Uttanlandsferð
Seinasta vikuskiftið luttóku tvey piltalið hjá B36 í Brande Cup í Jútlandi. Vanligt er, at ítróttarfeløgini gera uttanlandsferðir við ungdómsliðum júst hesa tíðina av árinum. Liðini plaga at vera burtur í eina góða viku, og kappast verður við javnaldrar úr fleiri londum.
B36 hevur gjørt uttanlandsferðir við ungdómsliðum í eini 12-15 ár, og aftur í ár hevði felagið valt at lata piltarnar fara uttanlands. Endamálið við uttanlandsferðunum er bæði at samansjóða tey ungu, og at leikarnir sleppa at royna seg ímóti javnaldrum frá øðrum londum. Umframt teir dagligu dystirnir, verða útferðir gjørdar við spælarnum. Stuttleikalundirnar, so sum Legoland og Sommerland, eru vælumtókt vitjanarstað hjá teimum ungu, so hagar gongur ofta leiðin hjá ítróttarfeløgnum.
Foreldrini skipa fyri
Í samband við uttanlandsferðirnar eru tað oftast foreldrini at børnunum, ið standa fyri fyrireikingunum. Foreldrini skipa ein sokallaðan foreldrabólk, og hesin skal so virka fyri, at pengar fáast til veða til uttanlandsferðina. Innsavningin fer fram við ymiskum tiltøkum, ið foreldrabólkurin stendur fyri. Tiltøkini fevna vanliga um lutseðlasølu, bingo, tombola og sum nakað nýtt, eru neytamykjukappingarnar eisini blivnar liður í innsavningini til uttanlandsferðirnar.
Umframt at hjálpa til við tí peningaliga, so plaga fleiri foreldur at fara við sum leiðarar. Vanliga er talan um ein stóran skara av ungum ítróttarfólki, so neyðugt er við nógvum hjálparfólki á sjálvum túrinum, og eisini har plaga foreldrini at taka eina hjálpandi við.
Spældu seg fram í finaluna
B36 stóðu seg rættiliga væl í kappingini í Brande. B36 1 spældi seg heilt fram í finaluna, meðan tað gekk minni væl hjá B36 2, ið tapti allar dystinar í kappingini.
B36 1 endaði í bólki saman við donskum og týskum liðum, og har eydnaðist tað koma víðari sum nummar tvey. Leygardagin spældu B361 tríggjar dystir, og vunnu teir teir allar. Bæði í áttindapartsfinaluni og fjórðingsfinaluni vunnu B36 1 tepurt og hálvfinaludysturin gjørdist ein sannur gysari. Eftir at dysturin ímóti Lemvig GK endaði málleysur, var farið til brotsspørk, og havnadreingirnir vunnu 5-4. Í finaluni sunnudagin møttu B36-piltarnir B1921, og tá máttu teir lúta fyri spælarnum av Falster. Dysturin endaði 3-0 til B1921.
Karmarnir um finaluna vóru rættiliga stórsliðnir, í mun til hvat piltarnir eru vanir við. Nógvir áskoðarir vóru til dystin, og bara tað at leikarnir sluppu at marsjera inn á vøllin, og at nøvnini á vórðu rópt upp undan dystinum, blivu spælarnir rættiliga bergtiknir av.
Tveir spælarar heiðraðir
Siður er í kappingini í Brande, at teir spælarnir, ið skjóta skjótasta mál og hava besta málmansavrikið, verða heiðraðir av fyrireikarinum. Skjótasta málið og besta málmansavrikið fall í ár B36 í lut. Í bólkaspælinum vunnu B36 1 tann eina dystin heili 14-0, og longu eftir 18 sekund, hevði B36 fingið mál. Brandur M. Nolsøe skeyt málið, og fekk hann eina ítróttartasku í heiðursgávu afturfyri. Ikki nokk við tí, tá kappingin var av, mettu fyrireikarnir, at B36-piltarnir eisini áttu besta málverja í kappingin. Henda heiðurin fekk Hanus Dahl Johannesen. Í heiðursgávu fekk hann einar málmanshandskar.