ÍF fór avstað við øllum, tá grannauppgerð var í Sarpugerði í kvøld, tí fuglfirðingar vunnu 4-1 á Víkingi, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. ÍF kom eisini upp á 2-0, áðrenn Víkingur minkaði um munin, men so fekk ÍF tvey mál aftrat og avgjørdi dystin, sum merkir, at ÍF og Víkingur eru jøvn í stigum, men at ÍF er á triðja plássi og Víkingur á fjórða plássi.
Víkingur - ÍF 1-4 (0-1)
86. min.: Útskifting hjá ÍF: Bogi Løkin út og Jákup Johansen inn.
85. min.: Útskifting hjá ÍF: Thomas Asmussen út og Heri Nesá inn.
81. min.: Útskifting hjá Víkingi: Evrard Blé út og Ingi Sørensen inn
79. min.: Útskifting hjá Víkingi: Dánjal Pauli Lervig fer út og Heðin Hansen kemur inn. Fritleif fer aftur í verjuna, sum nú bara er mannað við trimum spælarum, nú Víkingur seinastu løtuna roynir at fáa lagt trýst á gestirnar, ið hava verið eirindaleysir.
78. min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 4-1 til ÍF! Clayton Soares fær bóltin í vinstru síðu, sneiðir til vinstru og sendir upp undir nettakið. Víkingur, sum var um at koma væl við, hevur einki at siga í dystinum nú.
71. min.: Útskifting hjá ÍF. Dánjal av Lakjuni fer út og Nenad Saric kemur inn.
65. min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 3-1 til ÍF! Thomas Asmussen fer fram við Blé, rekur inn ímóti málinum, og sendir bóltin í einum boga yvir í handaru síðu av málinum, uttan at Geza Turi hevur nakran kjans at forða fyri.
62. min: Tórður Thomsen, ÍF, gult kort fyri drál í sambandi við málsparki. Víkingur er betur við nú.
59. min: Útskifting hjá Víkingi. Niclas Niclasen út og Fritleif í Lambanum inn.
56. min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-1 til ÍF! Brotsspark verður dømt til Víking, tá Uni R. Petersen fellur Bárð J. Hansen. Hjartvard Hansen verður settur at skjóta frá 11-metra blettinum og skorar fyri heimaliðið, sum roynir at vinna seg innaftur í dystin.
46. min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til ÍF! Innlegg verður sent innfyri úr vinstru síðu, og við aftaru stong stendur Dánjal á Lakjuni púra leysur og skallar bóltin í málið. Passivt verjuspæl frá Víkingi, men fuglfirðingar eru klárir og taka av, tá møguleikin er har!
Hálvleikur: Støðan er framvegis 1-0 til ÍF, nú teir eru farnir at hvíla seg í Sarpugerði. Víkingur hevur verið betur við løtuna til hálvleiks, men sæð yvir allan hálvleikin, er leiðslan hjá ÍF uppiborin. Teir hava verið vandamiklari og skapt fleiri málmøguleikar enn Víkingur.
42. min.: Thomas Asmussen og Niclas Niclasen hava fingið hvør sítt gult kort. Serliga hesin seinni nevndi hevur snúsað til sítt seinna gula kort.
40. min.: Hóast ÍF júst hevur havt ein stóran málmøguleika, so er tað Víkingur, sum hevur verið omaná síðstu løtuna. Uppspælið gongur væl, men í brotsteigarmarkinum hevur Bartal Eliasen staðið sum ein klettur hjá ÍF.
37. min.: ÍF hevur havt ein risa málmøguleika. Aftur hesaferð var tað Dánjal á Lakjuni, sum fann Clayton Soares, men hóast púra leysur í málfeltinum, so skeyt hann bóltin við síðuna av málinum.
25. min.: Spælið er dovnað nakað, tað mesta gongur fyri seg á miðvøllinum og longri er ímillum málmøguleikarnar. Spælið tykist at vera harðnað og tað eru nógv fríspørk.
15. min.: Leikferðin er sera høg í góðveðrinum í Sarpugerði og tað eru álop á bæði málini. ÍF hevur tó verið vandameira liðið og hevur tað kastað hesa 1-0-leiðsluna av sær.
10. min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til ÍF! Víkingur misti bóltin í uppspælinum, og so setti Dánjal á Lakjuni fulla ferð á. Hann setti fleiri mans av áðrenn hann spældi bóltin til Clayton Soares, sum eftir gott samspæl við Thomas Asmussen sjálvur langaði bóltin í handara málhorn.
5. min.: Bæði liðini hava havt hvør sína málroynd. Høgni Zachariassen hjá ÍF royndi seg við høvdinum og hjá Víkingi var tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum royndi seg við langskoti. Eingin av hesum málroyndunum gjørdist serliga vandamikil.
Undan dystarbyrjan: Veðrið er frálíkt til fótbólt í Sarpugerði. Eingin vindur er og sólin sær. Tórður Thomsen fær sítt debut í ÍF-málinum í dag, meðan liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, situr uttanfyri við leikbanni.
Byrjunaruppstillingar
Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen, Dánial Pauli Lervig, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Kaj Leo í Bartalsstovu - Filip Djordjevic - Hjartvard Hansen
ÍF: Tórður Thomsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Høgni Madsen - Dánjal á Lakjuni, Bogi Løkin, Karl Løkin, Thomas Asmussen - Clayton Soares
Dómari: Rúni Gaardbo










