Zappa bannaður

Tríati ár eru í dag liðin síðani Frank Zappa og rokkbólkur hansara Mothers of Invention vórðu settir á dyr í Royal Albert Hall í London.

 

Ætlanin var at hava stóra konsert á hesum gitna staði saman við The London Philharmonic Orchestra. Á skránni vóru brot úr verkinum »200 Motels«, har Frank Zappa hugleiðir um upplivingar hjá einum ferðandi orkestri »on the road«, sum tey siga. Onkrir av tekstunum í hesum verki vórðu mettir ónærisligir og fingu frámerkið »obscene«, tá ein almenn bretsk dómsnevnd henda dag varð sett at lurta eftir plátuni »200 Motels«. Plátan var ljóðsporið úr samnevnda filminum, har umframt Zappa, eisini Ringo Starr og Keith Moon medvirkaðu. Hin balstýrni Keith Moon hevði leiklutin sum nunna. Londonfilharmonikararnir høvdu medvirkað í ljóðupptøkunum til henda filmin, sum eisini var sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Filharmonikararnir høvdu einki ilt at siga um hesa uppliving, sum tó bleiv tikin av skránni og bannað at framføra í Royal Albert Hall, í dag fyri nett tríati árum síðani. Eitt av mongu hæddarpunktum Frank Zappas, sum vit kunnu lesa um í áhugaverdari grein hjá Høgna Djurhuus inni í blaðnum.