netinum hjá Televarpinum halda fram, og í hesum árinum ætlar Televarpið sær fyrst og fremst at arbeiða við at fáa Vágarnar, Sundalagið og Kvívík upp í sítt net. Ikki fyrr enn tað er gjørt, kemur Suðuroyggin [...] møguleikarnar fyri, at Televarpið bygdi út í Suðuroy. Men sambært stjóranum í Televarpinum er ikki ítøkiligar ætlanir um hetta enn. ? Vit hava gjørt eina ætlan fyri, hvussu vit fara at byggja út, og hesa [...] hesa ætlan halda vit okkum til, sigur Laila Hentze. ? Vit fara sjálvandi at kanna møguleikarnar fyri at fara til Suðuroyar eisini, men áðrenn vit kunnu siga nakað um tað, mugu vit gera tær somu kanningarnar
frælsis-skjal dana, vísir seg nú at forða fyri bæði hesum og hasum, tá ið talan er um, at føroyingar ætla at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Tað liggur væl fyri at tamba grundlógina, tá ið danski E [...] ES-limaskapurin skal fáast at passa inn í grundlógina, men tað gongur striltið, tá ið vit tosa um Føroyar. Í hesum drúgva talvi er tað altavgerðandi, at føroyska fólkatingsumboðanin, er tann tolnari, drúgvari [...] og snildari telvarin, at fólkatingsumboðanin telvar vegna landsstýrið og vegna Føroya fólk, og ikki bert er ein hálvur løgtingsmaður, ið fyri dupulta løn, verður so sundurbýttur, at hann hvørki er her ella
fram er, at Føroyar høvdu fingið nógv størri nyttu av fólkatings-umboðunum, um tey vóru í Fólkatinginum burturav og ikki, sum nú, bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum. Hann heldur, at hetta at okkara [...] ð. Eg ivist ikki í, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Føroyar, um so er, at okkara fólkatingsumboð vóru fólkatingsumboð burturav. Um nøkur meining skal vera í hjá føroyingum at hava umboð í Fólkatingin-um [...] d. ikki, at sami persónur umboðar flokkin í bæði fólkatinginum og í EU-parlamentinum. Um ein fólkatingslimur verður valdur í EU-parlamentið, leggur hann fólkatingssessin frá sær, soleiðis at hon ella hann
Joensen. Hann leggur afturat, at nú má tað verða nóg mikið, og at í ár eru tað vestmenningar, ið standa fyri tørni til at fara við steypinum. - Eg ivist heldur ikki í, at hava vit sama gejst í finaluni [...] finaluni. Sámal Joensen prógvaði enn einaferð, at hann hevur ómetaliga stóran týdning fyri liðið hjá VÍF. Óvanligur gejstur Sámal Joensen segði eftir dystin, at teir høvdu tikið sær um reiggj eftir dystin [...] tendraðir til dystin í kvøld. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð hava upplivað slíkan gejst á VÌF-liðnum sum í kvøld, og tað gav eisini úrslit. Uppleggið undan dystinum var, at vit skuldu verða líka garvillir, sum
fingin fyri, at tað framvegis fer at standa Tórshavn, og at Merkið fer at veitra á reyvini á Norrönu. Nevndin í Smyril Line og Óli Hammer, fráfarandi stjóri, siga, at tey eru samd um, at løtan nú er tann [...] nevndina og eitt nýtt stjóraevni, sigur nevndaformaðurin í Smyril Line, Klæmint Weihe. - Stundin er komin at lata yngri kreftir sleppa framat. Eg havi verið stjóri í Smyril Line í meira enn 22 spennandi ár. Tá [...] havi eg tikist við ferðafólka- og farmaflutning á Norðuratlantshavinum í meira enn 30 ár, og nú er tíð at fara, sigur Óli Hammer í tíðindaskrivi, sum hann saman við nevndarformanninum í Smyril Line sendi
ongan iva vera um tað, at Unga Sjálvstýrið er til reiðar at taka við avbjóðingum og uppgávum. Mong kenna søguna um Óðin, sum gav eyga stítt fyri vísdóm, og tískil hava vit vælt at geva okkara búmerkið eitt [...] "profilurin", hevur at bera flokkinum sum eina seinastu heilsan. Næsta øldin við Sjálvstýrisflokkinum verður stutt, væntar profilurin. Tað kann verða nakað um tað, um øll, sum eitast at vilja flokkinum væl [...] sum Sjálvstýrisflokkurin hevur í sínum búmerki, ganga aftur, og litirnir eru at kalla teir somu. Búmerkið er teknað fyri at flokkurin skal hava eitt støðugt andlit úteftir. Sjálvt merkið er eitt smílandi
126-ára gamla Dimmalætting hevur eftir øllum at døma eina kollveltandi ætlan fyri blaðið, sum fer at hava við sær, at blaðið minkar niður í ta stødd, sum hini føroysku bløðini koma út í ? sum Sosialurin [...] sín 125 ára dag, váttaði Ingi Samuelsen í Sosialinum, at leiðslan hevði umhugsað at broyta støddina á blaðnum í sambandi við føðingardagin, men at tað ikki ikki gjørdist veruleiki. Byrjaði í minni stødd [...] blaðið broadsheet-støddina, sum tað síðani hevur verið kent fyri. Men líkt er nú til, at Dimmalætting av álvara umhugsar at fara aftur til tabloid-støddina, sum blaðið kom út í fram til 1921. Í útlandinum eru
Har verður alt at fáa til húsið - líka frá timburi og amboðum til máling, køkar og el-lutir. Nýggja og 6.000 fermetrar stóra byggimiðstøðin stendur væntandi klár í 2007, og orsøkin til, at hon kann gerast [...] gerast veruleiki, er, at tríggjar sterkar fyritøkur nú kasta saman. Endaliga avtalu um at keypa SP/F Damor, ið m.a. selur køkar, hvítvørur, V.H.S.-lutir, el-útgerð og mangt annað, er gjørd í vikuskiftinum [...] í P/F Fjarðahús. Hann vísir á, at júst hesar tríggjar fyritøkurnar Fjarðahús, Hjá Fróða og Damor hóska sera væl saman, tí eingin teirra hevur somu vørur til sølu, tó at vøruúrvali hjá teimum trimum fyritøkunum
kortini heldur, at hetta man fara at vera á góðari leið. Sjálvur heldur hann, at nøgdin hesaferð gjørdist størri enn áður, tí veðrið var so vánaligt upp undir endan av túrinum. - Tá túrurin fer at halla, og [...] er góður í løtuni, og tí er hugsandi, at hetta eisini er metsøla til ídnað. Heimasíðan hjá Norðlýsinum veit frá skiparanum, Høgna Hansen úr Oyndarfirði, at siga, at manningarparturin hendan túrin, sum vardi [...] reiðari, sigur, at hetta er ein góður túrur hjá skipi og manning. - Vit hava selt tey 3254 tonsini fyri umleið 4,5 mió krónur, og tað er rættiliga góð søla til ídnað. Hann vísir á, at prísurin á fiski
og heitti tí á mammuna og vinkonuna um ikki at fara í miðlarnar við hesum. Í Ekstrablaðnum stendur at lesa um hetta undir heitinum »vandrehistorier«. Men at hendingin er farin fram, sum her sagt frá, er [...] sínum. Og at hetta er neyðugt, gjørdist sjón fyri søgn hjá einari ungari mammu í Gentofte. Hon og ein vinkona vóru farin inn í stóra handilin Ikea í Gentofte, tá mamman knappliga varnast, at dótturin er [...] lukkutíð hevur handilin eina skipan sum ger tað møguligt, at læsa hurðarnar alt fyri eitt. Og hetta var sjálvandi gjørt. Leitað var um allan handilin, og at enda komu handilsvaktirnir fram á lítlu gentuna inni