Hatta var prikkurin yvir i’ið

Tað var Paula á Stongum, sum gjørdist hepna kvinnan, ið slapp at syngja duett saman við Bryan Adams til konsertina á Tórsvølli í gjárkvøldið

Tað er fastur táttur á konsertunum hjá Bryan Adams, at hann tekur eina gentu ella unga kvinnu upp á pallin at syngja »Baby when you’re gone«, sum hann annars syngur saman við Mel C, duett saman við sær.

Á konsertini á Tórsvølli í gjárkvøldið gjørdist 21-ára gamla Poula á Stongum av Eiði hepna kvinnan, sum slapp á pall við kendu heimsstjørnuni.

Hon hevði gjørt av framman undan at royna at gera alt fyri at sleppa á pall saman við Bryan Adams, tí hon hevði lisið í Sosialinum, at hann plagdi at taka eina kvinnu á pall at syngja hendan serliga sangin saman við sær.

- Eg royndi at rópa nógv og veitra nógv, ja, eg gjørdi alt, eg kundi, fyri at skilja meg burtur úr mongdini, sigur Poula á Stongum við Sosialin.

Og tað eydnaðist. Tað gjørdist hon, sum slapp at syngja »Baby when you’re gone« saman við heimskenda kanadiumanninum.

Men hvussu kendist tað at sleppa at standa á palli saman við einari so stórari stjørnu?

- Tað var ótrúligt. Eg hugsaði als ikki, tá tað varð greitt, at tað var eg, sum skuldi á pallin. Men meðan eg gekk upp gjørdist eg eitt sindur nervøs fyri, at eg ikki skuldi minnast orðini, sigur Poula á Stongum, ið aftur var til arbeiðis sum vanligt í morgun.

Hon arbeiðir sum stovugenta á Hotel Føroyum, og lagnan hevur lagað tað soleiðis, at hon ger suituna hjá sjálvum Bryan Adams reina.


Vandi um morgunin

Tað var ikki tí, at hon er heimsins størsti Bryan Adams-fjeppari, men tá hon sá í Sosialinum, at hetta var partur av konsertini, gjørdi hon sum nevnt av, at royna at sleppa á pallin. Og at hon meinti hetta í ramasta álvara, skilst best av, at hon lurtaði eftir hesum serliga sanginum fleiri ferðir um morgunin, so hon skuldi verða so væl fyrireikað sum gjørligt, skuldi hon verðið tann útvalda.

- Men sjálvt um eg hevði gjørt av at gera alt fyri at koma á pallin, so roknaði eg á ongan hátt við, at eg skuldi gerast tann hepna, sigur Poula á Stongum.

Hon hevur ongantíð sungið alment, og tað, sum hon gjørdi á konsertini, kom púra óvart á vinkonurnar, tí tær høvdu ikki ímynda sær, at hon kundi uppført seg soleiðis.

- Men tær vóru ordiliga glaðar mína vegna, at eg slapp at uppliva hetta, sigur Poula á Stongum.

Sjálv var hon ovfarin av, at hon kendi næstan allar sangirnar, sum Bryan Adams framførdi á konsertini, tí tað er ikki hansara tónleik hon lurtar eftir dagliga.

- Eg havi upplivað so nógv í ár, so eg veit ikki, um hetta var ársins uppliving. Men hetta var sanniliga prikkurin yvir i’num, sigur Poula á Stongum.

Aftur fyri »ómakin« fekk Poula á Stongum nakrar T-shirts og plektarin hjá Bryan Adams.

- Hann segði við meg, at tað var stuttligt at syngja saman við mær, og annars takkaði hann mær fyri, at eg var komin á pallin at syngja saman við honum, sigur Poula á Stongum, sum gjørdi seg til reiðar at fara at gera suituna hjá kanadisku heimsstjørnuni reina, tá Sosialurin tosaði við nú føroyakendu eiðiskvinnuna í morgun.