Yvirgangsfólk høvdu samband við Danmark

Kanadiska ákæruvaldið hevur nú skuldsett 12 av teimum 17, sum vórðu handtikin í einum stórum átaki um vikuskiftið. Nøkur teirra eru skuldsett fyri at hava vant yvirgangsmenn, og nøkur eru skuldsett fyri at hava verið við til at leggja ráð um atsóknir, sum skuldu kosta mannalív. Sambært løgregluni eru fimm av teimum skuldsettu yngri enn 18 ár.

Kanadisku handtøkurnar vaktu ans í Evropa og serliga í Norðurlondum, tí leygardagin kunngjørdi kanadiska løgreglan, at nøkur av teimum tiknu hava havt samband við fólk í Danmark og Svøríki. Harumframt hava tey verið í sambandi við fólk í USA, Bretlandi, Bosnia og Bangladesh. Danskir myndugleikar hava higartil sýtt fyri at vátta kanadisku upplýsingarnar.

Kanadiska løgreglan sigur, at átakið ímóti yvirgangi er ikki liðugt enn, og at tað kann væl hugsast, at fleiri verða tikin afturat.