Í dag byrjar G!

Tjaldingarøkið á G! letur upp í dag. Niðurteljingin til eina av ársins størstu veitslum nærkast av álvara hæddarpunktinum. Klokkan 18 í kvøld verður hol sett á í Gøtu, tá ið tjaldingarøkið letur upp. Hóast eingin tónleikur er á skránni, so savnar upplatingin av tjaldingarøkinum hvørt ár yvir túsund ungdómar, sum spentir koma at seta síni tjøld upp og rigga seg til stóru tónleikahátíðina, ið byrjar hósdagin. Tjaldingarøkið er flutt í mun til seinasta ár. Í ár er tað á Mortansstovubønum í Norðragøtu, ímillum kirkjugarðin og fótbóltsvøllin í Sarpugerði.

 

Hetta er fyrstu ferð, at tjaldingarøkið er í Norðragøtu, og sambært fyriskiparunum eru fyrimunirnir við hesum økinum millum annað, at tjaldarar verða nærri hentleikum sum t.d. handli og ítrottarøki og ferðsluviðurskiftini eru munandi betri og tryggari kring nýggja økið í mun til tað sum var seinast. Hetta er fyrstu ferð Norðragøta í so stóran mun er beinleiðis partur av festivalinum, sum so smátt fer av bakkastokki í kvøld tá ein herur av glaðum ungdómum ger innrás.