einki land í heiminum brúkar lutfalsliga so nógvar pengar til heilsuverkið sum USA. Í 2002 rindaði hvør einasti amerikanari góðar 32.000 krónur til heilsuverkið, og tað var nógv meiri, enn fólk í øðrum framkomnum [...] tær skipanir, sum onnur lond hava. -Tað er í lagi, at fólk gjalda meiri, um tey fáa tilsvarandi meiri fyri pengarnar, men tey fáa tað sama sum onnur, sigur professarin Gerard Andersson við tíðarritið Health [...] úr fongslinum. Hann og fleiri hundrað aðrir politikarar vórðu tiknir og settir í fongsul, tá Gyanendra kongur koyrdi tjóðartingið og stjórnina til hús í vár. Síðani hevur kongur stýrt landinum einsamallur
vørur og tænasturm eitt nú til tey eldru. Tann stóra vanlukkan er ikki, at vit ikki hava ráð til eftirlønir. Tann stóra vanlukkan er, at vit hava ikki nóg mikið av fólki til at røkta gomul og sjúk. Hermann [...] árið í nøkur ár, til vend kom í aftur. Men fyri tey 14 fólkini, sum eru uppsøgd, er støðan ein heilt onnur. Tey hava mist arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og tey, sum eru nóg ung [...] milliardir tey næstu fáu árini. - Tað avgerðina hava føroyskir politikarar ikki verið nóg vaksnir til at taka, leggur Hermann Oskarsson afturat. Ístaðin fyri koma teir við útsøgnum, sum elva til óttan og
Tórshavnar kommuna mælir í dag til at kóka drekkivatnið í Hoyvík og Kollafirði. - Í teimum 22 vatnroyndunum, sum vórðu tiknar í kommununi í gjár, var ein e-coli bakteria staðfest á Vegnum Langa í Hoyvík [...] Langasandi í Kollafirði. Mælt verður tískil til at kóka vatnið í Hoyvík, Kollafirði, Oyrareingjum og Signabø, áðrenn drukkið verður. - Umsýn av vatninum verða tikin í dag, og úrslitini verða tøk í morgin. [...] Tilmælið um at kóka drekkivatnið stendur við, til nærri boð verða givin, siga tey í Tórshavnar kommunu. Um heimasíðuna hjá kommununi - torshavn.fo - sæst kort yvir dálkaða økið í Hoyvík.
Zappa hugleiðir um upplivingar hjá einum ferðandi orkestri »on the road«, sum tey siga. Onkrir av tekstunum í hesum verki vórðu mettir ónærisligir og fingu frámerkið »obscene«, tá ein almenn bretsk dómsnevnd [...] medvirkað í ljóðupptøkunum til henda filmin, sum eisini var sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Filharmonikararnir høvdu einki ilt at siga um hesa uppliving, sum tó bleiv tikin av skránni og bannað at framføra
broytingar gjørdar, sum tað líður út. Fyrstu upptøkurnar til røðina verða gjørdar í Suðuroy um dagarnar. Farið verður fyrst til Fámjins og síðan til Hvalbiar, sigur Zacharias Hammer, sjónvarpsmaður. Hann [...] Hammer sigur, at ein bági er tó, at fleiri av heimildarfólkunum eru komin so væl til árs, at tey líkasum halda seg ikki til at ganga allar gøturnar, so tí verður neyðugt at gera fleiri av upptøkunum aðrastaðni [...] fáa Jákup Paula Nielsen at siga frá, hvussu gøturnar eita, hvaðani nøvnini stava, hvussu gøturnar vórðu brúktar, hvør brúkti tær og so framvegis. -Kanska fara vit at møta onkrum á leiðini, sigur Zacharias
status at hava, samstundis sum hon bara refererar til sjálva heimastýrislógina, enn tað at gera mannagongdirnar í yvirtøkumálum lættari og greiðari fram til skarpskerðingina í 2012 tá ið politiski skilnaðurin [...] at lógin eittans er jarnbrot framímóti fullari sjálvstøðu, og at hon á ongan hátt skalar frumrættin til tjóðina. Dyggasta fólkarættar-ekspertisa í heimi eigur at vera konsulterað, soleiðis at leikur, ið [...] mangar undanstøkkingar, men kortini liggur skútan framvegis á kósini. Eingin ivast í frumburðarrættinum til landið og føroysku tjóðina. Harvið er illa hugsandi, at nakar í álvara hugsar um at endurtaka mistakið
sjógvi. Eg segði, at tey vóru noydd at fylgja mær, tí eg var kendur í økinum. Men tað gjørdu tey ikki. Eg sá, at tey vórðu knúst í øllum meldrinum. At eg ikki var meira avgjørdur um, at tey skuldu fylgja mær [...] teimum báðum aftur um ein betongmúr. Meðan tey stóðu aftanfyri múrin, kom hjúnarfelagi hennara rekandi fram við. - Hann megnaði at koma higar, har vit vóru stødd. Tey avgjørdu at royna at sleppa tvørtur um [...] dagbladet.no. Nú bendir alt á, at Finn Bertram Evensen sjálvur er sjólátin. Báturin er sleipaður til lands og er tikin upp, eins ymiskt annað, sum lá og rakst á leiðini, har hann varð ásigldur.
áskoðarar. -Tey høvdu eisini lagt ætlanir um at eitra fólk við at koyra eitur í mat teirra, sigur hann. Wu Heping sigur sambært Sky News, at 35 fólk eru tikin og sett í varðhald. Tey vórðu tikin í døgunum [...] døgunum frá 26. mars til 6. apríl.
12 av teimum 17, sum vórðu handtikin í einum stórum átaki um vikuskiftið. Nøkur teirra eru skuldsett fyri at hava vant yvirgangsmenn, og nøkur eru skuldsett fyri at hava verið við til at leggja ráð um atsóknir [...] løgreglan, at nøkur av teimum tiknu hava havt samband við fólk í Danmark og Svøríki. Harumframt hava tey verið í sambandi við fólk í USA, Bretlandi, Bosnia og Bangladesh. Danskir myndugleikar hava higartil [...] sigur, at átakið ímóti yvirgangi er ikki liðugt enn, og at tað kann væl hugsast, at fleiri verða tikin afturat.
um Føroyar og føroyingar til rættis fyri DR2. Talan er um »Temalørdag«, ið er ein sonevndur sendiblokkur, har tríggir tímar verða settir av til at lýsa eitt evni ígjøgnum til dømis dokumentarfilmar, m [...] línum og alt hatta har. So skifta vit yvir til nútíðina og taka fram, hvat føroyingar í veruleikanum takast við í løtuni og um arbeiðið, sum í løtuni fer fram til frama fyri at loysa frá Danmark, greiðir [...] hugt at fyrireikingunum til oljuvinnuna, og hvørja ávirkan tað fer at hava, um olja verður funnin. ? Vit reisa spurningin, um tað er vónirnar um oljuríkidømi, ið hava elvt til verandi loysingarhugin í