VB mundi snýtt FS Vágar

Hóast vágamenn høvdu nógv størsta partin av spælinum og haraftrat brendu brotspark, vóru vágbingar minst líka vandamiklir, og kundu til síðst fingið øll trý stigini.

Hugdi ein eftir stigatalvuni áðrenn dystin millum VB og FS Vágar í Vági leygardagin, skuldi talan bert verið um avgreiðsluspurning hjá vágamonnum. Men at VB hevur ment seg seinastu dystirnir, vístu teir greitt. Ikki einans er fólkið betri nú, men sambandið við botnin er minkað og nú vísa teir í Vági vilja og berjast fyri sakini, nakað sum ikki sást í fyrru helvt.

FS Vágar bóltin nógv

FS Vágar mátti verða Clayton Soares fyri uttan, og tað merkti kanska effektivitetin frammanfyri málinum. Vágamenn høvdu nevniliga bóltin nógv, og nógv gekk fyri seg frammalaga á VB-hálvuni. Men burtursæð frá tveimum opnum møguleikum, tað eina brotspark, blivu fáir møguleikar skaptir burturúr tí leikligu yvirvág, sum FS Vágar hevði stóran part av dystinum.

Vágbingar høvdu eina einkla uppskrift til at basa vágamonnum. Liðið stóð aftarlaga á vøllinum, uttan tó at grava seg heilt niður, og síðani skuldi berjast fyri hvørjum bólti.

Hetta viðførdi so, at lítið skipað spæl var frá heimaliðnum, men mótálop fingu teir fleiri av, og samanlagt fingu vágbingar fleiri opnar møguleikar enn FS Vágar.

Longu tá fáir minuttir vóru farnir, hevði altíð vandamikli Birgir Jørgensen ein skallara sum fór á tvørstongina. Løtu seinni var Birgir farin fram við málmanninum sum kom út í móti, men megnaði hóast hetta ikki at raka málið.

FS Vágar fekk ein góðan møguleika eftir hornaspark, tá bólturin í fyrstu syftu bleiv beindur burtur. Men uttanfyri brotsteigin stóð Hannis Olsen og hann smekkaði til , men Finnbogi Olsen í VB-málinum bjargaði heilt úti við stongina.

Brendu brotspark

Tá so nakrir minuttir manglaðu av fyrra hálvleiki, fingu vágamenn størsta møguleikan í dystinum. Bjarni Prior bleiv spældur leysur, men bólturin fór ov langt frá honum og støðan tóktist í fyrstu syftu at vera hasað av. Men málmaðurin hjá VB fór nakað harðliga út í Bjarna, og dómarin dømdi, sum púra rætt var, brotspark.

Jens Erik Rasmussen var settur at taka, men hóast bólturin var væl plaseraður, bjargaði Finnbogi Olsen, sum spældi ein sera góðan dyst.

Hetta gav VB trúnna uppá at tað kundi spyrjast okkurt burturúr dystinum. Seinni hálvleikur líktist nógv tí fyrra, har FS Vágar hevði bóltin nógv uttan tó at skapa teir stóru møguleikarnar. Teir bestu møguleikarnar í seinna hálvleiki hevði VB. Eini tvær ferðir blivu vongverjarnir hjá vágamonnum ov grammir at sleppa fram, og hetta gav Símum Samuelsen tvær góðar møguleikar, men hann var ikki nóg kaldur í avgerandi løtuni.

Í yvirtíðini fekk VB ein fínan møguleika at avgera dystin. Símun Samuelsen bleiv spældur ígjøgnum verjuna hjá FS Vágum, og hevði alla hálvuna fyri seg sjálvan. Men tá hann skuldi fara framvið málmanninum, sum var komin út móti honum, rakti hann málmannin í fótin, og tí spurdist onki burturúr hesum.

Dysturin endaði sostatt málleysur, hóast leikliga yvirvág til FS Vágar stóran part av dystinum. Vágbingar eru helst fegnast um eina stigið, tí undan dystinum høvdu vágbingar óivað selt dystin fyri eitt stig.

Dysturin í tølum:

VB-FS Vágar 0-0