?Útlegd? á Myspace

Fyrsta lagið á nýggju forvitnisligu fløguni hjá Petur Pólson liggur nú á hansara Myspace síðu. Lagið eitur ?Útlegd? og verður tað fyrsta lagið á nýggju fløguni ?Tokyó?

Petur Pólson hevur lagt ein sokallaðan ?teasara? á hansara myspace síðu.

 

Talan er um nýggjasta lagið ?Útlegd?, ið verður at hoyra á fløguni ?Tokyó?.

?Tokyó? kemur á gøtuna Flaggdagin, tá Petur eisini hevur ætlanir um at hava ein útgávukonsert.

 

Petur sigur soleiðis um ?Útlegd?

- Lagið snýr seg um at vitja heim, tí tað er tað sum vit føroyingar gera. Vit eiga einki land, ongan heimstað ? vit vitja heim hvønn dag, sigur hann.

 

Lagið er nakað øðrvísi enn tað vit áður hava hoyrt frá Petur Pólson, tó er stemningurin í tónleikinum ikki nógv broyttur.

- Eg haldi, at hóast hetta er øðrvísi enn tað eg áður havi gjørt, so er hetta ein tann besti sangurin, eg nakrantíð havi gjørt, sigur Petur Pólson um nýggja lagið.

 

Lagið kann hoyrast á myspacesíðuni hjá Peturi www.myspace.com/peturpolson