P/F Fjarðahús og P/F hjá Fróða keypt Damor

Fjarðahús, Timburhandil & Byggibúð hevur, saman við P/F Hjá Fróða, keypt Sp/f Damor, ið húsast á Hjalla í Tórshavn. P/F Fjarðahús hevur við hesum gjørt eitt strategiskt keyp, ið styrkir støðuna hjá Fjarðahúsum á byggimarknaðinum og gevur kundunum ein sera áhugaverdan møguleika at handla alt til húsið á einum og sama stað, siga nýggju eigararnir

Fólk, sum skulu keypa, byggja ella umbyggja hús, kunnu longu komandi ár leita sær inn í eina nýggja byggimiðstøð á Hjalla. Har verður alt at fáa til húsið - líka frá timburi og amboðum til máling, køkar og el-lutir.

Nýggja og 6.000 fermetrar stóra byggimiðstøðin stendur væntandi klár í 2007, og orsøkin til, at hon kann gerast veruleiki, er, at tríggjar sterkar fyritøkur nú kasta saman.

Endaliga avtalu um at keypa SP/F Damor, ið m.a. selur køkar, hvítvørur, V.H.S.-lutir, el-útgerð og mangt annað, er gjørd í vikuskiftinum.

Talan er um eitt strategiskt keyp, sum fyrst og fremst ber í sær, at kundarnir hjá øllum trimum fyritøkunum nú fáa eitt heilstoypt keypsupplivilsi. Tá byggimiðstøðin er reist, fæst stórt sæð alt, sum skal brúkast til eini hús, frá okkum á einum og sama stað. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kundarnar, og vónandi styrkir tað okkara fyritøku, ið nú er nógv víðkað, sigur Óli M. Hansen, stjóri í P/F Fjarðahús.

Hann vísir á, at júst hesar tríggjar fyritøkurnar  Fjarðahús, Hjá Fróða og Damor  hóska sera væl saman, tí eingin teirra hevur somu vørur til sølu, tó at vøruúrvali hjá teimum trimum fyritøkunum hóskar væl saman.

Per Mortensen, ið átti SP/F Damor, hevur valt at selja sína fyritøku, og hann ætlar at takast við annað starv frameftir. Fróði Sigvardsen, ið eigur P/F Hjá Fróða, er vorðin partaeigari í P/F Fjarðahús, og hann er settur sum stjóri í Damor.

Partarnir eru samdir um, at keypsprísurin er í trúnaði.

Eftir at fyritøkurnar hava kastað saman, starvast tilsamans knappliga 20 fólk í P/F Fjarðahús.