Televarpið bíðar við Suðuroynni

Vágarnar, Sundalagið og Kvívík standa fyrst fyri í útbyggingunum hjá Televarpinum, og áðrenn nakað hendir í Suðuroy, skulu fleiri kanningar gerast

Útbyggingarnar av netinum hjá Televarpinum halda fram, og í hesum árinum ætlar Televarpið sær fyrst og fremst at arbeiða við at fáa Vágarnar, Sundalagið og Kvívík upp í sítt net.
Ikki fyrr enn tað er gjørt, kemur Suðuroyggin inn í myndina.
Menningarstjórin hjá Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, nevndi á fundi í Suðuroynni í farnu viku møguleikarnar fyri, at Televarpið bygdi út í Suðuroy.
Men sambært stjóranum í Televarpinum er ikki ítøkiligar ætlanir um hetta enn.
? Vit hava gjørt eina ætlan fyri, hvussu vit fara at byggja út, og hesa ætlan halda vit okkum til, sigur Laila Hentze.
? Vit fara sjálvandi at kanna møguleikarnar fyri at fara til Suðuroyar eisini, men áðrenn vit kunnu siga nakað um tað, mugu vit gera tær somu kanningarnar har, sum vit hava gjørt alla aðrastaðni, sigur Laila Hentze.
Tað er tí ikki sannlíkt, at Televarpið verður at síggja í Suðuroynni í bræði.

Kundaskarin veksur
Televarpið hevur fleiri enn 4000 kundar í síni skipan, og talið á kundum veksur støðugt.
? Vit fáa nýggjar kundar á teimum nýggju støðunum, sum vit byggja út, men vit kunnu eisini fegnast um, at vit fáa støðugt fleiri kundar á teimum støðunum, sum vit hava verið í longri tíð, sigur Laila Hentze.
P/F Televarpið var stovnað í juli mánaði 2003 og fór at senda í desember mánaði sama á. Føroya Tele er einasti partaeigarin í Televarpinum.
P/f Televarpið er eitt sølu- og útbreiðslufelag við egnari tele-konsessión frá Vinnumálaráðnum. Televarpið sendir útlendskar sjónvarpsrásir á sínum egna netið, umframt at Televarpið eisini hevur sína egnu rás.
Í nevndini sita Andras Róin, formaður, Heini Joensen og Reidar Nónfjall.