Dimma á veg í Sosialstødd

Tíðindi í miðlaverðini vilja verða við, at Dimmalætting í næstum fer at minka um støddina á blaðnum, men blaðstjórin vil ikki vátta hetta

126-ára gamla Dimmalætting hevur eftir øllum at døma eina kollveltandi ætlan fyri blaðið, sum fer at hava við sær, at blaðið minkar niður í ta stødd, sum hini føroysku bløðini koma út í ? sum Sosialurin til dømis.
Tíðindini ganga í hesum døgum sum rótasúpan í føroyska miðlaheiminum, men á Dimmalætting fæst einki greitt svar, tá ið spurt verður um tíðindini.
? Vit arbeiða alla tíðina við at betra um blaðið, men meira kann eg ikki siga í løtuni, sigur Ingi Samuelsen, sum hevur verið ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting síðani 1. januar í 2002.
Fyri einum góðum ári síðani, tá ið Dimmalætting hátíðarhelt sín 125 ára dag, váttaði Ingi Samuelsen í Sosialinum, at leiðslan hevði umhugsað at broyta støddina á blaðnum í sambandi við føðingardagin, men at tað ikki ikki gjørdist veruleiki.

Byrjaði í minni stødd
P/F Dimmalætting er elsta partafelagið í landinum, og felagið hevur síðani 1878 givið blaðið Dimmalætting út.
Blaðið er kent fyri at koma út í sonevndu broadsheet-støddini, men í grundini kom blaðið fyrstu árini út tabloid-stødd ? tað er støddin, sum til dømis Sosialurin kemur út í.
Fyrstu árini var útgávan av Dimmalætting fýra tabloid-síður, men í 1921 fekk blaðið broadsheet-støddina, sum tað síðani hevur verið kent fyri.
Men líkt er nú til, at Dimmalætting av álvara umhugsar at fara aftur til tabloid-støddina, sum blaðið kom út í fram til 1921.
Í útlandinum eru fleiri bløð seinnu árini farin úr broadsheet-stødd og niður í tabloid-stødd. Til dømis eru nógv dømi um hetta í Svøríki, og har halda leiðslurnar, at umleggingarnar hava eydnast væl.