Rasmus Rasmussen
?????????????????????
Hugsaði fyri meg sjálvan nú ein dagin, um gøtunøvn í Havnini, ið uppkallað eru eftir plantum s. s. Smærugøta, Sóljugøta, Børkugøta o. s. fr. ? hugsaði, navnið Smæra er vakurt ? fitt lítil føroysk planta, sum tú kanst frøast um. So at vaksa upp har sum barn mátti vera praktfult ? bert at siga tað sum vaksin ? eg vaks upp í Smærugøtu ? praktfult.
Las nú í Sosialinum tann 5/7 grein, har nøkur búsitandi fólk í Smærugøtu mótmæla, at eini hús skulu nýtast sum sambýli fyri menningartarnað, og undirskriftir verða sendar landsstýrismanninum við almannamálum og leiðaranum í serstovnadeildini, um at ? ja ? tað lýsir ígjøgnum greinina, at hesi menningartarnaðu fólk ikki eru ynskt á Smærugøtu, samstundis at hesi fólk ? gangi eg sjálvur út ífrá ? kallað seg »normal« og betur virkandi ? hava ein heila og eitt hjarta ? munurin á teimum, og teimum menningartarnaðu er, at tey menningartarnaðu hava rættin til tað sama, men heilin virkar ikki so væl, men hjartað tvífalt so væl.
Sjálvur havi eg starvast skjótt 30 ár í Danmørk og Føroyum við menningartarnaðum fólki og havi ongantíð havt trupulleikar av teimum, men harafturímóti teimum í samfelagnum, sum sjálvi kallað seg »normal«. Tankin um at vit í dag skriva 2001 og enn hava nøkur fólk, ið eg vil kallað »útihýsa« fólki frá at hava eitt stað at búgva ? fólk, sum hava eitt handikapp, og omaná skulu føla seg útihýst frá at hava sítt egna heim, sum er ein menniskjarættur. Hesi fólk føla seg ikki vælkomnan har tey koma, ikki bert í Smærugøtu, men eisini til tiltøk av ymsum slag t. d. konsertir, matstovir o. s. fr. ? sum øll sigast at hava rætt til. Eg kann fortelja hesum fólkum, ið mótmæla. Tit kunnu fáa grannar, ið eru nógv verri, av tí sokallaða »normala« slagnum. Eitt lítið aftrat ? Guð ? lat tað ikki henda, at tit sjálv fáa eitt menningartarnað barn, og um so skuldi verði, fær pípan eitt annað ljóð, og tit øll »turna« 180 stig, og broyta hugsan.
Í greinini eru eisini okursprísir av húsum nevndir. Hetta luktar fyri mær sum rein øvund. Húsaprísirnir fara ikki upp fyri tað, at tað almenna keypir hús til menningartarnað fólk, tað eru heilt aðrir faktorar sum spæla inn. Eisini stendur í greinini, at fólk mugu steingja hurðarnar fyri hesum fólkunum, eg persónliga steingi eisini altíð hurðarnar hjá mær, men ikki serliga fyri menningartarnaðum, men fyri øllum óviðkomandim, tá ið eg ikki eri heima ella eri farin til songar. Tað er ikki eitt opið Vestre Fongsul ella Horserød, ið tit koma at hava til grannar. Greinin í Sosialinum tann 5/7 endar við, at tað verður so keðiligt at búgva í gøtuni, men eg vænti, at tað verður nógv stuttligari.
P.S. Tá ið eg aftaná havi skrivað hesa grein og lisið greinina í Sosialinum seinastu viku, hugsi eg við mær sjálvum, at tað skal ómetaliga lítið til at ein sjálvur situr í koyristóli ? menningartarnaður? so ein skal ikki ganga runt og trúgva, at hann er nakað!











