- Mær dámar væl Black Friday

- Tað er heilt vist, at onkur jólagáva verður keypt. Um tey røttu tilboðini koma, so verður eisini okkurt keypt til stovu og køk, sigur Ólavur Larsen í Fuglafirði.

 

 

Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?

- Eg havi verið sera glaður fyri átakið, serliga tí, at eg fái keypt tær størru jólagávurnar og ofta okkurt annað sum manglar heima.

Tað sigur Ólavur Larsen, sum er býráðslimur í Fuglafirði, tá hann verður spurdur um dagin.

Plagar tú at fara til handils henda dagin?

- Ja, tað plagi eg, men dagurin má leggjast væl og virðiliga til rættis frammanundan, so dagurin ikki verður alt ov langur. Í ár er eisini møguleikin at keypa online. Tað fari eg helst at gera mær dælt av eisini.

Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?

- Ja, tað er heilt vist, at onkur jólagáva verður keypt. Um tey røttu tilboðini koma, so verður eisini okkurt keypt til stovu og køk.

Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?

- Fleiri góð keyp eru gjørd, tað er heilt vist. Tey bestu eru helst ein iphone til dóttrina, flogferðaseðlar og hoteluppihald. Eg havi keypt ymiskt annað sum Black Friday tilboð, harav okkurt heilt vist er farið í gloymibókina, sigur Ólavur Larsen.