Sjálvsstýrismálið á føroyskar hendur

Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
????

Samgongan, við Javnaðarflokkinum á odda, hevur sett sær fyri at fáa sjálvstýrismálið á føroyskar hendur. Leisturin, sum Javnaðarflokkurin og samgongan hevur valt, er settur saman av trimum týðandi tættum:

1. Yvirtøkulóggávu, sum er ein nútímansgerð av heimastýrisskipanini
2.Lóggávu um størri utt-anríkispolitiskar heim-ildir og
3. Nýggjari stjórnarlóg um rættindi og skyldur føroyinga og um mannagongdir í sambandi við sjálvsstýristilgongdina.

Á henda hátt ætlar Javnaðarflokkurin at slóða fyri einari hóvligari tjóðskapar-ligari semju í sjálvstýris-málinum, og hetta er ein góð ætlan.
Men mangir eru leikir í longum talvi, og tað tykist sum møtir landsstýrið mótburði í teimum donsku politisku og løgfrøðiligu korridorunum á Christiansborg.
Langar løgfrøðiligar tulkingar koma aftur og aftur í vegin, og grundlóg-in, sum skuldi vera frælsis-skjal dana, vísir seg nú at forða fyri bæði hesum og hasum, tá ið talan er um, at føroyingar ætla at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Tað liggur væl fyri at tamba grundlógina, tá ið danski ES-limaskapurin skal fáast at passa inn í grundlógina, men tað gongur striltið, tá ið vit tosa um Føroyar.
Í hesum drúgva talvi er tað altavgerðandi, at føroyska fólkatingsumboðanin, er tann tolnari, drúgvari og snildari telvarin, at fólkatingsumboðanin telvar vegna landsstýrið og vegna Føroya fólk, og ikki bert er ein hálvur løgtingsmaður, ið fyri dupulta løn, verður so sundurbýttur, at hann hvørki er her ella har, men bara hevur orku til at fara í onkra hissini konfrontatión, sum ikki førir til nakra loysn.
Fólkatingsumboðið skal ikki blanda seg uppí danskan politikk, men stútt og støðugt virka til frama fyri Føroyar.