? Tað verður spennandi at hoyra

? Tað verður sera spennandi at hoyra verkið framført og eg gleði meg, sigur Sunnleif Rasmussen í sambandi við, at symfoni hansara »Oceanic Days«, verður frumframførd í Norðurlandahúsinum um ein mánað

Um ein mánað fær Sunnleif Rasmussen sín elddóp, sum symofonitónasmiður. Tað er ikki heilt rætt, men vit siga tað er so, tí fríggjakvøldið 31. marts verður symfoniin »Oceanic Days« frumframførd í Norðurlandahúsinum.


Tvey og eitt hávlt ár

Sum vera mann er Sunnleif sera spentur upp á at hoyra úrslitið av arbeiði sínum, spælt av einum orkestri, sum telur 85 mans.

Sunnleif Rasmussen fekk áheitanina frá Norðurlandahúsinum at gera symfoniina í 1994 og hann fór til verka beinanvegin so at siga.

Eitt stórverk, sum ein symfoni, er ikki nakað, sum verður gjørt eftir lítlari løtu, og í veruleikanum tók arbeiði tvey og eitt hálvt ár.

? Eg byrjaði í 1994 og arbeiddi til einaferð í 1197 tá hon var liðug. Eg gjørdi nú ikki bara tað, tí eg gjørdi okkurt annað inn í millum, men tvey og eitt hálvt ár tilsamans mundi eg brúka, sigur Sunnleif.

At gera eina symfoni var kortini ikki fremmandur tanki fyri Sunnleif, tí hann hevði gingið við tankanum í høvdinum í eina tíð. Grundhugskotini vóru til staðar tá áheitanin kom, og tí var tað kanska ikki so langt frá hugskoti til tað, sum so einaferð gjørdist úrslitið.


Ikki øll á pallinum

Tað, sum sermerkir symfoniina hjá Sunnleifi er, at ikki allir tónleikararnir eru á pallinum og so valið av ljóðførum.

? Petur gav mær fríar hendur tá tað um ljóðførini ráddi og tað sæst aftur. Harafturat havi eg latið tveir tónleikarar standa aftast í konserthøllini og tá frumframførslan verður fara tveir sum spæla upp á slagverk, at standa aftast við klingruna, greiðir Sunnleif frá.

? Eitt annað, sum kanska ikki er so vanligt er at eg havi tvei synthesisarar við. Mær dámar væl at arbeiða við slíkum ljóðførum og tí havi eg teir við, leggur Sunnleif afturat.


Møguliga í Japan

Sum sagt aðrastaðni ætlaði Norðurlandahúsið, at verkið skuldi frumframførast í Føroyum og tann ætlanin gongur nú út, men veit Sunnleif um nakra aðra framførslu av verkinum?

? Tað er einki greitt beint sum er, men eg havi hoyrt okkurt um, at tað skal framførast í Danmark eisini. Harumframt arbeiðir forlagið hjá mær við at fáa verkið við til eitt tiltak, sum verður í Japan næsta ár, sum hevur havið, sum útgangsstøði. Annað veit eg ikki um í løtuni, sigur Sunnleif.

Hóast konsertin verður í Norðurlandahúsinum, so verður kortini møguleiki hjá enn fleiri at síggja hana, tí Útvarp Føroya fer at senda frá konsertini. Um tað verður beinleiðis er ikki vist, men tað verður sent.

Somuleiðis er við Danmarks Radio. Á tíðindafundinum í gjár segði stjórin, Helga Hjørvar, at danska radiostøðin hevði boðað frá, at teir ætla sær at senda konsertina, men hon visti ikki at siga, um hon fór at verða send beinleiðis.

Til seinast kunnu vit siga, at symfoniin »Oceanic Days« varir í trý korter, so her er í orðsins rætta týdningi talan um eitt rættuligt stórverk.