frá. ? Eitt annað, sum kanska ikki er so vanligt er at eg havi tvei synthesisarar við. Mær dámar væl at arbeiða við slíkum ljóðførum og tí havi eg teir við, leggur Sunnleif afturat. Møguliga í Japan Sum [...] Um ein mánað fær Sunnleif Rasmussen sín elddóp, sum symofonitónasmiður. Tað er ikki heilt rætt, men vit siga tað er so, tí fríggjakvøldið 31. marts verður symfoniin »Oceanic Days« frumframførd í Norðu [...] úsinum at gera symfoniina í 1994 og hann fór til verka beinanvegin so at siga. Eitt stórverk, sum ein symfoni, er ikki nakað, sum verður gjørt eftir lítlari løtu, og í veruleikanum tók arbeiði tvey og
vanlukkuna, sum hon sjálv var fyri, tá ein bilur við átta ungum fólkum fór út av vegnum oman fyri Kvívík. ? Tað er so nógv, sum eg ikki kann gera longur, hóast eg havi verið ótrúligaheppin, og sloppin lutvíst [...] henna upplivingar kunnu ávirka onkran til at nýta vit og skil í ferðsluni. ? Bara eg megni at ávirka ein av 50, so er tað gott, vísir hon á. Nú hevur nógv kjak verið um skilaleysu koyringina - kanska serliga [...] tey als einki fatað - tá vantar eisini okkurt hjá foreldrunum, tí tey mugu kunnu ávirka børnini í ein ávísan mun, heldur Herit Joensen. Í Føroyum doyggja fleiri í ferðsluni, enn í øðrum londum. Tí heldur
hann treiv eisini í nakrar av teimum kendu sangunum hjá Westlife, har McFadden í nógv ár var ein av sangarunum. Ein tápuligur írí í húgvu Framførslan hjá Brian McFadden í Nibe byrjaði eitt sindur varisliga [...] Men tað er eisini møguleiki fyri at blíva dovin og líkasælur, tá ið tú bara ert ein av fimm sangarum. ? Nú tá ið eg havi mín egna bólk liggur nógv meira á mær. Eg skal skriva sangir, syngja teir á konsert [...] spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík, og tað verður ein púra nýggj uppliving fyri hann. ? Eg veit, at Føroyar liggja langt norðan fyri Írland, og eg havi hoyrt, at allir føroyingar hava írskt blóð, so mær
halda stuttar fyrilestrar; tá kann eg av álvara gera burtur úr mær, eins og eg geri undir flúgving. Eftir ein slíkan fyrilestur, tá ein triðingur av áhoyrarunum situr og hálvgrætur í illsinni, og hini sita [...] Atlantsflog vegna niðurskurð hevði sent danan heim, var hann aftur í Føroyum ein mánaða og fleyg millum Vágar og Tróndheim, sum var ein føroysk royndarleið, ið varð niðurløgd stutt eftir. Í 1996, beint eftir [...] fleyg o.u. ein túr um vikuna í eitt ár og fulla tíð um jóltíðir, meðan aðrir høvdu frí. Í fjør fekk Atlantsflog sær annað flogfar, og tá var Egelund aftur í Føroyum. ? Ongantíð í lívi mínum havi eg vitað
fóru vit við toki til Derbyshire, har vit skuldu búgva. Derbyshire var ein kolabýur mitt í Onglandi. Og tað var ikki sørt, at tað var ein ókendur heimur, sum eg kom til, tá ið eg steig fótin á land í Onglandi [...] onki var bygt í meiri enn fimm ár. ? Men kortini var tað eitt slíkt bjartskygni, sum ein ikki skuldi trúð eftir ein slíkan sorgarleik. ? Og eg hoyrdi ongan gremja seg, hóast nógv høvdu tað strævið. Eitt [...] og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast. ?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands. Men hvar hon so ferðast er tað
nógv broyttur. - Eg haldi, at hóast hetta er øðrvísi enn tað eg áður havi gjørt, so er hetta ein tann besti sangurin, eg nakrantíð havi gjørt, sigur Petur Pólson um nýggja lagið. Lagið kann hoyrast á my [...] Lagið eitur ?Útlegd? og verður tað fyrsta lagið á nýggju fløguni ?Tokyó? Petur Pólson hevur lagt ein sokallaðan ?teasara? á hansara myspace síðu. Talan er um nýggjasta lagið ?Útlegd?, ið verður at hoyra [...] hoyra á fløguni ?Tokyó?. ?Tokyó? kemur á gøtuna Flaggdagin, tá Petur eisini hevur ætlanir um at hava ein útgávukonsert. Petur sigur soleiðis um ?Útlegd? - Lagið snýr seg um at vitja heim, tí tað er tað sum
aftaná havi skrivað hesa grein og lisið greinina í Sosialinum seinastu viku, hugsi eg við mær sjálvum, at tað skal ómetaliga lítið til at ein sjálvur situr í koyristóli ? menningartarnaður? so ein skal ikki [...] heilin virkar ikki so væl, men hjartað tvífalt so væl. Sjálvur havi eg starvast skjótt 30 ár í Danmørk og Føroyum við menningartarnaðum fólki og havi ongantíð havt trupulleikar av teimum, men harafturímóti teimum [...] Rasmus Rasmussen ????????????????????? Hugsaði fyri meg sjálvan nú ein dagin, um gøtunøvn í Havnini, ið uppkallað eru eftir plantum s. s. Smærugøta, Sóljugøta, Børkugøta o. s. fr. ? hugsaði, navnið Smæra
elektriska stólinum í Sing-Sing-fongslinum í USA tann 16. juli 1953. Tað stendur væl til við føroyskum, havi eg hoyrt málfrøðingar siga, tí føroyskt er tað, sum fólk í Føroyum siga. Eg loyvi mær at ivast, tí [...] lágari ferð í staðin fyri hann koyrdi við nógvari ferð, har hann skuldi havt koyrt við lítlari ferð. Eg havi hoyrt mann siga, at børnini fáa pengar til keypan av sodavatni. Føroyskt? Ja, men syndarligt. Hevði [...] uppá, at tey, sum áttu at dugað føroyskt, binda frið og læra okkum føroyskt, tí føroyskt er vorðið ein nýggj donsk dialekt, og danskt er vorðið eitt eingilskt frábrigdi.
Tað vóru teir tríggir flokkarnir, sum góðkendu Heimastýrislógina í 1948, og tí verður ein slík samgonga kalla ein Heimastýrissamgonga. Hendir tað, fer hugsjónarloysi at valda. Valagnið hjá Sambandsflokkinum [...] háinntøkunum til góðar. Leitar ein flokkur eftir fantasileysum projektum, skal hann bara lova skattalætta. Tað kann geva nakrar atkvøður fyri nógvar pengar. Men bara ein skattalætti ber ongum samfelagi [...] at skal ein tríflokkasamgonga skipast millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, so verður tað við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni. Tað er mítt tilmæli. Alternativið er ein hugsjónarleys
so fáa vit A, B, C og kanska enntá D kommunur. Eg havi altíð havt trupult við at skilja henda hugsunarháttin, og her er orsøkin. Fyri tað fyrsta havi eg sera trupult við at skilja, hví man í heila tikið [...] kommunur er tann rætta, er ein annar spurningur. Men ongin fær meir, ella minnið enn onkur annar. Uttan so, at helst fáa øll ov lítið. Mín 16 ár sum kommunupolitikkari havi eg altíð verið heitur forsprákari [...] tykkum sjálvi hvat tit ynskja. Ynskja tit at vera ein sjálvstøðug kommuna, so eiga tit eisini at syrgja fyri at tað ber til. Ynskja tit ikki at vera ein sjálvstøðu kommuna í framtíðini, so eiga tit eisini