Drúgt leikbann til Atla Gregersen

Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, hevur fingið fýra dystir leikbann fyri at hava kastað liðskiparabandið eftir dómaranum, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur í dystinum ímóti HB í Sarpugerði 24. juni. Hetta sigur eitt skriv hjá kappingarnevnd FSF's, sum Norðlýsið hevur fingið fatur á.

 

Kappingarnevndin sigur í skrivinum, at av tí eitt einki fordømi er um eina slíka hending í Føroyum, varð kunnað seg við, hvat hini norðurlondini hava gjørt í slíkum málum. Úrskurðurin er, at umframt eina dystin, hann fær fyri tey bæði gulu kortini, fær hann fýra dystir leikbann fyri hesa gerðina, sum nevndin metir koma undir grovan óhøviskan atburð mótvegis dómaranum.

 

Víkingur kann kæra dómin innan fimm dagar.