Vegna Unga Sjálvstýrið
Jógvan Skorheim, formaður
Nú kom fram í fjølmiðlunum, at ein "profilur" var farin úr Sjálvstýrisflokkinum. Hetta harmar okkum í Unga Sjálvstýrinum
Spádómurin er dapur, sum fyrrverandi formanninum í Unga Sjálvstýrinum, sonevndi "profilurin", hevur at bera flokkinum sum eina seinastu heilsan. Næsta øldin við Sjálvstýrisflokkinum verður stutt, væntar profilurin. Tað kann verða nakað um tað, um øll, sum eitast at vilja flokkinum væl, ríma úr honum og sláa tað stórt upp, um okkurt ikki gongur júst, sum ein sjálvur vil.
Skal flokkurin hinvegin vaksa, kemur tað ikki bert av sær sjálvum. Tað skal arbeiðast, og tað er júst tað, vit vilja. Vit vilja gera okkara til, at flokkurin til næsta val fær størri undirtøku og harvið størri ávirkan. Fyrsta ítøkiliga tekin um tað er nýggja búmerkið Unga Sjálvstýrisins. Tað er Palli Skorheim, sum hegnisliga hevur evnað búmerkið til. Fuglarnir, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur í sínum búmerki, ganga aftur, og litirnir eru at kalla teir somu. Búmerkið er teknað fyri at flokkurin skal hava eitt støðugt andlit úteftir. Sjálvt merkið er eitt smílandi og eitt syrgjandi andlit. Eins og í politikki. Tað gongur við, og tað gongur ímóti. Men lat ongan iva vera um tað, at Unga Sjálvstýrið er til reiðar at taka við avbjóðingum og uppgávum. Mong kenna søguna um Óðin, sum gav eyga stítt fyri vísdóm, og tískil hava vit vælt at geva okkara búmerkið eitt eyga. Vit fara at leggja okkum eftir at styrkja um flokkin. Profilarnir, sum skulu mynda flokkin í framtíðini, eru í flokkinum, ikki uttanfyri.
Slagorð okkara til fólkatingsvalið var "Nýggjar tíðir ? nýtt sjálvstýri!". Eitt fínt slagorð, sum vísir viljan, sum eyðkennir Sjálvstýrisflokkin.










