Blues gevur nógv til tónleik

Uni R. Debess er ein av teimum fýra tónleikarunum í Headache Blues Treo, sum var við í fyrsta innleiðandi umfarinum til Prix Føroyar. Uni er ein ungur evnaríkur tónleikari, sum spælir eitt slag av tónleiki, sum ikki er so nógv at hoyra til í Føroyum. Nevniliga blues.

Sjálvur spælir Uni gittar og var sangari. Hinir tríggir í bólkinum eruBúi Dam, Edvard Nyholm Debess og Rógvi á Rógvi.

Spurdur um hví hann valdi at spæla við hesum garvaðu góðu tónleikarunum innan føroyska tónleikaheimin, svarar Uni:

? Tað eru ikki nógvir ungir tónleikarar, sum spæla júst hetta slagi av tónleiki, og tí eri eg farin at spæla saman við teimum.

Orsøkina til, at hann fór at spæla blues, sigur Uni vera, at hann hevði roynt bæði klassiskt og rock áðrenn, men tað var ikki júst tað.

? Eg royndi síðani blues, og tað fall mær væl í hjartað, sigur Uni við einum smíli.

Til Danmarkar
Um ikki so heilt langa tíð fer Uni til Danmarkar, har hann finna sær ein privatlærarar og síðani fer at lesa tónleik.

? Eg fari at studera kenslurnar í tónleikinum. Blues gevur so nógv til tónleik. Tað er einkult, men í blues ræður tað um at finna tað stóra í tí lítla. Tað fer niður í dýbdina av tónleikinum, og harafturat er tað ikki so torskilt, greiðir Uni frá, sum heldur, at ein blues tónleikaheimur vantar í Føroyum.

Stak væl gekk eisini hjá Headache Blues Treo, sum hóast sín kanska ikki so prix-líknandi stíl, fekk eitt annað pláss í innleiðandi umfarinum, og harvið tryggjaði sær enn ein møguleika í at royna at sleppa við í Norðurlandahúsið tann 26. apríl.

-? Umstøðurnar her eru ótrúliga góðar til at spæla. Tað er gott fyri tónleikin, at alt er á einum staðið, men um hini støðini fáa somu umstøðurnar, sum eru her, so skal prixið flytast útaftur kring landið, tí tað er avgjørt ein sjarma í at verða á teimum lokalu støðunum, sigur Uni um ljóðumstøðurnar í Mentanarhúsinum.

Av fyrstan tíð var tað als ikki ætlanin, at bólkurin skuldi fara við til Prix Føroyar, men tað var Búi Dam, sum kom við hugskotinum, at teir áttu at roynt.

Uni heldur, at tað gongur ikki út uppá at kappast innanfyri tónleik. Tað ræður um at framføra og at dáma at spæla.

? Ein kann ikki siga, hvat er best, tí øll hava sín máta at spæla uppá, men eg eri als ikki ímóti tí, men tað kann viðhvørt kanska gerast órættvíst, sigur Uni, sum millum annað hevur Jim Morrison og Jimi Hendrix sum fyrimyndir.

Umframt at spæla gittar og syngja, so er Uni eisini yrkjarin aftanfyri øll løgini, sum Headache Blues Treo spældi leygarkvøldið í Mentanarhúsinum.

-? Eg fái íblástur allastaðni frá. Frá tí, sum eg geri, frá fólkunum eg tosi við og í tí eg síggi, sigur Uni at enda.