?Hetta vil eg ikki leggja navn til longur. Tí skal virksemið leggjast betri til rættis hereftir.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna-og heilsumálum, sigur, at nú má tann tann afturvendandi sjokkviðgerðin, sum starvsfólkið á teimum trimum føroysku sjúkrahúsinum fáa hvørt einasta ár, halda uppat.
Hvørji einastu jól, síðani kreppan rakti, hevur starvsfólkið á teimum trimum sjúkrahúsunum bíða við bivandi hjarta eftir, hvat fór nú at henda. Tí hvørt ár hevur verið hótt við meiri og minni sparingum, skerjingum og hópuppsagnum - sum síðani aloftast eru tiknar aftur kortini, aftaná, at alt hevur verið á gosi í nakrar dagar, bæði starvsfólk, fakfeløg, leiðsla og politikarar.
Og í ár hendi tað aftur.
Kladdan til einar 20-27 uppsagnir á Landssjúkrahúsinum og einar 12-16 uppsagnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, var longu skrivað, tá ið avvarðandi landsstýrismaður einaferð enn mátti upp í leikin og fekk steðga tí ringasta óløginum, beint áðrenn tað breyt.
Og úrslitið var var aftur hesuferð, at tær allarflestu uppsagnirnar eru tiknar aftur.
? Tær sparingar, sum háast alt verða gjørdar, eru í stóran mun sparingar, sum áttu at verið framdar kortini. Og summar av teimum kunnu avgreiðast við natúrligari frágongd.
Arbeitt verður nú víðari við hesum spariætlanunum. Men tær vera sjálvandi ikki settar í verk fyrrenn allar tær røttu manngagongdirnar eru fylgdar.
? Tað, at spara og at gera raksturin so bíligan sum gjørligt er eitt arbeiði, sum eigur at fara miðvíst fram hvønn einasta dag fyri at gera raksturin so bíligan sum gjørligt, tí endamálið má alla tíðina verða, at so nógv av peninginum sum gjørligt verður brúktur til tær tænastur, sum heilsuverkið skal veita borgarunum og ikki til meiri umsiting, enn tað er neyðugt at hava.
Og hvørki á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella á Landssjúkrahúsinum verður talan um at skerja hvørki sjúkrarøktina, ella aðrar grundleggjandi funktiónir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tí sigur hon, at tað er ikki rætt, sum stóð í Sosialinum í gjár, at kreppan á Landssjúkrahúsinum er útsett og at spurningurin um fleiri sparingart skal takast uppaftur, táið nýggi røktarfakligi stjórin tekur við 1. apríl.
? Talan verður ikki um fleiri sparingar á røktarfakliga økinum, ella í øðrum grundleggjandi funktiónum, tí vit hava útvegað pening til, at tey virkisøkini kunnu halda fram óbroytt.
Hon sigur, at eitt nú hevði Landssjúkrahúsið eina umleggingarkonto uppá næstan eina millión.
? Eg kann ikki góðtaka, at peningur stendur á eini slíkari konto, samstundis sum fleiri fólk skulu sigast upp.
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon er heldur ikki samd við leiðsluni á Landssjúkrahúsinum í, at tann nýggi leiðslubygnaðurin á landssjúkrahúsinum fer at kosta 1,6 millión í ár, tí hann fer ikki at virka í alt ár.
? Enn vita vit heldur ikki, hvørja støðu yvirlæknarnir taka til málið og røktarfakligi stjórin byrjar ikki í starvinum fyrrenn 1. apríl. Og at byggja eitt heilt hov av skrivarum rundanum tað nýggju leiðsluna, haldi eg er óneyðugt, tí tað eru skrivarar á Landssjúkrahúsinum frammanundan.
? Tilsamans er hetta nóg mikið til tær báðar smáu milliónirnar, sum skulu til fyri at sleppa undan sparingum á røktarfakliga økinum í ár.
Ikki fleiri skelkir
Men nú leggur Helena Dam á Neystabø eisini dýran við, at hetta lívið má halda uppat.
?Sjálvandi kunnu vit aftur koma í eina brádliga kreppu, sum ger tað neyðugt at taka heilt serlig stig. Men yvirhøvur skal starvsfólkið í heilsuverkinum ikki vænta sær fleiri sjokkviðgerðir av hesum slagnum, sum tey nú hava fingið hvørt tað einasta ár tað mesta av nítiárunum. Tí hendan framferðarháttin vil eg ikki leggja navn til longur.
Hon sigur, at tað nú verður neyðugt at fara undir eina langtíðar ætlan fyri, hvussu virksemið á sjúkrahúsunum skal vera framyvir.
? Tí havi eg longu nú álagt fyrisitingini á Landsjúkrahúsinum at fara undir fíggjarætlanina fyri 2001.
Og fyrrenn ætlanin hevur fingið politiska viðgerð, ber ikki til at siga, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis framyvir.
? Men skulu umleggingar og broytingar gerast, so er tað neyðugt at hava góða tíð til at fremja tær, so at ikki alt skal henda so brádliga, sum tað hevur verið hesi árini.
? Ein partur av hesum verður eisini at gera eina heildarætlan fyri heilsuverkið m.a. at gera av, hvørjar viðgerðir, vit skulu hava í Føroyum og hvørjar vit ikki skulu hava. Sjálvandi er sjúklingagrundarlagið til nógvar viðgerðir ov lítið til at vit kunnu hava tær í Føroyum. At leggja stór øki av aftur landinum verður ikki bíligari. Men tað fer hinvegin at gera tað minni áhugavert at arbeiða í føroyska heilsuverkinum.
Eitt er at spara og at gera raksturin bíligari. Men tey, sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum siga, at yvirhøvur er raksturin ov nógv skerdur og at hann eigur at vera einar 20 milliónir hægri um árið, fyri at tað skal bera til at reka sjúkrahúsið í eini tryggari legu?
?Ja, vit kunnu ivaleyst verða samd um at Landfssjúkrahúsið hevur ov lítið av peningi. Tí er tað, at vit fara undir eina langtíðar tilrættislegging nú, tí so kunnu vit stinga út í kortið, hvat vit vilja, og taka væl grundaðar avgerðir, so at avleiðingarnar verða væl gjøgnumhugsaðar, ístaðin fyri at fara fram óðum verkum hvørji einastu jól. Men akkurát, hvussu nógv Landssjúkrahúsið skal hava afturat, havi eg onga meining um nú. Sjálvandi kann tað altíð gerast betri, men tað er eisini sin spurningur, hvat vit hava ráð til.
Men eitt, sum nógv fólk ikki skilja, er, hví heilsuverkið verður so nógv skert, samstundis sum fíggjarlógin hevur fleiri hundrað milliónir í yvirskoti?
?Hatta er ein spurningur, sum tit eiga at seta fíggjarmálaráðharranum, tí vit hava eitt hart stríð í Landsstýrinum um hvussu teir fíggjarligu karmarnir skulu vera. Eg havi roynt at greitt frá, at so stórar lønarhækkingar, sum vórðu gjørdar í fjør, fáa avleiðingar fyri eitt øki, sum er so lønartungt, sum heilsuøkið er. Samstundis havi eg boðað frá, at eg eri sinnað til at spara og laga til, so nógv sum til ber. Men eg vil eisini hava mínir samgoingufelagar at skilja, at talan má vera um at gera tað yvir eitt ávíst áramál, sigur Helena Dam á Neystabø.










