Í dag verða leiktir tríggir dystir í Effodeildini. Hinir báðir dystirnir hetta umfarið vórðu leiktir í gjár og í fyrradagin; HB vann 2-1 á B68 og EB/Streymur vann 3-1 á KÍ. TB, sum er dottið niður um [...] niðurflytingarstrikuna og í løtuni er eitt stig frá bjarging, skal á vitjan í Sarpugerði. TB er uttan tríggjar lykaleikarar, nevniliga Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen, sum allir eru [...] framvegis leikbannaður. Heima í Runavík skal NSÍ royna at lyfta seg heilt burtur frá botninum, tá ið teir fáa vitjan av ÍF, sum stríðist um bronsuplássið við Víking. B36 skal á vitjan í Vági hjá FC Suðuroy, har
kropsliga styrki, hann er stinnur í luftini og er góður at hava í deyðbóltum - bæði í álopi og í verju. Hann hevur eisini royndirnar og dugir væl at stýra hinum leikarunum, bæði í verjuni og á miðjuni, sigur [...] vakurleika og húðrøkt í USA, er væl ávegis at gera comeback í bestu føroysku deildini. 36 ára gamli verjuleikarin hevur ikki spælt ein dyst í bestu føroysku deildini síðani hann 10. oktober í 2003 spældi við [...] við B68. Tá veitraði hann farvæl við føroyskan fótbólt og kastaði seg út í eitt ævintýr í íslendskum fótbólti, har hann í trý ár spældi við Fram og Breiðablik. Síðani hevur hann lagt fótbóltin meir ella minni
Eldur er í kvøld komin í GÍ-húsið í Norðragøtu, og sløkkiliðið roynir nú at basa eldinum. Gamla GÍ-húsið við fótbóltsvøllin í Sarpugerði stendur í kvøld í ljósum loga. - Vit hava bjargað ein part av steypunum [...] steypunum og klæðum út úr húsunum, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi. - Vit vita einki um, hvør orsøkin er til, at eldur er komin í, sigur hann.
ÍF fór avstað við øllum, tá grannauppgerð var í Sarpugerði í kvøld, tí fuglfirðingar vunnu 4-1 á Víkingi, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. ÍF kom eisini upp á 2-0, áðrenn Víkingur minkaði [...] vandamikil. Undan dystarbyrjan: Veðrið er frálíkt til fótbólt í Sarpugerði. Eingin vindur er og sólin sær. Tórður Thomsen fær sítt debut í ÍF-málinum í dag, meðan liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, situr [...] málinum, og sendir bóltin í einum boga yvir í handaru síðu av málinum, uttan at Geza Turi hevur nakran kjans at forða fyri. 62. min: Tórður Thomsen, ÍF, gult kort fyri drál í sambandi við málsparki. Víkingur
Víkingur fær í kvøld vitjan av ÍF í Sarpugerði. Grannauppgerðin er somuleiðis ein beinleiðis dystur um triðja plássið í Effodeildini, og hóast Víkingur á triðja plássi er trý stig frammanfyri ÍF á fjórða [...] einum sigri taka bronsuplássið frá Víkingi. Víkingur hevur ikki tapt síðani 20. mei, tá ið KÍ vann í Sarpugerði, men hinvegin eru fimm av teimum sjey dystunum síðani tá endaðir við javnleiki. ÍF hevur vunnið [...] Gregersen, sum herfyri fekk fýra leikdagar leikbann og harvið er leikbannaður til og við 19. umfar í Effodeildini, sum verður spælt leygardagin 11. august. Dysturin byrjar kl.19 og verður sjálvandi fylgdur
hann fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur í dystinum ímóti HB í Sarpugerði 24. juni. Víkingur valdi at kæra henda dómin hjá kappingarnevnd FSFs, men í dag hevur aganevndin hjá fótbóltssambandinum staðfest [...] má koma leikaranum til góðar í revsingini. - At ætlanin hjá Víkingaleikaranum als ikki var at gera seg inn á dómaran tá hann blakaði liðskiparabandið frá sær. - At vit í Víkingi hava ilt við at síggja [...] síggja nakra linju tá FSF býtir sektir út. Í Víkingi halda vit sektina til Atla Gregersen verða alt ov harða í mun til aðrar sektir hjá FSF. Vit kundu nevnt dømi, nøkur størri - onnur smærri, men eitt tað feskasta
Tjaldingarøkið er flutt í mun til seinasta ár. Í ár er tað á Mortansstovubønum í Norðragøtu, ímillum kirkjugarðin og fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Hetta er fyrstu ferð, at tjaldingarøkið er í Norðragøtu, og sambært [...] Tjaldingarøkið á G! letur upp í dag. Niðurteljingin til eina av ársins størstu veitslum nærkast av álvara hæddarpunktinum. Klokkan 18 í kvøld verður hol sett á í Gøtu, tá ið tjaldingarøkið letur upp. Hóast [...] tryggari kring nýggja økið í mun til tað sum var seinast. Hetta er fyrstu ferð Norðragøta í so stóran mun er beinleiðis partur av festivalinum, sum so smátt fer av bakkastokki í kvøld tá ein herur av glaðum
gula kort og varð útvístur í dystinum ímóti HB í Sarpugerði 24. juni. Hetta sigur eitt skriv hjá kappingarnevnd FSF's, sum Norðlýsið hevur fingið fatur á. Kappingarnevndin sigur í skrivinum, at av tí eitt [...] eitt einki fordømi er um eina slíka hending í Føroyum, varð kunnað seg við, hvat hini norðurlondini hava gjørt í slíkum málum. Úrskurðurin er, at umframt eina dystin, hann fær fyri tey bæði gulu kortini,
verið nakað at reypa av. Sjey stig í seks dystum er ikki úrtøka, sum teir í sigursvanda felagnum eru nøgdir við. Fyri viku síðani var avrikið gott í Sarpugerði, og teir í HB vóru ikki nøgdir við 2-2. Hjá [...] havt gott tak á havnarmonnunum. Fyrr í ár vant ÍF burturúr HB í Gundadali, har úrslitið var 4-1 til ÍF, og tað var bæði merkisvert og minniligt, tá ið ÍF í síðsta umfari í fjør við 7-1 heimasigri so rudduliga [...] at síggja aftur í reyðu ÍF troyggjuni. Miðvallarálitismaðurin Høgni Madsen noyddist av vøllinum longu í 10. minutti, tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 1-0 í Klaksvík. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, og