dystin syrgdi Lotte Sørensen fyri, at høvuðsstaðarliðið fekk øll stigini við sær til Havnar aftur. Tað gekk javnt fyri seg alla tíðina. Kyndil legði seg fram um í teimum fyrstu 15 minuttunum, men so vendist [...] kom rættiliga fyri seg. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var knappliga vent í holuni, tí við fýra málum á rað fór Sóljan frá 5-7 til 9-7. Hesa løtuna steðgaði álopsspælið hjá Kyndli upp, og tað var ikki fyrr [...] hálvleikssteðg var støðan 13-11 til Sóljuna. Lotte lykilin Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið gott tak á. Tær løgdu harðliga fyri, og øktu leiðsluna upp í 16-12, tá fimm minuttir vóru spældir. Kyndlaliðið
útlendingar søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum og so stórt hevur talið ikki verið, síðani tað gekk harðast fyri seg í áttatiárunum. Her er talan um fólk úr øllum heiminum, eisini úr so fjarskotnum [...] arbeiði, annars fær hann ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Men eru allar tær treytirnar gingnar á møti, verður loyvið vanliga latið. Viðhvørt verða fakfeløgini og ALS biðin um viðmerkingar, men tað [...] ørskapur, tí hvat skulu vit gera við teir, tann dagin, vit hava fingið eina kreppu aftur. Hon vísur eisini á, at enn er tað eitt ávíst arbeiðsloysi í Føroyum. ?Teir arbeiðsgevarar, sum átaka sær at tryggja útlendingum
kanska effektivitetin frammanfyri málinum. Vágamenn høvdu nevniliga bóltin nógv, og nógv gekk fyri seg frammalaga á VB-hálvuni. Men burtursæð frá tveimum opnum møguleikum, tað eina brotspark, blivu fáir [...] part av dystinum. Vágbingar høvdu eina einkla uppskrift til at basa vágamonnum. Liðið stóð aftarlaga á vøllinum, uttan tó at grava seg heilt niður, og síðani skuldi berjast fyri hvørjum bólti. Hetta viðførdi [...] Vágar. Longu tá fáir minuttir vóru farnir, hevði altíð vandamikli Birgir Jørgensen ein skallara sum fór á tvørstongina. Løtu seinni var Birgir farin fram við málmanninum sum kom út í móti, men megnaði hóast
teg, tá ið Ægir fór á land, tú var so glaður fyri at vera við har og helt tú so nógv av Thorleifi, altíð spurdi tú meg, um eg hevði sæð hann. Babba, at tú var væl avhildin, sást á tí stóra skara, sum kom [...] var so góður svimjari. Eg helt, at tað kundi ikki passa, men so komu beiggjarnir Eiler og Jón, tá gekk upp fyri mær, at tað mátti vera satt. Góði babba, eg minnist, tá ið vit vóru børn, tá tók tú okkum [...] tað, men eg fekk so góða hjálp frá tær og gloymi ikki, tá ið eg fór upp í koyring, tá koyrdi tú aftan á mær alla tíðina, tú var so spentur at vita, um eg fór at klára tað, og var tú so glaður, tá ið eg hevði
tónleikin, at alt er á einum staðið, men um hini støðini fáa somu umstøðurnar, sum eru her, so skal prixið flytast útaftur kring landið, tí tað er avgjørt ein sjarma í at verða á teimum lokalu støðunum [...] spælir Uni gittar og var sangari. Hinir tríggir í bólkinum eruBúi Dam, Edvard Nyholm Debess og Rógvi á Rógvi. Spurdur um hví hann valdi at spæla við hesum garvaðu góðu tónleikarunum innan føroyska tónleikaheimin [...] ikki so torskilt, greiðir Uni frá, sum heldur, at ein blues tónleikaheimur vantar í Føroyum. Stak væl gekk eisini hjá Headache Blues Treo, sum hóast sín kanska ikki so prix-líknandi stíl, fekk eitt annað pláss
helst til at siga, at vit á skíggjanum sóu og hoyrdu tveir ymiskar partar. Í øðrum vóru Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin. Í hinum Tjóðveldisflokkurin. Tað gekk greitt fram, hetta prógvaði [...] roknað við, at landsins størsti flokkur, nú hann hevur verið við til at samtykkja sjálvsstýrissamtyktina á tingi, fór at brúka meiri orku uppá vinstra-høgra politikkin, men so sýnist ikki at vera. At flokkurin [...] fyri Tjóðveldisflokkin. At veljarin og eftir øllum at døma tríggir av teimum stóru flokkunum nú peika á eina breiða samgongu er heldur ikki so løgið. Føroyar hava brúk fyri eini breiðari samgongu. Tað høvdu
við. Nógvir áskoðarir vóru til dystin, og bara tað at leikarnir sluppu at marsjera inn á vøllin, og at nøvnini á vórðu rópt upp undan dystinum, blivu spælarnir rættiliga bergtiknir av. Tveir spælarar heiðraðir [...] Vanliga er talan um ein stóran skara av ungum ítróttarfólki, so neyðugt er við nógvum hjálparfólki á sjálvum túrinum, og eisini har plaga foreldrini at taka eina hjálpandi við. Spældu seg fram í finaluna [...] B36 stóðu seg rættiliga væl í kappingini í Brande. B36 1 spældi seg heilt fram í finaluna, meðan tað gekk minni væl hjá B36 2, ið tapti allar dystinar í kappingini. B36 1 endaði í bólki saman við donskum
Tað var, sum tað plagar at vera, tá umboðini fyri Fótbóltssambandið leygardagin fóru á vøllin fyri at handa KÍ steypið, sum Føroya Bjór í 1996 setti út at kappast um, og sum GÍ, B36, HB og KÍ ? tey fýra [...] hevði tað klætt seg, at ein stórur ringur varð gjørdur, soleiðis at tað bar til at eygleiða tað, sum gekk fyri seg, og hoyra tað, sum varð sagt, men hetta eydnaðist ikki. Ovurfegnu áskoðararnir vildu fegnir [...] einki fyrireikað ? fyri mong kendist tað, sum um teir høvdu verið í so varnir ? og tá spælararnir komu á pallin, sum í skundi var settur upp, og formaðurin í felagnum, Svend Jacobsen, og býráðsformaðurin,
sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum. Ferðin yvir hav tók [...] teir tríggir, sum mannaðu Apollo 11, vóru í. Á báðum hylkjunum sóust skaðar frá viðferðini, sum hylkini fingu, tá tey komu inn í tað brennandi heitu atmosferina. Á sama stað sást ein mánasteinur, sum fólk [...] vita um amerikansku flogsøguna. Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar
at koma á pallin, so roknaði eg á ongan hátt við, at eg skuldi gerast tann hepna, sigur Poula á Stongum. Hon hevur ongantíð sungið alment, og tað, sum hon gjørdi á konsertini, kom púra óvart á vinkonurnar [...] fastur táttur á konsertunum hjá Bryan Adams, at hann tekur eina gentu ella unga kvinnu upp á pallin at syngja »Baby when you’re gone«, sum hann annars syngur saman við Mel C, duett saman við sær. Á konsertini [...] konsertini á Tórsvølli í gjárkvøldið gjørdist 21-ára gamla Poula á Stongum av Eiði hepna kvinnan, sum slapp á pall við kendu heimsstjørnuni. Hon hevði gjørt av framman undan at royna at gera alt fyri at sleppa