Finnbogi Ísakson
????????????????
Allar veljarakanningar eru ikki líka eftirfarandi, og tann seinasta stóra kanningin, har eini 2500 fólk vórðu spurd, er neyvan nakað undantak í so máta. Mær tykir, at spurningurin er ikki, hvussu mong verða spurd, men hvussu væl verður rakt, tá úrvalið verður gjørt. Í tí stóra Amerika plaga tey ikki at spyrja fleiri enn 1000 fólk, og mangan raka tey rætti-liga rætt kortini.
Tað tykir mær lítið trúligt, at Sambandsflokkurin fær báðar tingmenninar í Vágum, og eg havi eisini ilt við at trúgva, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara at býta teir fýra valdømisvaldu í Suðuroynni ímillum sín, hóast hetta hevur hent fyrr. Aðrastaðni er munurin millum flokkarnar sera lítil, eitt nú millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í Sandoynni. At Fólkaflokkurin ikki fær meira enn ein tingmann í háborg síni, Suðurstreym-oy, passar rætt og slætt ikki.
Trúverdugt kortini
Hesin ivin merkir tó ikki, at eg haldi, at kanningin als ikki er eftirfarandi. Tað er hon. Eitt, sum bendir á tað, er, at tendensurin er tann sami sum í seinastu kanning, gjørd undan hesari: teir báðir stóru samgonguflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólka-flokkurin, fara at ganga aftur, og teir báðir stóru andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javn-aðarflokkurin, fara at ganga fram. Roknast má við, at teir báðir smáu flokkarnir fáa ein tingmann hvør, men neyvan meir.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa ikki 18 tingmenn tilsamans, sum kanningin vísir. Eg ivist í, at teir fáa 17. Men teir kunna fáa 16, og tá kunna teir skipa samgongu við, sum so mangan, at fáa Sjálvstýrisflokkin uppí.
Teir báðir stóru samgonguflokkarnir hava sitið í tveimum buldrasligum samgongum í 6 ár. Tað er einki óvanligt í tí - hvørki her á landi ella aðrastaðni - at tað slítur uppá flokkar at sita við stjórnarvaldinum. Serliga ringt má tað vera her, tá hugsað verður um, hvussu nógvar og stórar rembingar hava verið innan fyri samgonguna, serliga tey seinastu árini, eftir at danska stjórnin torpederaði fullveldisætlanina við at halda fast við fýra ára skiftistíð í mesta lagi.
Heimastýris-samgonga
Tey flestu munna vanta, at ein nýggj samgonga verður skipað millum Sambandsflokkin og Javnaðar-flokkin, serliga um hesir flokkar fáa meiriluta einsamallir, og um neyðugt saman við Sjálvstýrisflokkinum. Tað vóru teir tríggir flokkarnir, sum góðkendu Heimastýrislógina í 1948, og tí verður ein slík samgonga kalla ein Heimastýrissamgonga.
Hendir tað, fer hugsjónarloysi at valda. Valagnið hjá Sambandsflokkinum er skattalætti, sum fyrst og fremst kemur háinntøkunum til góðar. Leitar ein flokkur eftir fantasileysum projektum, skal hann bara lova skattalætta. Tað kann geva nakrar atkvøður fyri nógvar pengar. Men bara ein skattalætti ber ongum samfelagi uppi.
Javnaðarflokkurin fer uttan iva, sum flokkurin plagar, at leggja mesta dentin á at útbyggja tað sosiala økið.
Eg minnist aftur á árið 1966, tá eg fyrstu ferð varð valdur á ting. Í fýra ár høvdu vit havt Sjálvstýris-landsstýrið, sum hevði sett sær nøkulunda høg mál, men ongi rakk (uttan at yvirtaka jólaheilsanirnar, sum javnaðarmenn so skemtiliga plaga at taka til). Eftir valið í 1966 komu heimastýrisflokk-arnir framat aftur, og - hóast tað soltna úrslitið hjá Sjálvstýrislandsstýrinum - tað kendist sum eitt stig aftur í fornøldina. Frammanundan høvdu av illum nakrar hugsjónir verið uppi og vent.
A, C og E
Tann broytta fullveldistilgongdin skapar sera góðar møguleikar fyri einari stórari samgongu millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Tilgongdin gongur út uppá at yvirtaka málsøki, men ikki at fremja fullveldi í fyrsta umfari. Tað er júst tað, Javnaðarflokkurin alla tíðina hevur viljað, og tí eigur semja at kunna fáast um tann spurningin, um flokkarnir ikki læsa seg fastar frammanundan.
Tað skal ikki dyljast, at eg vildi hava hesa sam-gonguna longu í 1998, tí eg helt ov mong veik lið vera í tríflokkasamgonguni millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Men á tveimum fundum, sum eg var við á saman við Fólkaflokkinum, legði Anfinn Kallsberg dent á, at Fólkaflokkurin vildi hava eina smala samgongu, tvs at Javnaðarflokkurin skuldi ikki við.
Úrslitið av valinum komandi týsdag verður væntandi so, at Fólkaflokkurin - um hann ætlar sær at sleppa upp í part - neyvan tosar meira um eina smala samgongu.
Hesir flokkar hava sitið í tveimum samgongum fyrr. Í valskeiðinum 1974-78 og aftur í valskeiðinum 1978-80. Tá slitnaði samgongan í úrtíð av einari tápuligari ósemju um eitt fergukeyp. Tað var spell, tí við teimum høgu málum og góða samstarvi, sum samgongan hóast alt hevði, átti hon at vart í eini 10 ár aftrat.
Hesir tríggir flokkar eru so ymiskir, at finna teir eitt gott stev, umboða teir eina breidd í samfelagnum, sum ongin onnur samgonga kann. Fólkaflokkurin dentur mesta dentin á vinnulívið. Javnaðarflokkurin á almannaøkið. Tjóð-veldisflokkurin á fullveldistilgongdina.
Kann tað vera betur?
Løgmaður
So er spurningur, hvør skuldi verið løgmaður í einari slíkari samgongu? Summi halda kanska, at tað er ein sjálvfylgja, at tann størsti flokkurin fær løgmannin, men tað er tað ikki. Tjóðveldisflokkurin hevur verið størstu í fleiri samgongum, men hevur ongantíð havt løgmannin. Í seinnu helvt av valskeiðinum 1966-70 hevði Sambandsflokkurin løgmann, hóast Javnaðarflokkurin var størsti flokkur í samgonguni.
Hetta er heldur ikki óvanligt í okkara grannalondum. Í Danmark var Hilmar Baunsgaard úr Radikala flokkinum forsætisráðharri frá 1968, hóast bæði Konservativi Flokkurin og Vinstra vóru størri. Í Noregi er Kjeld Magne Bondevik úr Kristiliga Fólkaflokkinum forsætisráðharri, hóast Høgra er nógv størri.
Tað er tó neyvan nakað av ivast í, at verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur í einari slíkari samgongu - sum veljarakanningarnar benda á - so fara teir at krevja løgmann. Tað plaga teir at gera.
Annað talar eisini fyri einum javnaðarløgmanni, hóast Javnaðarflokkurin ikki gerst størsti flokkur. Høgni Hoydal góðkennir neyvan Anfinn Kallsberg sum løgmann, og Anfinn Kallsberg góðkennir neyv-an Høgna Hoydal.
Flokkarnir eiga tí longu nú at ásanna, at skal ein tríflokkasamgonga skipast millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, so verður tað við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni. Tað er mítt tilmæli.
Alternativið er ein hugsjónarleys Heimastýrissamgonga.