síggi eg okkurt gott tilboð, eri eg skjótur at lata meg freista. Haldi, at mær dámar stak væl at keypa, tá góð tilboð eru á skrá. Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt? - Ja, avgjørt! Minnist [...] ikki hatta har við, at prísurin á vørunum verður settur upp nakrar vikur áðrenn og síðan niður aftur á Black Friday. Tað sigur Janus Rein, sum vit hava sett nakrar spurningar. Plagar tú at fara til handils [...] endi eg altíð við at keypa okkurt. Soleiðis hevur tað sum so altíð verið hjá mær, serliga klæðir, og KT finni eg upp á at keypa impulsivt tílíkar dagar. Janus Rein leggur aftrat, at hann ofta í spølni
Jütta J. Olsen vísir á, at tað eru mong støð, hon enn ikki hevur vitjað, so óivað verður onkur túrur gjørdur til støð, hon ikki hevur verið áður, sigur hon. Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarð [...] nakrar dagar við góðveðri. Veðrið er skiftandi í Føroyum - tað vita vit. Vit kunnu kanska siga, at tað er við veðrinum sum við lívinum: Vit mugu njóta tær góðu løturnar, vit fáa, sigur Jütta J. Olsen. [...] Eg ætli mær at njóta summarið saman við mínari familju. Verður alt summarið hildið í Føroyum, ella verður tað ein túrur av landinum? - Mær dámar væl summarið í Føroyum, so eg havi ikki - sum er - lagt nakrar
dámt væl at starvast sum lærari. Nú fari eg at taka tað, sum tað kemur, og mær nýtist ikki at skræða meg sundur, sum hon brosandi tekur til. Aimé Jacobsen hevur eisini tikið eina útbúgving sum kandidatur [...] er lættur at bera. Hetta er gott at hava í skjáttuni, men nú ætli eg mær ikki at lesa víðari, leggur hon aftrat. Aimé Jacobsen vil í løtuni ikki siga, um hon endar í skúlanum aftur, tá tíðin sum borgarstjórin [...] umsitingini eru trý fólk, sum øll hava verið leingi í starvi hjá kommununi, og haraftrat er so borgarstjórin. - Nú skeiðið nærkast endanum, heldur onkur, at tað hevði verið lættari hjá mær at hildið fram, nú einki
flogbólt á sama liði. Eitt annað, sum teimum báðum dáma væl er at lesa bøkur, bæði føroyskar og danskar. - Jú, vit klára eisini væl at lesa tær donsku bøkurnar, sigur Iris, sum fylti 12 ár í gjár. Júst hesa [...] fatur á einari bók, sum hevði við fyl at gera. Hon hevði lisið hana áður, men hon var helst so mikið góð, at hon toldi at verða lisin einaferð enn. - Annars lesi eg beint nú eina tjúkka bók um hestar. Har stendur [...] hestum. Har plagar hon at hjálpa til við røktini av hestunum, m.a. við striglingini og at reinsa básarnar. Nú kemur ein av floksfelagunum Iris til hjálpar. Hon hevur funnið ta hestabókina, sum hon leitaði
vil siga, at mín list er livandi og detaljurík. Mær dámar væl at geva mínum tekningum ein boðskap ella eitt sterkt úttrykk, og eg putlist nógv við smáar detaljur. Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja [...] Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við list? - Eg havi so at siga altíð teknað. Eg elski at tekna. Fyri meg er tann kenslan eg fái, tá ið eg blívi púra burtur eina løtu, og so havi eg fingið skapt okkurt [...] trupult við at skula siga nakað ítøkiligt um umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum. Eitt, sum ofta verður tosað um viðvíkjandi Føroyum, er støddin og fáu fólkini har heima. Her hugsi eg at tað bæði
dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum. Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini eru gingin, tí nú sæst [...] Karl, sum blaðungur fór til Grønlands at rógva út. Hetta gjørdi hann trý tey fyrstu árini av sínum arbeiðslívi. Fyri unglingin úr Gásadali, var grønlandsútróðurin lívsins skúli, sum vit plaga at taka til [...] væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út. Nú eru nøkur yngri fólk og børn aftur í bygdini, og alt ger mun, har lítið fólkagrundarlag er frammanundan. Hann vísir á, at tað kemur ein
tí til at fara til Danmarkar. Eg hevði spart mær pengar saman og eisini funnið eina íbúð at búgva í. So eg var klár at fara avstað. Eg vildi brúka fyrsta árið til at arbeiða og fyrireika meg til at fara [...] skilja, at ein kvinna kann síggja út sum ein rósa. Humor og ironi riggar heldur ikki altíð at brúka. - Nei, um onkur fortelur eina joke ella roynir av vera ironiskur, so kann eg hava trupult við at fáa tað at [...] mest eg, sum tosi, flennir Erla. Fríkorterini hava tó ikki somu reaktión sum øðrum skúlastovum í Hoydølum. - Nei, tá tey siga, at nú er fríkorter, so vera vit sitandi. Inntil víðari gera vit sum oftast tað
uppgávur at røkja. - Sum eg havi skilt, hevur onkuntíð verið bíðað eftir fólki, sum eru komin av boripalli, sigur hann. John Eli harmast sum øll onnur um syrgiligu vanlukkuna, men heldur, at norðmenn [...] bevíst hava blást aðrar hendingar, sum teir siga seg hava verið úti fyri, upp í norsku fjølmiðlunum. - Eg kenni norðmenninar so mikið væl, at teimum hóvar ikki, at eitt útlendskt felag fær slíkar avtalur [...] noyddir at taka annað fólk enn sítt egna inn. Hetta veit eg av royndum, sigur hann. Stjórin fer so vítt at kalla ein part av tí ágangi, sum verið hevur á Atlantsflog, fyri "typiskt norskt", sum hann tekur
og Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga í síni nýggjastu útgávu. Páll Hansen hevur verið formaður í Maskinmeistarafelagnum síðan 2007, og nú kann onkur annar, sum kundi hugsað sær henda sessin, fyrireika [...] Hann heldur, at á aðalfundinum ár vári í 2018 - ella um sløk tvey ár - hevur hann tænt felagnum fyri seg, og tá fer hann at mynstra av. - Tað er ongantíð gott at grógva fastur í einum sessi sum hesum. So [...] fyrireika seg til formansvalið um tvey ár. - Teir, sum hava hug, kunnu longu nú byrja at fyrireika seg. Endamál felagsins er áhaldandi at styrkja og verja limanna rættindi og kor, og tað vil altíð verða
stemningi," sigur Ingibjørg, "og so fara vit at vitja onkur vinfólk aftaná." Tá hon verður spurd um, hvussu nógv ólavsøkan hevur at siga fyri hana, er Hjørdis púra avgjørd. "Ólavsøkan er heilt ótrúlig [...] Øssursdóttir savnaðar at síggja skrúðgonguna hjá landsins hægstu. "Fyri meg snýr ólavsøkan seg mest um føroysk klæði, kappróður og at hitta fólk," sigur Beinta og heldur fram, "vit plaga eisini at støkka inn á [...] hjá Hjørdis." "Ja, eg royni at hava ein nátturðabita hjá mær hvørja ólavsøku, og eg vóni altíð so nógv fólk sum gjørligt. Fleiri tess betri. Tað er sjarman við ólavsøkuni, at man møtir fólki, kanska serliga