeivt av somu orsøk.
? Ja, eg haldi, at vit heldur enn at sikta eftir einum lítlumbólki av ferðafólki í Danmark eiga at fevna meira breitt, soleiðis at vit fáa fleiri fólk til Føroya. Hetta nýtist ikki at kosta so nógvar pengar, men kann gerast rættuliga einfalt, samstundis sum »reklaman« kemur út til nógv fólk, sigur Sámal og vísir á, at tað er nógv fólk uttanlands, sum hevur tilknýti til Føroya.
? Tey flestu teirra eru áhugað at vitja aftur, og hví skulu vit ikki brúka tað, sum ein part av marknaðarføringini hóast tað fellur uttanfyri málbólkin, spyr hann og svarar sjálvur, at tað er mátin tey brúka á Toru Turist og við sera góðum úrslitum eisini.