Yvirtøkulógin eitt vegamót ella ein fella?

   

Lansstýrið og danska stjórnin royna í løtuni at koma undir land við eini yvirtøkulóg, sum skal gera tað smiðligari, lættari og greiðari at fremja setningin í løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks. Bara sjálv skipanin av føroyska statinum verður hildin uttanfyri, tað er ein spurningur sum verður avgjørdur á fólkaatkvøðu í 2012. Samgongan eigur at tryggja sær, at lógin eittans er jarnbrot framímóti fullari sjálvstøðu, og at hon á ongan hátt skalar frumrættin til tjóðina. Dyggasta fólkarættar-ekspertisa í heimi eigur at vera konsulterað, soleiðis at leikur, ið ikki kann endurleikast og møgulig mistøk ikki koma fyri. Annars er tíðin komin, harið meira ferð eigur at verða sett á sjálvstýrismotorin, skal aðalsetningurin í samgonguskjalinum røkkast. Verða mál sum løgregla og rættarskipan ikki skipaði sum føroysk mál sum skjótast, rotast samgongan upp innanífrá, og valdið liggur aftur í hondunum á teimum, ið hava politiskt status quo sum aðalmál. Tjóðin andøvir tá aftur uppí landssynningin. Í naggatødn. Við ongum stavnhaldi.

Lívið hevur eina meining, eina hendinga meining; tað gongur sína gongd, framá, uttan at nøkrum tørvar at skumpa undir, eingin leikur kann endurtakast, og oftani heldur ikki rættast fyri møgulig mistøk. Tí er neyðugt at hugsa gjølla um hvatið man vil og at vera varugur um hvatið man tekur sær fyri. Hesi orðini eigur spaniólin, heimspekingurin Fernando Savater, sum m.a. hevur skriva bøkurnar "Hin politiski breyðsnerkjarin" og "Hugsanir frá einum kannibali".
Várið 1998 gjørdist politiska várið í Føroyum. Politiska skipanin, sum í hálvthundrað ár hevði ligið og andøvt uppí landsynningin, varð vambakastað av fólkinum. Sjálvstýrisflokkarnir fingu meirilutan, undanvind, og settu fyri fyrstu ferð síðani fólkaatkvøðuna, kósina beint ímóti føroyska statinum. Alt hevur ikki bara verið ein dansur á rósum síðani, nógv mistøk og mangar undanstøkkingar, men kortini liggur skútan framvegis á kósini.
Eingin ivast í frumburðarrættinum til landið og føroysku tjóðina. Harvið er illa hugsandi, at nakar í álvara hugsar um at endurtaka mistakið hjá Esavi, tá ið hann spældi sær av við alt - fyri breyð og ein verð av flatbønum. Heldur ikki javnaður og samband, sum skilst. Hesir, sum í 48 lótu danir smoyggja eina heimastýrislóg niður yvir føroyska fólkið, siga seg virða og æra sjálvsavgerðarrættin og føroyska frumrættin til tjóðina, hóast teir liggja tvørir í alduni og ongan proaktivan leiklut ætla sær á leiðini fram ímóti skipanini av føroyska statinum.
Samgongan er eisini alt ov lítið á leið komin í sínum sjálvstýrisstarvið. Ein góður triðingur av flatbønunum eru flýggjaðar dønum aftur, materia sum var yvirflóð tá ið hon varð kubbað, annars er lítið og einki hent í politiskari framsøkn síðani várið í 98. Tingingar av øllum handaslagi, á embætisstigi og politiskt, men úrslitini síggjast bara við luppið. Og hendir ikki okkurt álvarsligt og meiri ítøkiligt hiðani og frameftir, nú samgongutíðin skjótt er hálvrunnin aftur, so kann samgongan skjótt koma sær í vandasjógv. Tað verður trupult hjá Tjóðveldisflokkinum, Miðflokkinum og radikalara partinum av Fólkaflokkinum at leggja seg á fólksins bismara eftir átta árum, um úrslitini ikki vera trivaligari enn nú. Harvið eigur løgmaður, saman við varaløgmanni, at leggja sambandsvongin í løgmansflokkinum og Kára Post undir eitt ávíst politiskt trýst, soleiðis at í hvussu er setningurin í samgonguskjalinum verður framdur í hesum valskeiðnum.
Inertiið í politiskum skipanum er tiltikið. Einki fyri bræsnar og ótolnar menn og kvinnur. Nógv formalia, nógv tos, hópur av pappíri og smá úrslit. Løgmaður og Anders Fogh høvdu ein fund í vetur, 14. januar, í eini roynd at finna praktiskar mannagongdir fyri at útinna setningin í samtykt-ini um sjálvstýri Føroya fólks. Hittust aftur á Tvøroyri í summar, hin 26. juni, og samdust um at virka fyri eini yvirtøkulóg, sum skuldi gera tað smidligari, at yvirtaka øll málsøkir frá dønum, uttan tey sum hava við sjálvan suverenitetin, skipanina av føroyska statinum, at gera. Og nú hoyrist, at oddvitarnir í samgonguflokkunum eru farnir at tjakast um hvussu lógin skal skipast og hvussu hennara endaliga skap skal vera. Men teir eru ikki einsamallir, danir sita hinumegin borðið, og fara ivaleyst at royna sum frægast, at halda fast um tikin og rænd rættindi.
Hesir kallar eiga at hava tunguna miðskeiðis í munninum. Danir hava ongar ætlanir um at sleppa nøkrum. Teir eru dystin lærdir í stjórnarkynstri, tí má ansast væl eftir, at hendan lógin in spe, ikki setir frumrætt føroyinga í vanda. Tjóðveldis- & Fólkaflokkurin hava ongantíð góðtikið Heimastýrislógina formelt. Tíanbetur. Hinvegin hava báðir valt at liva og virka undir henni. Ein sannroynd sum ikki slepst undan, heldur ikki í tíðarhvarvinum síðani 98. Tí eigur yvirtøkulógin einki annað status at hava, samstundis sum hon bara refererar til sjálva heimastýrislógina, enn tað at gera mannagongdirnar í yvirtøkumálum lættari og greiðari fram til skarpskerðingina í 2012 tá ið politiski skilnaðurin millum Føroyar og Danmark skal vera endaligur veruleiki.
Samgongan eigur at konsultera dyggastu fólkarættar-ekspertisu í heiminum fyri at tryggja sær at ongar bindingar eru í endaligu lógini, sum kompromittera frumrættin og sum annars á einhvønn hátt kunna geva dønum óneyðug vápn uppí hendurnar, sum kunna brúkast ímóti okkum og komandi ættarliðum. Her liggur ein ósvitalig og tung ábyrgd á herðum Høgna, Anfinns, Kára og Jenisar.
Sjálvt um lógin er eitt praktiskt jarnbrot ávegis móti republikkini, so er tað trupult at skilja, hví so nógv hóvasták verður gjørt burturúr henni. Nógvur roykur og eingin grind. Mál røkkast ikki av sær sjálvum, og als einki spyrst burturúr eini rammulóg einsamallari. Politiskt knúgvafeitt, treiskni, hugur, sál og óvikandi sannføring skal til, um nøkur mál skula røkkast yvirhøvur.
Meira ferð má og skal nú setast á samgongumotorin. Yvirtøkusetningurin fyri hetta valskeiðið er greiður: Familjurættarmál, havumhvørvi, kortlegging, upphavsrættur, vinnulóggáva, tilbúgving, veðurtænasta, vitaverk, uppmerking, fjølmiðlaábyrgdarlóg, arbeiðs- & uppihaldsloyvi, tinglýsingin, fólkakirkjan, flogvøllurin, loftferðslu myndugleikin, løgreglan og rættarskipanin.
Nú frættist frá bonaðu gólvunum, at íhaldnir samgongumenn ikki hætta sær undir at skipa hesi viðurskifti undir føroyskum ræði. Orsøkin skal vera ein versnandi búskaparstøða. Hann náði okkum. Soleiðis hugsar einki annað fólk í heimi. Tað kann ikki verða rætt, at tilvildarligir prísir á exportmarknaðum okkara skula avgera hvussu tað skal fløða ella fjara viðvíkjandi politiska valdi føroyinga. Skal hýsumarknaðurin í Bretlandi, upsaditto í Týsklandi, toskaditto í Spaniu og rækjuditto í Japan avgera politisku lagnuna hjá hesum samfelagnum, so mega vit bara staðfesta, at tað var ein vanlagna, at suvereniteturin og búskapargongdin so treytaleyst vórðu tengd saman. Politiska pseudospælið í danska aliringinum kann halda fram. Og hevur politiska spektrið ikki hægri tjóðskaparlig mál, enn at toskurin á landgrunninum skal avgera stjórnarskipanarligu lagnu føroya fólks, so hevur fólkið, ið hevur valt hesar menninar ikki betri uppiborið enn svartasta samband. Politiskt vald er nakað eitt hjáland tekur sær og heldur fast um, kosta hvat tað kosta vil. Alt annað má laga seg hareftir. Frum-rætturin til landið og tjóðina er einasti rættur, ið vit eiga at ganga undir. Er yvirtøkulógin ein smiðlig sniðgøta haðar ávegis, so verður tikið undir við henni. Gloymið bara ikki, at ávísir leikir ikki kunna endurtakast, og heldur ikki rættast fyri møgulig mistøk. Føroyskir sjálvstýrismenn eru farnir at ótolnast. Hvøll ljóð úr firruni hoyrast nú frá føroyskum kongum, ið aftur eru farnir at bretta sær á.